Næstan 1000 kvinnur runnu í regni – og skaptu ein heilt serligan dag
Lívsstílur
Næstan 1000 kvinnur runnu í regni – og skaptu ein heilt serligan dag
Soleiðis minnast vit Kvinnurenningina 2025
Eftir: Kvinnu 26.05.2025

Tað kundi ikki verið meiri føroyskt: fleiri dagar við sól, blíðum veðri og vón um várið - og so á sjálvum degnum kom regnið. Men hóast eitt sindur av sirmi, var lagið gott, smílini nógv og stevið nakað heilt serligt, tá næstan 1000 kvinnur møttu upp á Tórsbreyt leygardagin 24. mai at renna Kvinnurenningina 2025.

 

Kvinnurenningin er altíð nakað heilt serstakt, og tað er so eyðsýnt, tá ið ein skoðar fjøldina: kvinnur í øllum aldri og øllum løgum – vinkonur, møðgur, starvsfelagar. Onkrar renna, onkrar ganga, men allar eru har við sama endamali: at vera saman um eina virkna og positiva uppliving. Tí Kvinnurenningin er ikki ein kapping. Hon er felagsskapur, systralag og ein løtt, men týdningarmikil áminning um, at tað at røra seg saman við øðrum eisini rørir við okkurt innaní.

 

Kvinna fekk nýggjar eigarar um ársskifti, so hetta er fyrstu ferð Kvinnurenningin er við nýggju eigarunum á odda, og vit vóru bæði spentar og takksamar. Men mest av øllum eru vit ómetaliga ernar og rørdar av undirtøkuni, og hvussu væl dagurin eydnaðist – hóast veðrið gav okkum eitt sindur av føroyskum realiteti. At síggja so nógvar kvinnur savnast, røra seg og stuðla hvør aðrari, skapti eina kenslu, sum ikki er so løtt at seta orð á. Hon sást aftur í mongu smílunum, í smáu løtunum, og í styrkini, sum liggur í at møta upp og vera við – hvør í sínum lagi.

 

Rennirutan, sum førdi allar hundraðtals kvinnurnar frá Tórsbreyt til Hoydalar, er grøn, vøkur og ómetaliga hugnalig. Aftaná renningina var stemningurin framvegis livandi og góður. Myndatøkan skapti minnir, og Loppulív - okkara nýggja loppumarknaðartiltak – varð fyri fyrstu ferð hildið í fimleikahøllini í Hoydølum. Hóast veðrið, var tað hugnaligt og væl vitjað. Vit fegnast um at síggja, hvussu væl endurnýtsla og felagsskapur ganga hond í hond. Sí løtumyndir her.

 

Dagurin endaði við stóra lutakastinum, har luttakararnir við sínum renninummari kundu vinna stórar vinningar – frá flogferðaseðlum til London og designvørum til hotelluppihald og landsliðstroyggjur. Sí vinningarnar her. Vit vilja takka øllum tykkum, sum vóru við, og øllum, sum á sín hátt luttóku – stuðlum, fyritøkum, sjálvbodnum, vinum og familju. Eitt serligt takk til Rennifelagið Bragdið fyri tykkara dygdargóða arbeiði og trúfesti. Og takk til høvðusstuðlar okkara Thomas Dam Intersport & Aqua d'Or

 

Vit gleða okkum longu til næstu Kvinnurenning – men fyrst njóta vit løtuna, minnini og takksemið fyri dagin, sum var.

 Takk fyri í ár!

 

Vegna Kvinnu

Annika & Tóra




Viðkomandi greinar