Nýggjársklumma: Saman inn í framtíðina
Lívsstílur
Nýggjársklumma: Saman inn í framtíðina
Eilen Anthoniussen hevur skrivað eina vakra nýggjárshugleiðing um ársins orð 'sammóðir'.
Eftir: Eilen Anthoniussen / Myndir: Amy Hansen og veitari 31.12.2021

Sammóðir. Eitt ómetaliga vakurt orð, spyrt tú meg. Kanska tað vakrasta. Og eitt hóskandi orð at seta punktum fyri árið, sum fer. Og her eru nakrir tankar um hví.

Fyrst og fremst er orðið sum kunnugt snikkað til eina paragraff í barsilsskipanini, sum nú loksins fevnir um allar okkum, sum eru so hepnar at kunna rópa okkum móður. Eitt stríð er vunnið, sum er borið fram av møðrum, ið ynskja javnrættindi til – og fyri – síni børn. Eg kann ikki koma í tankar um nakað vakrari at stríðast fyri.

Orðið sammóðir er sjálvsagt eitt samansett orð av orðunum saman og móðir. Tvey orð, sum bæði merkja at hoyra saman. Saman knýtir altíð tvey saman. Móðir fevnir altíð í minsta lagi um tvey og er harafturat eitt heiti, ið er løtt við sterkum kenslum sum umsorgan, kærleiki, uggi, lívgevari. Fyll endiliga uppá. Móðir stendur helst fyri sterkasta bandinum, sum finst millum menniskju.

Og hvat er í grundini vakrari enn at vera saman? Er tað nakað, vit hava lært seinastu tvey árini, er tað at vera saman ikki er nøkur sjálvfylgja. At vera saman kann sum einki verða tikið frá okkum. Ein av sterkastu ræðumyndunum, sum hava fest seg á mína nethinnu frá fyrstu koronabylgju, er myndin úr hart rakta Brasil, tá dóttirin gevur grátandi mammuni á ellisheiminum eitt klemm gjøgnum eitt forhang.

Frá 2021 er tað serliga ein løta, ið eg fari at taka við mær. Tað var løtan, tá Christian Eriksen lá lívleysur á vøllinum, meðan Parkin, býurin, kongaríkið, allur heimurin ørkymlaður fylgdi við. Tað vóru nakrir langir og ræðuligir minuttir í kensluni av at vera eygnavitni til eitt deyðsfall.

Men so er tað, at tað vakra hendir í øllum sorgarleikinum. Menninir á vøllinum sláa grátandi ring um vinmannin, sum liggur lívleysur á vøllinum. Í einari støðu, sum teir ongantíð kundu havt fyrireikað seg uppá, stóðu teir saman um at verja hann móti svongu miðlaeygunum. Fyri meg var hendan løtan ein so sterk og sigandi løta um vinalag, og eitt dømi um, hvussu smittandi eitt sterkt samanhald kann vera. Eg eri ikki í iva um, at júst hendan myndin av ungu monnunum í kreppu fór beint inn í hjørtuni hjá tjóðini, sum fór í sjokk.

Og at vit standa saman var júst tað, sum skuldi til, fyri at sammóðir fekk rúmd í okkara barsilslóggávu, bæði uttan fyri og innan fyri tingsins gátt. At familja, vinir, felagsskapir og miðlar hjálpa einum av okkara minnilutum til javnbjóðis rættindi. Og er tað ikki bara vakurt at eygleiða, hvussu stóra gleði ein slíkur sigur hevur við sær?

At vera saman er ikki nøkur sjálvfylgja, nú vit fara inn í nýggja árið. Men søgan hevur lært okkum, at vit duga at standa saman. Sum møður saman við okkara sammøðrum og sum brøður saman við brøðrum okkara. Mítt ynski fyri 2022 er, at vit fara inn í eitt nýtt ár og eina framtíð við einum ynski um at stríðast saman fyri at bera hvønn annan fram.

Gott nýggjár!

---

Eilen Anthoniussen er 40 ár og býr í Havn. Hon starvast sum ritstjóri og samskipari á Føroyar lesa og hevur drúgvar royndir í føroysku miðlunum.