Okkara boð upp á ein góðan G!-leygardag
Lívsstílur
Okkara boð upp á ein góðan G!-leygardag
Skráin bjóðar upp á bæði føroysk og altjóða nøvn umframt fleiri øðrvísi mentanarupplivingar
Eftir: Anniku Kunoy Im / Myndir Kvinna 18.07.2026

Í dag er síðsti dagur á G! í ár, og tann dagurin hevur altíð ein serligan dám. Fólk vilja fáa tað síðsta við, lagið er ofta eitt sindur meira avslappað, og fleiri enda kvøldið við teimum stóru konsertunum á Sandinum.

Skráin bjóðar upp á bæði føroysk og altjóða nøvn umframt fleiri øðrvísi mentanarupplivingar. Um tú ert í iva um, hvat tú skalt prioritera, hava vit valt seks upplivingar, sum vit halda eru serliga verdar at fáa við í dag.

Men gev tær eisini stundir at steðga á millum konsertirnar. Keyp tær ein kaffimunn, set teg í sandin og njót umhvørvið. Tað eru ofta júst tær løturnar, sum gerast bestu festivalminnini.

 

Lea Kampmann (17.05–17.50 / Fjósið)
Lea Kampmann hevur eitt sermerkt og nærverandi tónleikaligt úttrykk, og Fjósið hóskar væl til sangirnar hjá henni. Hetta er eitt gott val hjá teimum, sum vilja byrja tónleikakvøldið í einum róligari og intimari umhvørvi.

 

Urbanus (19.10–19.55 / Fjósið)
Urbanus tekur yvir í Fjøsinum tíðliga um kvøldið. Konsertin er eitt gott boð til tey, sum hava hug til føroyskan tónleik við einum øðrvísi dámi, áðrenn skráin á teimum størri pallunum av álvara fer í gond.

 

Marianna Winter (19.25–20.10 / Spæliplássið)
Marianna Winter hevur eina sterka rødd og eitt greitt tónleikaligt eyðkenni. Hon hevur gjørt vart við seg bæði í Føroyum og uttanlands, og konsertin á Spæliplássinum er eitt gott høvi at hoyra hana á heimliga festivalinum hjá okkum.  Legg tó til merkis, at konsertin hjá henni byrjar, áðrenn Urbanus endar í Fjøsinum, so her verður neyðugt at velja - ella fáa eitt sindur við av báðum.

 

 

Tommy Cash (20.20–21.20 / Sandurin)
Estlendski Tommy Cash er kendur fyri sín løgna og óvæntaða stíl, har tónleikur, skemt og framførsla renna saman. Hetta er ein av teimum konsertunum á skránni, har tað er torført at vita frammanundan, hvat fer at henda. Men eitt er vist: Vit kunnu í øllum førum syngja við til Espresso Macchiato, sum til Eurovision í fjør, gjørdi hann heimskendan.

 

Elinborg (21.50–22.35 / Spæliplássið)
Elinborg er úr Gøtu, og tí er tað nakað serligt, tá hon stendur á pallinum á G!. Tónleikurin hjá henni er myrkur, elektroniskur og kensluborin, og konsertin á heimavølli er eitt av teimum føroysku innsløgunum, vit serliga gleða okkum til í kvøld.
Les eisini: Elinborg kemur heim á pallin, har alt byrjaði.

 

Clickhaze (22.50–23.50 / Sandurin)
Clickhaze er ikki bara eitt kempi stórt navn úr føroysku tónleikasøguni, men ein bólkur mannaður við fleiri tónleikarum, sum síðani á hvør sín hátt hava gjørt um seg í tónleikaheiminum. Millum limirnar eru Eivør Pálsdóttir, Mikael Blak, Høgni Lisberg, Petur Pólson, Jens L. Thomsen, Bogi á Lakjuni og Jón Tyril. Konsertin á Sandinum er meira enn bara eitt blast from the past. Hon er ímyndin av einari serligari tíð í føroyskum tónleiki og gevur bæði teimum, sum minnast Clickhaze frá fyrr, og teimum, sum ongantíð hava upplivað bólkin, møguleika at hoyra hann á einum stórum palli. Hetta er ein av teimum konsertunum, sum veruliga gevur síðsta G!-kvøldinum á hesum sinni tyngd.