Fyri at húðin skal hava tað gott, krevur hon góða røkt. Vit kunnu gera okkara til, at húðin fær tað, henni tørvar, og í dag er vitanin um húð og húðrøkt nógv betri enn fyri nøkrum fáum árum síðani. Tó er ongin skjót og ómakaleys undurviðgerð, tá talan er um húðrøkt. Vit hava hitt Rannvá Langgaard, sum er kosmetikari og eigur og rekur Derma, og spurt hana, hvussu vit best røkja húðina.
Hvat hevur týdning fyri, at húðin hevur tað gott?
Tað er nógv ymiskt, sum ávirkar húðina. So sum kostur, svøvnur, rørsla, væta, sálarlig støða, alkoholnýtsla, kaffi og sól. Alt hetta skal vera í góðari javnvág, fyri at húðin skal hava tað gott.
Til dømis sæst tað aftur á húðini, um tú fert ígjøgnum eina kreppu í lívinum, sum ávirkar teg sálarliga. Tað kann vera ein hjúnaskilnaður, at tú hevur mist ein kæran ella kanska ein uppsøgn. Húðin reagerar eisini upp á slíkar broytingar í tíni sálarstøðu.
Harafturat eru nøkur viðurskifti, sum vit eru føddar við og tískil ikki fáa broytt, og síðani er alt tað, sum vit fáa gjørt nakað við.
Tí er tað umráðandi, at tú vaskar húðina væl hvønn dag og smyrt krem á. Bæði morgun og kvøld. Í dag er tað sjáldan, at kremini innihalda parabenir, gjørd evnir, litevnir o.s.fr., sum kunnu tippa porurnar.
Eisini skalt tú brúka tað kremið, sum hóskar til tína húð. Til dømis um tú hevur feittuta húð, skalt tú brúka krem uttan olju, men við nógvari vætu. Fær feittut húð ov nógv feitt, fer hon at framleiða meira feitt.
Hví er týdningarmikið at vaska smyrsl av, áðrenn eg fari til songar?
Húðin byggir seg upp um náttina. Tað er tá, hon fær frið og hvíld, og tá fær hon heldur ikki tað nógva av dálkandi evnum úr t.d. luftini.
Tí er tað týdningarmikið, at tú vaskar smyrsl, sveitta og annað av og vætar húðina væl við kremi um kvøldið. Eisini mást tú brúka rætta kremið, so tú fært røttu vætuna til húðina. Tá húðin er rein, sleppur kremið at treingja betur inn í húðina og gera tað, sum tað skal.
Tú eigur eisini at vaska tær um morgunin, tá ið tú vaknar, tí um náttina sveitta vit, og sveittin eigur at verða vaskaður burtur, áðrenn vit smyrja nýtt krem á.
Um tú skalt velja, nær á degnum tú vaskar tær, so viðmæli eg um kvøldið, men best er sjálvandi, um tú eisini gert tað um morgunin.
Um veturin hava vit tørv á meira vætu og ymiskum, sum kann sissa húðina og verja hana móti veðri og vindi
Hvussu broytist okkara húð gjøgnum lívið?
Tað eru fýra húðtypur. Feittut, turr, viðbrekin og samansett (kombinerað) húð. Tú ert fødd við einari húðtypu, og tað fært tú ikki broytt. Húðstøður og lívsstíl kunnu vit harafturímóti gera nakað við.
Longu frá 25 ára aldri fer húðin at missa smidleika, og tí eigur tú longu tá at fara at hugsa um okkurt slag av anti-aging kremi. Eingi krem fáa rukkur at hvørva, men tey kunnu hjálpa tær at eldast vakurt.
Tá tú ert 30-40 ára gomul, hendir eisini ein stór broyting av tí, at tað er tá, tær sjónligu rukkurnar koma.
Størsta broytingin kemur, tá tú ert millum 40 og 50 ár. Tá fara nógvar kvinnur gjøgnum skiftisárini, og tú fert at fáa avbjóðingar við hárvøkstri o.s.fr., tí kroppurin broytist so nógv.
Húðin broytist alt lívið.
Ávirkast húðin av árstíðunum?
Ja, tað ger hon. Vit lata okkum í eftir veðrinum, og um veturin er vit betur vard og betur ílatin. Og um summarið eru vit berari, og húðin fær betur andað.
Um veturin hava vit tørv á meira vætu og ymiskum, sum kann sissa húðina og verja hana móti veðri og vindi.
Um summarið hava vit tørv á eyka faktori fyri at verja okkum móti sólini; og eisini øðrum vitaminum, samanborið við veturin.
Men yvirhøvur hava húð, hár og negl tað betri um summarið enn um veturin, og har kann tað vera, at D-vitamin og sólarljósið hevur okkurt at siga, uttan at eg dugi at siga júst hví.
Nær skal eg brúka sólkrem?
Mínar royndir siga mær, at í Føroyum eru vit ikki so røsk at brúka sólkrem, men tað er batnað nógv seinastu árini, og tey flestu vita tíbetur, at tað er týdningarmikið. Í roynd og veru skulu vit – eisini í Føroyum – brúka sólkrem alt árið.
Um tú ikki brúkar sólkrem, fer húðin at pigmentera, og vandin fyri húð- og móðurmerkjakrabba økist eisini. Í dag er sólfaktorur í nógvum gerandisvakurleikavørum sum dagkremum, primara, putri og øðrum, so tað er ikki neyðugt at smyrja fleiri ymisk sløg av kremi á húðina.
Góð ráð frá Rannvá
- Reinsa, væta og verj húðina væl
- Hugsa um kost, svøvn og rørslu, men minst eisini til at liva
- Drekk nógv vatn
Greinin varð upprunaliga prentað í Kvinnu í 2021