Onkuntíð samla tær sær mót, taka dik á seg, renna upp trappurnar og koma inn
Lívsstílur
Onkuntíð samla tær sær mót, taka dik á seg, renna upp trappurnar og koma inn
Tað krevur ómetaliga nógv at leita tær hjálp, tá tú hevur verið fyri harðskapi. Forðingarnar kunnu tykjast óteljandi, og tað er torført at megna at taka stigið. Eisini er harðskapur enn tabu í føroyska samfelagnum, og tí fyllir skommin eisini nógv. Vit tosa tó meir um harðskap bæði okkara millum og í miðlunum nú, enn vit gjørdu fyrr, og hagtøl frá Kvinnuhúsinum vísa, at talið av kvinnum, sum hava fráboðað harðskap, eksploderaði í 2020.
Eftir: Anniku Kunoy Im / Mynd: Amy Hansen 25.11.2021

Í dag er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum, og tí endurgeva vit hesa samrøðuna við Kvinnuhúsið um evnið. Greinin varð upprunaliga prentað í Kvinnu í heyst, tá eitt stórt tema um harðskap var í blaðnum. 

– ‘Eg eri ikki handan typan. Eg veit í veruleikanum ikki, hví eg siti her. Eg havi útbúgving, komi úr eini góðari familju og eri einki offur!’ Soleiðis siga tær flestu kvinnurnar, sum vit tosa við. Tí tá tær eru komnar inn um dyrnar hjá okkum, bresta fordómarnir í samfelagnum saman við samleikanum hjá teimum. Men veruleikin er, at tað er eingin stereotypisk kvinna, sum verður fyri harðskapi. Harðskapur kann raka okkum allar, siga Ann-Britt Fríðheim Mortensen, leiðari, og Bina Svartá, námsfrøðingur í Kvinnuhúsinum, frá.

– Heldur er talan um, hvat slag av monnum, tú kanst hitta á lívsleiðini, leggja tær aftrat.

Harðskapur er ofta trupul at fáa eyga á
– Tá fyrsta stigið er tikið, og kvinnan, sum hevur verið fyri harðskapi, leitar sær hjálp, síggja vit ofta, at ivin fyllir nógv í teirra tilvitsku. Tær ivast millum annað í, um tað, tær hava upplivað, kann bólkast undir harðskap, millum annað tí tær eisini hava góðar løtur við makanum, sum ger, at myndin kann vera nokk so samansett, og at veruleikin ikki er so svartur og hvítur, greiða tær frá.

Ynskið um at fáa parlagið at rigga aftur kann eisini spæla ein stóran leiklut. Tí tað byrjaði alt gott og ljósareytt. Dreymurin um at koma aftur til tað, sum var, ger, at tær vilja fara langt fyri at fáa tað at rigga. Ein partur av hesum kann til dømis vera at rættvísgera orsøkina til harðskapin við, at tær svaraðu aftur ella arbeiddu ov nógv og so framvegis. Fyri familju og vinir, sum vita av harðskapinum, kann tað vera óskiljandi, at kvinnan í fyrstu atløgu verjir mannin og ikki sleppur sær úr parlagnum alt fyri eitt. Men sálarligur harðskapur er ofta trupul at gjøgnumskoða og bróta burturúr, tí hann er tongdur at nøkrum mekanismum, sum endurtaka seg, sum til dømis at atferðin hjá makanum skiftir frá at vísa umsorgan og kærleika til at vera kontrollerandi og niðurgerandi, og soleiðis verður kvinnan vavd inn í ein harðskapssnyril, sum kann hava nógvar álvarsamar fylgjur við sær - bæði persónliga og sosialt, siga tær báðar.

Tað tekur tíð, og tað er ein tilgongd at skilja, hvat tað er, sum hendir í einum harðligum parlagi. Og tann fyrsta tíðin er ofta merkt av samspælinum, kvinnan hevur livað í, meðan parlagið hevur verið. Ofta er talan um nógv ár.

