Nethandlarnir, tú skalt kenna
Lívsstílur
Nethandlarnir, tú skalt kenna
Í bilinum, til fótbóltdystin, í køini, í bíðirúminum, í bussinum ella heima á sofuni - tá tú kennir hesar nethandlar, kanst tú keypa jólagávuna, ella eitt hvørt annað, sum tær manglar, júst har tú stendur beint nú. Tað einasta tú skal minnast til, er at hava gjardskortið hjá tær.
Eftir: Kvinnu og nevndu handlar 11.11.2022

Móti     Vælvera    Útilív    Til heimið    Bøkur    Til barnið    Leikur     Blómur

BLÓMUR

orkis.fo Um tú ynskir at forkela eina tú kennir við blómum, onkrum hugnaligum til heimið ella onkrum góðum til góman, so eru alskyns møguleikar á orkis.fo

VÆLVERA

allaboutyou.fo Er ein nethandil  til tín, sum elskar at hjúkla um neglirnar. Her finnur tú alt, sum tær tørvar til tínar negl. Til ber at keypa alt frá akrylgelé til byrjunarsett og neglalakk í alskyns litum.

bjarnastova.fo Her finnur tú føroyskt framleidda sápu úr natúrligum tilfari - so tú sleppur undan sulfatum, parabenum og aluminiumi. Tá sesong er, finnur tú eisini fræ, stiklingar og platur á bjarnastova.fo . Hondgjørd skeribretti úr træi eru eisini í vøruúrvalinum.

Røkta.fo Her er alt innan húðrøkt og hárrrøkt. Eisini ymiskt annað innan vælveru - til dømis angiljós og kollagenpulvur. Hygg framvið, tá tú skalt forkela teg sjálva ella eina, tú ert góð við.

LEIKUR

mittalfa.fo Alfa Bókhandil hevur alskyns stuttligt og øðrvísi til gávuna, sum skal taka av bóli og undirhalda. Bøkur, borðspøl, skrivstovuútgerð, leikur o.a. Tú finnur nærum alt, tær tørvar á nethandlinum.

MÓTAKLÆÐIR

latara.fo  Vilt tú forkela eina av tínum nærmastu, ella skalt tú kanska sjálv forkelast við  einum nýggjum jakka, blusu, buksum, smúkkum ella skóm, so er at vitja nethandilin hjá Latara, har finnur tú eitt breitt úrvæl av klæðum til hennara.

sorella.fo Veitsluklæðir og klæðir til gerandisbrúk finnur tú á nethandlinum hjá Sorella. Eisini finnur tú eitt breitt vøruúrval av smyrsli frá vældámda merkinum Nilens Jord. Skógvar eru eisini í vøruúrrvalinum á sorella.fo

skalkur.fo Sjey handlar á einum stað - tú finnur bæði klæðir til hennara og hansara, men eisini búnýtis- og prýðislutir frá handlinum Nips. Barnaklæðir frá Name-it eru eisini á vøruskránni.

toystovan.fo Á nethandlinum hjá Toystovuni finnur tú eitt breitt úrvæl av klæðum til hennara og hansara - nýggj vøra kemur hvørja viku, hygg framvið og finn júst tað, tú leitar eftir og fá klæðini send beinleiðis heim til dyrnar.

Útilív

ravna.fo Nethandilin til tín, sum elskar at ganga í fjøllum ella at vera virkin. Millum mest seldu vørurnar eru eisini kendu five fingers skógvarnir. Vøruúrvalið er breitt, og tú finnur alt frá heilsuvørum til vælveruvørur og barnaskógvar.

Til heimið

eiaveia.com Leitar tú eftir einari gávu at ramma inn og prýða veggin við, so er at vitja eia veia. Á nethandlinum eru fittar barnaplakatir, sitatplakatir um okkara kæru og vøkur heimstaðarkort. Tú kant eisini fáa gjørt eina barnatekning til eina yndisliga listaplakat ella gera eitt persónligt jólakort.

fjord.fo Á nethandlinum kanst tú keypa hugnaligar plakatir, sum hava íblástur úr føroyskari mentan og tí maritima umhvørvinum. Plakatirnar eru prentaðar í Føroyum á matt pappír, ið er sýrufrítt og svanamerkt. Í vøruskránni hjá Fjord eru milluum annað eisini koppar, putlispøl, skeribretti, seingjarklæði, pútur og mangt annað.

bunyti.fo Nethandilin hjá Mariu Poulsen Búnýti hevur eitt breitt vøruúrval, har tú finnur alt til heimið - prýðislutir, borðbúna og nógv fitt til tey smæstu so sum mateskjur og drekkidunkar. Har er bæði tann klassiksa vørun so sum Royal Copenhagen, men eisini tað meira yvirraskandi og unikka so sum keramikkið frá Studio Arhøj.

Til veitsluna

rogvadottir.fo Skalt tú halda eina stóra veitslu ella kanska ein barnaføðingardag, har tú hevur hug at gera eitt sindur eyka burturrúr. Ella skalt tú kanska yvirraska eina góða vinkonu ella mammu, so er at fara inn á heimasíðuna hjá Rógvadóttir. Ballónir, ljós, upphang, tallerkar, koppar og mangt annað festligt til veitsluna finnur tú har.

Til barnið

noveia.fo Noveia hevur eitt breitt og dygdargott úrval av klæðum, leikum, borðbúnaði og øðrum vørum til nýføðingin og smábarnið. Burðardygd gongur aftur í vøruúrvalinuum og litbrøgdini eru rólig og nýmótans - vitja noveia, tá tú leitar eftir einari fittari gávu til lítla barnið.


massogmia.fo Er ein klædnahandil, ið hevur eitt fjølbroytt úrval av ullklæðum til børn, ung og vaksin. Serliga er tað vældámda merkið Joha, sum veitir ullpløgg, sum hóska so sera væl til førroyska veðurlagið. Eisini hava tey eitt breitt úrval av yvirklæðum til børn.




Viðkomandi greinar