Pakka ryggsekkin – her eru 6 upplivingar í Elduvík
Lívsstílur
Pakka ryggsekkin – her eru 6 upplivingar í Elduvík
Hevur tú hug at fara ein túr til friðsælu Elduvík? Sanna Brandal, ið hevur sterkt tilknýti til bygdina, hevur her 6 góð viðmæli, sum tú kanst leggja tær í geyma til næstu ferð, bilurin skal pakkast og løtan í føroysku nátturini njótast.
Eftir: Eftir Anniku Kunoy Im / Myndir Amy Hansen 15.05.2025

Eftir at hava greitt frá sínum persónliga tilknýti til Elduvíkar og teimum serligu løtunum, sum bygdarlívið gevur í greinini, Elduvík - eitt summarmál fyri alla familjuna, deilir Sanna Brandal nú seks viðmæli til tín, sum hevur hug at vitja bygdina. Her finnur tú alt frá stillisligum túrum í náttúruni til livandi upplivingar við børnunum – eitt úrval av løtum, ið gera túrin til Elduvíkar bæði minnisríkan og gevandi.

 

6 viðmæli til Elduvíkstúrin

  • Far ein túr oman í gjónna
    Tú kanst pakka tær ryggsekkin og taka ein nátturðabita, kaffi ella okkurt annað við og sita har og njóta løtuna. Stórsligna náttúran hevur nógv at bjóða, so tað er umráðandi at fara túrin við opnum sinni og sansa og merkja tað, sum er har.

  • Framvið Stórá
    Tak gummistivlar, gonguskógvar, eitt teppi og ein matpakka við, so fært tú fleiri tímar at ganga har. Áin er krókut, ymisku støðini oman við ánni hava ymiskt at bjóða. Har ber millum annað til at fanga síl, vassa og floyta gummibát. Men áin, við øllum lívinum, sum er har, gevur eisini teimum vaksnu nakað heilt serstakt av sansaupplivingum.

  • Túr í bygdini
    Gongur tú ein hugnaligan túr í bygdini millum litríku húsini, kanst tú heilt víst fáa okkurt gott prát við bygdarfólki, sum er har. Minst til at hava virðing fyri teimum, sum búgva har og liva av tí, sum er í nærumhvørvinum.

  • Úr Elduvík til Oyndafjarðar
    Túrurin um líðina til Oyndafjarðar gjøgnum bygdargøtuna er ein ordiliga góður túrur, sum ikki er so ringur at ganga. Pakka eina tasku við onkrum góðum og far so avstað. Minst til at kanna, hvussu veðrið er, áðrenn tú fert, so tað ikki er ov vátt ella hált.



  • Vitja Sofíu og djórini í Frúustovu
    Sofía er blíð og vísir fegin djórini, hon hevur í djóragarðinum á trøðni, sum familjan eigur einar 100 metrar frá bygdini. Har hevur hon hønur, dunnur, gæs og kalkunir. Gev henni endiliga eitt oyra fyri ómakin.

  • Í kirkju sunnumorgun
    Eru vit har sunnumorgun, dámar okkum ómetaliga væl at fara í kirkju. Prestur er ikki har hvønn sunnumorgun, men har er altíð lestur. Um summarið eru eisini onkuntíð konsertir í kirkjuni. Tað er ómetaliga fjálgt og gevandi.

 




Viðkomandi greinar