Ivast ein kvinna í, um hon livir í einum parlagi við harðskapi, er umráðandi hjá henni at vita, at í Kvinnuhúsinum verður tagnarskyldan tikin í álvara. Ofta er ein orsøk til ivan eisini, at kvinnan er bangin fyri at skuldseta mannin og útseta børnini og familjuna fyri fylgjunum av hesum.

– Ivin er tí ein týðiligur partur av sálarligum harðskapi. Ivast ein kvinna í, um tað er harðskapur, talan er um, so er tað ofta tí, at talan í veruleikanum er um harðskap. Men tað tekur tíð at koma har til, og tann tilgongdin er í trúnaði, greiða Ann-Britt Fríðheim Mortensen og Bina Svartá frá.

Lurta, vegleiða og undirvísa um mekanismurnar í harðskapi
– Er talan um harðskap í einum parlagi, hava vit ikki eina endaliga uppskrift uppá, hvat ein kvinna eigur at gera. Vit lurta, vegleiða, veita sálarhjálp og vísa á hjálpar- og stuðulsmøguleikar, so at kvinnan hevur bestan møguleika at fóta sær, sigur Bina Svartá.

Kvinnuhúsið bjóðar eisini ráðgeving og vegleiðing um tey praktisku og búskaparligu viðurskiftini. Húsið hevur ein virknan leiklut at samskipa samstarvið við bæði privatar og almennar stovnar og myndugleikar, so sum Almannaverkið, Rættarhjálp Føroya, advokatar/løgfrøðingar, Familjufyrisitingina, bankar/peningastovnar, Útlendingastovuna, barnaverndartænastur, løgregluna, læknar ella viðgerðarstovnar. Alt, so at kvinnan gerst betur før fyri at kunna seg um teir møguleikar, sum eru, og leggja ætlanir og taka avgerðir, sum hóska júst til hennara tørv.

– Tað tvørfakliga er ómetaliga týdningarmikið, tí tað eru so nógvir stovnar, ein kvinna skal seta seg í samband við í eini slíkari støðu - serliga um talan eisini eru um børn og ognir. Tí hjálpa vit við tí, sum vit yvirhøvur kunnu, sigur leiðarin.

– Kvinnurnar, sum seta seg í samband við okkum, eru ofta í kreppu og hava mist orienteringina. Stórur partur av arbeiðinum, sum vit gera, er at hjálpa harðskapsraktum kvinnum at finna heild og høpi aftur. Vit hava eina vitan og nakrar mannagongdir, sum vit brúka. Tað eru nógv fyrivarni at taka í eini slíkari støðu, og tí hjálpa vit eisini við at taka ímóti og savna kunningina og savna træðrirnar, so kvinnan spakuliga kann fáa yvirlit og fóta sær aftur.

– Vit leggja spakuliga tilgongdina til rættis, tí bæði kvinnur og børn, sum koma á Kreppumiðstøðina og opnu ráðgevingina, hava í fyrstu atløgu tørv á tryggum kørmum, leggur hon aftrat.

– Harðskapur í parlagnum tekur alla orku burtur. Kvinnurnar, sum seta seg í samband við okkum, stríðast. Eiga tær børn, berjast tær eisini fyri at útinna mammuleiklutin samstundis. Tí er tað gott hjá teimum at seta orð á veruleikan, tær liva í, og at fáa at vita, at tað, sum tær ofta kenna av strongd, angist, tunglyndi ella ringum nervum, er ein normal reaktión upp á ónormalar umstøður. Tí kroppurin reagerar upp á trýstið og strongdina, hann hevur verið fyri.

– Børnini hava eisini tørv á stuðli til at fóta sær eftir at hava livað í einum heimi við harðskapi. Hjá børnunum er tað ómetaliga samansett, tí tey eisini eru í eini øðrvísi valdsrelatión, har tey ikki kunnu rýma, men eru bundin at valunum, tey vaksnu taka. Vit veita eisini vegleiðing til, hvussu tú sum mamma best kanst hjálpa barni tínum gjøgnum eina slíka tíð, siga tær.

