Mítt summar: Mykines mugu øll uppliva um summarið
Lívsstílur
Mítt summar: Mykines mugu øll uppliva um summarið
Fyri Lív Næs er summarið familjusamvera og nærvera. Í summar ætlar hon sær at sova í tjaldi onkustaðni í náttúruni við familjuni, eta grillaðan mat og at vera til staðar í løtuni.
Eftir: Anniku Kunoy Im / Mynd: Privat 22.07.2021

Lív Næs
32 ár
Býr á Tvøroyri

Tá eg sigi summar, sigur tú...?
Familjusamvera og nærvera, náttúruupplivingar, sjódypp, uttandura tiltøk og festivalar - ró og løða upp til komandi ár og at fara við børnunum ein góðan túr við fína árabátinum hjá abbanum og ommuné, tá ið tað er spegilsblankt dýrdarveður.

Hvørjar ætlanir hevur tú í summar?
Í summar havi eg havi ætlanir um ikki at hava ov stórar ætlanir, men at fara hagar vindurin førir meg. Vit eru í holt við at renovera gomul hús frá 1906 á Tippinum á Tvøroyri. Her verður tíðin óivað brúkt nógv í summar. At fjálga um í húsinum, garðinum og at skapa løtur og góð minni saman við familjuni og teimum sum eru rundan um okkum. Ájú, so hava vit sett okkum fyri at fara at sova í telti onkrastaðni úti í tí frælsa. Tað vóni eg, at vit fara at fáa at ganga upp.


Hvat gleðir tú teg mest til?

Eg sá nógv fram til ein túr á G! Eg lati altíð vikuskiftið á G! verða opið – tí eg klári ikki at lata vera við at fara. So tað plagi eg altíð at gleða meg til. Tað verður so ikki av nøkrum í ár. Eg fari at gleða meg til, bara at vera til staðar í løtuni saman við teimum, sum eg eri góð við. UM ólavsøkan verður, so fari eg at gleða meg til tað. Annars royni eg at liva eftir mínum motto sum í løtuni er; “lær at gå glip af”.


Hvat stað í Føroyum er vert eina vitjan um summarið?
Mykines, haldi eg, at øll mugu uppliva um summarið. Serliga tá fólkatónleikastevnan er harúti. Vitjanin á Stóru Dímun var tann villasta náttúruupplivingin í nýggjari tíð og so má eg sjálvandi viðmæla suðuroynna, sum eftir mínum tykki hevur alt at bjóða. 😉


Hvat er besta ráðið tú hevur til summarið við børnum?

Besta ráðið til eitt gott summar saman við børnunum - er at hava tey uppí øllum, sum tú fert í holt við. At vera í løtuni saman við teimum og at fáa tey at kenna seg sædd og hoyrd. So er tað líkamikið hvørjar upplivingar, tú gevur teimum.


Hvørji trý ting fært tú ikki veri fyri uttan í summar?

Eg fái ikki verið fyriuttan familjuna, góða heilsu og ikki er av vegnum, um veðrið eisini spælir við.


Hvat dámar tær best at eta og drekka um summarið?
Grillaðan mat ella heita suppu og eina kalda øl (helst njótast úti) ella vatn úr eini reinari keldu í haganum.