Mítt summar:  Góðu løturnar við familju og vinum standa eftir
Lívsstílur
Mítt summar: Góðu løturnar við familju og vinum standa eftir
Sára Jógvansdóttir fer ongantíð av landinum um summarið, tí hon ikki vil missa góðu sólríku løturnar
Eftir: Anniku Kunoy Im 17.08.2021

Sára Jógvansdóttir
35 og býr í Vestmanna

Tá eg sigi summar, sigur tú?
Eg sigi sól og hiti. Grøn fjøll og vakrir litir. Men eg sigi eisini eyka orka, útilív, hugni og samvera.

Hvørjar ætlanir hevur tú í summar?
Vit ætla okkum at vitja oyggjar, sum vit ikki hava verið á enn. Tað er eitt sindur pínligt, tí eg havi verið í fleiri londum í Asia, India, Afrika, Suðuramerika, Norðuramerika og so framvegis , men eg havi ikki verið á fimm av føroysku oyggjunum. So málið er at kunna seta flugubein við tvær teirra í summar. Sonurin hevur eittans ynski til summarið, og tað er at sleppa at flúgva við tyrlu, so tað verður óivað við tyrlurutuni til onkra av oyggjunum.

Hvat gleðir tú teg mest til?
Eg gleði meg til túrarnar í føroysku náttúruni, at sita seint úti um kvøldarnar í góðveðri við vinfólki og práta, at fara í føroysku klæðini og síggja, hvussu fín børnini og øll onnur eru. Eg brúki rættiliga nógvar tímar í havanum, og í løtuni gleði eg meg eisini til  grønmeti og ber standa í fullum vøkstri. Eg elski summar í Føroyum. Vit eru ongantíð uttanlands um summarið, tí eg ikki vil missa løturnar, um onkrir góðir sóldagar eru.

Hvat stað í Føroyum er vert eina vitjan um summarið?
Tað eru ótrúliga nógv góð støð í Føroyum. Eg verði bilsin hvørja ferð, ið eg komi til eitt nýtt stað, so vakurt alt er. Eg eri ikki so staðkend aðrastaðni enn í Norðurstreymoy. Ein sera góður túrur til gongu er úr Vestmanna til Saksunar og úr Saksun til Tjørnuvíkar eftir bygdagøtuni. Siglitúrar fram við oyggjunum eru bergtakandi, og annars eru tær smáu oyggjarnar og bygdirnar altíð hugnaligar at vitja.

Hvat er besta ráðið tú hevur til summarið við børnum?
Børn krevja ikki so nógv, tey eru nøgd og glað, bara tey hava foreldrini og familjuna annars at hugna sær og stuttleika sær saman við. Restin kemur av sær sjálvum. Í okkara lítlu familju er vatn altíð eitt hitt, at spæla í ánni, at vassa, fylla eina balju við vatni, so dukkurnar kunnu svimja og so framvegis. Tað endar altíð við karmi, men tað má man bara taka við.

Hvørji trý ting fært tú ikki veri fyri uttan í summar?
Eg eri illa plágað av hoyfepuri, og búgvi við síðuna av einari viðarlund og havi sjálv stóran hava, so allergitablettir eru mær kærkomnar. Tað er nógv, sum verður tikið fram um summarið, sum ikki verður brúkt aðrar tíðir á árinum, eitt nú sláimaskina, spakar, sniglaeitur og fjallaskógvar. Men tað, sum altíð stendur eftir aftaná eitt summar eru góðu løturnar við familju og vinum, sum eg ikki kundi verið fyriuttan.

Hvat dámar tær best at eta og drekka um summari?
Tað er nógv gott við summarinum,og eitt er maturin. Tað er so nógv úrval av frískum rávørum um hesa ársins tíð. Vit gera nógvar shakes um summari, har til dømis vatnmelón verður blendað við ísterningum, mango og øðrum eksotiskum fruktum. Grønmetið smakkar eisini bara betri um summarið, serliga tað, ið er dyrkað í Føroyum. Og so ber ikki til at koma uttanum, at ein softice ikki er at forsmáa, tá ið sólin skínur.