Áheitanir meir enn tvífaldaðar
Tá løgmaður á grækarismessu 2020 legði landið lamið vegna koronu, og fólk vórðu biðin um at vera heima, var larmandi tøgn í Kvinnuhúsinum í nakrar vikur, áðrenn tað eksploderaði.

Í 2020 vóru 974 áheitanir til Kvinnuhúsið um harðskap móti kvinnum. Í 2019 var hetta sama talið 604. Hetta er ein øking á 61,25 %.

– Tá ið altjóða kreppustøður raka, síggja vit javnan, at somu trupulleikar henda í Føroyum, men koma til sjóndar nakað seinni. Vit hava eisini sæð, at føroyskar kvinnur eru ómetaliga pragmatiskar og áhaldandi í trongum støðum. Føroyskar kvinnur í kreppustøðu fara ikki úr støðuni, uttan at tað er hægst neyðugt, hugleiðir leiðarin í Kvinnuhúsinum.

Tó gistu bert sjey kvinnur og fýra børn á Kreppumiðstøðini í 2020. Fleiri orsøkir kunnu vera til lága talið av gistandi kvinnum í 2020. Ein orsøk er millum annað, at tað er sera trupult at fáa nýggjan bústað, tá kvinnurnar og børn teirra eru til reiðar at flyta úr Kreppumiðstøðini.

Sambært áheitanunum í 2020 er harðskapurin móti kvinnum í landinum øktur munandi seinasta árið, samstundis sum møguleikar fyri bústaði eru ógvuliga avmarkaðir. Hetta hevur eisini við sær, at børnini eru noydd at liva í heimum við harðskapi longur, enn neyðugt er, tí kvinnurnar ikki hava nakað stað at fara aftaná, og høgu bústaðarprísirnir spenna eisini bein fyri stakar uppihaldarar.

– Hendan avbjóðingin ger eisini, at børn eru vitni til harðskap, ella sjálvi verða fyri harðskapi longur, enn neyðugt er, og at vandin fyri, at harðskapurin ávirkar tey langt inn í vaksna lívið, er stórur. Vit mugu heilt einfalt hjálpa hesum bólkum í okkara samfelag, sum hava átrokandi tørv á hjálp, skrivar Kvinnuhúsið millum annað í ársfrágreiðing síni fyri árið í fjør.

Hagtøl

Landafrøðiligt býti av áheitanum í 2020
460 úr býi
94 úr størri bygd
49 úr minni bygd
10 úr útlondum
102 ikki upplýst staðseting

Umframt hetta vóru 259 áheitanir, ið snúðu seg m.a. um fyrispurningar, uppgávur/verkætlanir, miðlar, samskifti við aðrar stovnar, samstarv og vitjanir.

Aloftast hevur tað verið kvinnan sjálv, ið hevur vent sær til Kvinnuhúsið. Í summum førum hava tað verið millum annað Almannaverkið, løgregla, lækni, sálarfrøðingur ella familja/vinir/arbeiðspláss.
Kvinnurnar, ið settu seg í samband við Kvinnuhúsið í fjør, vóru í øllum aldri, tær flestu millum 20-50 ár.

Hvør fremur harðskapin?
Í flestu førum var tað makin ella fyrrverandi makin, sum hevði framt harðskapin.

2020
Maki                                                    282
Fyrrverandi maki                                298
Foreldur, systkin, børn                        35                   
Onnur                                                  59
Ikki upplýst                                         41



Orsøkir
Samanbera vit orsøkirnar til áheitanirnar í 2019 og 2020, síggja vit millum annað, at fráboðanir um sálarligan harðskap øktust úr 356 í 623, hóttanir um harðskap úr 248 í 456 og fíggjarligan harðskap úr 95 í 315.*


– Vit vóna, at øktu tølini eru orsakað av øktum tilviti um harðskap, men tað vita vit sjálvsagt ikki, sigur Ann-Britt Fríðheim Mortensen.

*Sama kvinna kann hava vent sær við fleiri trupulleikum, tí samsvarar talið av áheitanum ikki við talið av orsøkum.

