Náttúran er heilsufremjandi
Lívsstílur
Náttúran er heilsufremjandi
– Tað eru fleiri orsøkir til, at vit gerast strongd í krevjandi modernaða samfelagnum, men samanumtikið gerast vit strongd, tá vit ikki sleppa at hvíla, siga Róa Midjord og Jensia Brodersen, sum hava fingið fleiri fyrispurningar frá fólki, ið sakna eitt heilsufremjandi skeið, sum ikki beinleiðis er terapeutiskt, men sum veitir friðskjól og góð amboð til at basa dagligu strongdina. Nú verður skeiðið veruleiki.
Eftir: Annika Kunoy Im - Lýsingagrein / Myndir: Veitarar 04.03.2022

Modernaða samfelagið er eitt stressað samfelag. Og tað eru fleiri orsøkir til, at vit gerast strongd í krevjandi modernaða samfelagnum, men samanumtikið gerast vit strongd, tá vit ikki sleppa at hvíla. Vit menniskju hava tvey sløg av uppmerksemi. Eitt er málrættað ella skerpað uppmerksemi, sum vit brúka, tá vit hugsavna okkum ella skulu avrika, og so hava vit spontant ella ódarvað uppmerksemi, sum vit brúka, tá vit slappa av ella ganga ein túr í náttúruni og ikki skulu nakað ávíst.

Náttúran gevur djúpan frið við tað, at hon ikki setur krøv, og á tann hátt hjálpir okkum varisliga at sleppa spenningum í likami og sál

– Hóast tað ikki er nakað nýtt í at brúka náttúruna terapeutiskt, er tað ikki fyrr enn seinastu áratíggjuni, at gransking hevur víst, hvat tað er, sum náttúran kann, og hvussu vit kunnu brúka hana sum amboð. Kanningar vísa, at bara við at vera úti í náttúruni í 20 minuttir, kunnu vit máta, hvussu hjartarytman og blóðtrýstið fara niður, og eisini hvussu strongdhormonið kortisol í blóðinum lækkar. Okkara nervaskipan verður sissað, og tað verður lættari at finna ró í sær sjálvum. Náttúran setir ongi krøv, og tað ger, at uppmerksemið hjá okkum fær hvílt, sigur Jensia Brodersen. Jensia er útbúgvin námsfrøðingur og gestaltterapeutur, og hon hevur í 2019 tikið eina eftirútbúgving í ”Naturbaseret terapi og sundhedsfremme” á Københavns Universitet. Saman við Róu Midjord, sum er kliniskur gestalt psykoterapeutur, skipar hon fyri náttúrugrundaðum heilsufremjandi skeiði í næstum.

Tær hava fingið fleiri fyrispurningar frá fólki, sum sakna eitt heilsufremjandi skeið, sum ikki beinleiðis eru terapeutiskt, men sum veitir friðskjól og góð amboð til at basa dagligu strongdina.

Nýggja mennandi skeiðið ‘Náttúrugrundað heilsufremjan’ veitir likamliga og mentala stimbran fyri vanlig menniskju í skundmikla gerandisdegnum.

– Skeiðið byrjar 17. mars, og vit hittast eina ferð um vikuna í átta vikur ymsa staðni í náttúruni í Havn. Hesar vikurnar hugsavna vit okkum um sansavenjingar, andadráttsvenjingar, likamligar venjingar, undirvísing, kreativar venjingar, gongutúrar, dypping og bál við bálmati. Ígjøgnum eitt slíkt skeið lærir tú millum annað at hugsa klárt, merkja frið, flyta mørk og at vera í tær sjálvari. Alt amboð, sum ofta verða skúgva til viks ella skúgva niðast á raðfestingarlistan í gerandisdegnum.

Ígjøgnum eitt slíkt skeið lærir tú at hugsa klárt, merkja frið, flyta mørk og at vera í tær sjálvari. Alt amboð, sum ofta verða skúgva til viks ella skúgva niðast á raðfestingarlistan í gerandisdegnum

– Luttakararnir fáa eisini eina logbók, har hugsanir, upplivingar og annað verður skrivað niður. Tey, sum hava hug kunnu luta tankarnar og royndirnar, tey fáa á skeiðnum. Men tað er umráðandi, at øll vita, at eingin verður trýstur til nakað, sigur Jensia Brodersen.

Róa og Jensia hava báðar holla fakliga vitan og royndir um terapeutiska virkningin, náttúran kann hava á menniskju. Hendan fakliga vitanin verður sjálvsagt nýtt hesar vikurnar. Millum annað eru ymsu støðini í náttúrini, har skeiðið verður hildið, vald við umhugsni. Føroyska náttúran er fantastisk til endamálið, og á skeiðnum verður eisini lagdur dentur á hetta at fevna um og síggja virði í náttúruni í øllum veðri.

– Náttúran gevur djúpan frið við tað, at hon ikki setur krøv, og á tann hátt hjálpir okkum varisliga at sleppa spenningum í likami og sál, siga tær báðar.



F A K T A

Kanningar vísa, at serliga fýra viðurskifti skulu vera galdandi, um eitt umhvørvi skal virka sinnisliga linnandi:

  • At tú upplivir umhvørvið hugtakandi, lokkandi og at tú fært hug til at kanna tað nærri
  • At tær dámar at vera har og trívist í kringumstøðunum.
  • At tú kennir teg at vera nóg langt burturi frá dagligum skyldum
  • At tað er samsvar ímillum tað, ið tú hevur hug til og tað, sum kringumstøðurnar hava at bjóða.

Les meir um skeiðið og melda til her




Viðkomandi greinar