Mítt summar: Ikki stressa og tak ein dag í senn
Lívsstílur
Mítt summar: Ikki stressa og tak ein dag í senn
Herborg Torkilsdóttir viðmælir øllum at uppliva Nólsoy um summarið. Hennara summar verður í størstan mun hildið í Føroyum við eindagstúrum, tónleikaframførslum og kvalitetstíð saman við børnunum - og so stendur ein ferð til Íslands eisini á skránni seinni summar.
Eftir: Anniku Kunoy Im / Privat mynd 27.07.2021

Herborg Torkilsdóttir

43 ár og býr í Havn

Tá eg sigi summar, sigur tú...?
Sand ímillum bibburnar, barnalátur, gott lag, kvalitetstíð við familju og vinum, kreativitetur, og ein rúgva av tónleiki...

Hvørjar ætlanir hevur tú í summar?

Vit fara at verða heima í Føroyum - her er so ómetaliga deiligt! Vit hava júst verið ein deiligan túr á Sandoynni í tveir dagar, og ætlanin er at fara fleiri eindagstúrar ymsastaðni við matpakka og onkrum at drekka í ryggsekkinum - ein rúgva av góðari kvalitetstíð við familjuni.

Eg gleði meg eisini til at fara út og syngja enn meir. Eg havi fyrr í summar framført á Gníst, sum er ein eindagsfestivalur í Nólsoy, og tað var eitt fantastiskt upplivilsi! Væl fyriskipað, gott ljóð, góður pallur, gott lag, gott veður og ikki minst - gott fólk! Um ikki korona steðgar tí, so skal eg framføra á millum annað ólavsøku og aðra staðni. Og so skal eg eisini ein túr til Íslands at spæla í Hørpuni til Menningarnáttina 21. august - ein túrur, sum var tilrættislagdur síðsta ár av føroysku sendistovuni í Reykjavík, men sum varð avlýstur orsakað av koronu, so nú royna vit enn eina ferð. Endabresturin hetta summarið verður FøroyaFestivalurin í Esbjerg fyrst í septembur.

Hvat gleðir tú teg mest til?
Eg gleði meg ótrúliga nógv til Íslandstúrin. Eg havi ongantíð verið har, so tað verður spennandi at sleppa at uppliva tað! At tað so er ein tónleikaferð, ger tað ikki minni spennandi!

Hvat stað í Føroyum er vert eina vitjan um summarið?

Nólsoy! Uttan iva! Vit eru fyri fýra mánaðum síðani flutt aftur til Havnar, aftaná tvey ár í Nólsoy. Tað var ein fantastisk tíð, sum vit virðismeta nógv. Fólkini eru so fantastiska fitt og blíð og vælkomandi, og so er oyggin bara vøkur!

Hvat er besta ráðið tú hevur til summarið við børnum?
Ikki stressa. Simpulten. Tak ein dag í senn og ikki gera ov nógvar bindandi avtalur, men lat spontanitetin ráða!

Børnini krevja ikki nógv meira, enn at tú ert har saman við teimum í nú´inum. Um tað so er eitt pyjamasparty, har tit øll blaka tykkum á madrassur í stovuni og eta bomm og hyggja eftir gomlum Disney teknifilmum (eitt hitt heima hjá okkum), ella um tit pakka ryggsekkin og fara út í náttúruna ella okkurt heilt annað... Tað eru løturnar saman, sum telja.

Hvørji trý ting fært tú ikki veri fyri uttan í summar?
Guitarin, kalt vatn úr krananum og lesibrillirnar - man gerst eldri.

Hvat dámar tær best at eta og drekka um summarið?
Tað, sum okkum dámar ordiliga væl her heima, er raclette; ein borðgrill, har tú situr hvør  í sínum lagi og steikir tín egna mat. Maturin smakkar onkursvegna bara betur, tá tú situr saman upp á hendan mátan og sleppur at avgera júst, hvussu leingi búffurin skal hava, og hvat grønmeti tú vilt fáa afturvið. Børnini eta eisini meira, tá tey sleppa at luttaka í matgerðini. Tað, sum mær dámar best at drekka um summarið, er Bloody Mary- bæði við og uttan alkohol!