Fakta:

  • Kvinnuhúsið hevur síðani fyrstu áheitanina í 1990 ført hagtøl yvir áheitanir og slag av trupulleika. Áheitanirnar eru úr nærum øllum kommunum í Føroyum. Á hvørjum ári eru nakrar áheitanir úr útlondum.
  • Kvinnuhúsið bjóðar ráðgeving og vegleiðing. Kvinnur fáa viðtalur við starvsfólk, ið hava holla vitan um harðskap, viðtalur við sálarfrøðing og bólkasamrøður.
  • Kreppumiðstøðin heldur til í Kvinnuhúsinum. Á Kreppumiðstøðini kunnu kvinnur búgva saman við sínum børnum í eina tíð. Kvinnurnar fáa eitt kamar fyri seg sjálvar og hava atgongd til felags køk og stovu, vesi og bað. Tær gera sjálvar mat, keypa inn, reingera og vaska klæðir. Kvinnur, ið gista, kunnu eisini fáa viðtalu hjá sálarfrøðingi.
  • Øll kunnu seta seg í samband við Kvinnuhúsið. Ikki er neyðugt við eini ávísing frá lækna ella øðrum. Starvsfólk og sjálvbodnar vaktir í Kvinnuhúsinum taka tagnarskylduna í álvara og skráseta hagtøl dulnevnt.
  • Ivast tú, um tað er harðskapur, tú, ella onkur, tú kennir, upplivir, kann ein samrøða við Kvinnuhúsið hjálpa. Tað er altíð møguligt at fáa fatur á Kvinnuhúsinum - bæði dag og nátt - bæði til samrøðu í dagtímunum og til at sleppa inn á Kreppumiðstøðina.

Hvat er harðskapur?

Skilt verður millum sjey ymisk sløg av harðskapi. Hesi eru:

  • Talgildur harðskapur
  • Kropsligur harðskapur
  • Materiellur harð­skapur
  • Sálarligur harðskapur
  • Kynsligur harðskapur
  • Fíggjarligur harðskapur
  • Tráelting (Stalking)

Ann-Britt Fríðheim Mortensen greiðir frá, at harðskapur ofta byrjar við sálarligum harðskapi, men tað er ómetaliga sjáldan, at harðskapur steðgar har. Vanliga er talan um fleiri sløg av harðskapi í harðligum parløgum. Skommin er ofta stór hjá kvinnum, sum hava verið fyri harðskapi, men skommin er ofta størri, tá talan er um kynsligan harðskap.

Hvørji tekin kunnu vera um harðskap?

Kropslig tekin: Kvinnan kann hava ilt í búkinum, hava skaðar, ið ikki kunnu forklárast, tjúkt lag av sminku fyri at fjala merkir og líknandi og/ella vektin broytist munandi.

Sálarlig tekin: Kvinnan kann hava skiftandi sinnalag, ringt sjálvsvirði, kenslur so sum skuld og skomm, tunglyndi, svøvn-trupulleikar, trupult við at hugsavna seg, ótta, vera nervøs, troytt og ella hava tekin uppá PTSD.

Sosial tekin: Kvinnan heldur seg fyri seg sjálva, isolerar seg frá familju og vinum, møtir verri upp til arbeiðis/skúla, trupult við at samstarva, avlýsir ella gloymir avtalur og hevur løgnar frágreiðingar.

Atburður hja makanum: Ringir ella skrivar ofta, tá tey ikki eru í rúmi saman, er stýrandi/kontrollerandi, vil helst vera saman við viðkomandi, dámar ikki, at hon/hann tosar við hitt kynið.

Minst til:

Kennir tú onkra, sum er fyri harðskapi, ring so til Kvinnuhúsið og fá ráðgeving og kunning um, hvussu tú fært hjálpt.

Ofta verða sosialu sambondini hjá kvinnum, ið eru fyri harðskapi, avmarkað. Avvarðandi kunnu eisini koma til samrøðu í Kvinnuhúsinum, tí tey halda, at viðkomandi er broytt og/ella hevur avmarkað ella kvett sambandið við tey.