Nú er aftur januar. Vit eru nýliga farnar at skriva 2026, og hesa tíðina byrja vit ofta við stórum ætlanum og lyftum til okkum sjálvar. Summar ynskja at liva sunnari, røra seg meira, gevast at roykja, biða um lønarhækkan ella okkurt heilt annað. Men hóast vit ofta byrja árið við stórum og góðum ætlanum, vísir tað seg tó, at lyftini ikki halda so leingi, og vit detta aftur í gamlar vanar. Sambært gransking frá Pew Center for Research sleppa 41 prosent av okkum nýggjarslyftunum innan fyrsti mánaðurin er av. Amerikanski miðilin Psychology Today vísir á, at trupulleikin ofta er, at krøvini vit seta til okkum sjálvar eru ov órealistisk, og at granskarar ístaðin mæla til, at vit arbeiða við fleksiblari málum, sum verða tillagað gernadisdagin og taka hædd fyri teimum broytingunum, sum vit møta. Tað er tó ikki ógjørligt at fáa nýggjárslyftini at halda, og sami miðilin, Psychology Today, hevur eisini fimm góð ráð til, hvussu vit kunnu gera tað rætt í 2026.
1. Vel eina kós heldur enn eitt endamál
Hugsa um títt lyfti og vel eina tilvitaða kós fyri, hvussu tú kanst røkka tí. Hetta gert tú við at gera smáar broytingar í tínum gerandisdegi. Smáar broytingar gera, at tú verður treystari í tí smáa, og at tað við tíðini verður lættari at tillaga teg nýggju broytingarnar. Um tú til dømis ynskir at lætna 10 kilo, so verður viðmælt, at tú setur tær sum mál at eta sunnari hvønn dag heldur enn at síggja eitt ávíst tal á vektini.
2. Legg dent á framstig og ikki perfektión
Tað er sera trupult at broyta atburð, men um hyggur at framgongdini, tú gert hvønn dag, heldur enn at hugsavna teg um at gera alt perfekt alla tíðina, so eru sannlíkindini fyri, at tú heldur á við at arbeiða við tínum málum, nógv størri. Ver errin av tær sjálvari teir dagarnar, tú megnaði tað, tú setti tær fyri, og ver tolin við tær sjálvari, tá tað ikki gongst sum ætlað – tá verða trivnaðurin, sjálvsvirðið og sjálvsálitið betri.
3. Lær teg at seta hesi orðini 'um' og 'so´ saman
Skalt tú til dømis leggja av at roykja, so er gott at tosa jaligt við teg sjalva, so tú sleppur undan teimum ultimatum, sum gera, at tað ofta miseydnast. So ístaðin fyri at siga, at tú ongantíð fert at roykja aftur, ver so heldur realistisk og so sig tær sjálvari, at um tú ikki klárar at halda tær, so byrjar tú av nýggjum við nýggjarslyftinum í morgin.
4. Ger eina mánaðarliga eftirmeting.
Fylg við framstigunum, tú gert hvønn mánað við at spyrja teg sjálva, um tú átti at verði meiri fleksibul í tínum framferðarhátti, um tú átti at tosa jaligari við teg sjálva ella verði tolnari við teg sjálva, tá tingini ikki eydnast. Tillaga eftir tørvi og halt á við broytingunum, tú ynskir at fremja.
5. Redefinera tað at miseydnast
Tað er avgerandi at broyta fatanina av, hvat tað veruliga merkir at miseydnast. Tí ein miseydnað roynd er ikki ein niðurstøða, men heldur er tað ein afturmelding - tú fært afturmelding um tað, sum ikki riggaði. Tá tú miseydnast, so traðkar tú viðsíðuna av, men tað merkir ikki, at øll ferðin er av, og at tú nú skalt sleppa tínum nýggjárslyfti. Tú miseydnast bara av álvara, tá ið tú gevur upp, steðgar ella velur ikki at royna longur.
Nú vit eru komin inn í nýggja árið, mist so til at tankarnir um nýggjárslyftini kunnu tillagast umstøðurnar… gev samstundis tær sjálvari loyvi til at tiltalga teg umstøðurnar í tínum gerandisdegi, royna av nýggjum og vera tolin við tær sjálvari, tá ið tað ikki eydnast. Og minst eisini til at viðurkenna og smáu sigrarnir hvønn dag!