
"Eg vil hava nýggjan køk - maðurin droymir um ein bilskúl"
Hetta tosaðu maðurin og eg um í gjár. Og heima hjá okkum tosa vit ofta um pengar. Ikki bara okkara egnu, men eisini fíggjarviðurskiftini í samfelagnum. Heima tosa vit um, hvat vit hvønn mánað noyðast at gjalda, og so hvat vit ynskja okkum og vilja spara saman til.
Tí pengar skapa lætt ósemjur og frustratiónir. Serliga í parløgum, har fíggjarstøðan er trong, og eingin ætlan ella loysn er funnin uppá hetta. Hetta síggi eg í mínum arbeiði. Eg eri ikki parterapeutur – men bankaráðgevi og tilmæli pørum at tosa opið saman um pengar. Um tað er torført at tosa um, er tað eitt gott hugskot at seta eina pengadate á skrá í kalendaran.
Ein pengadate er bara eitt hugnaligt og erligt prát millum teg og tín maka, har tit saman hyggja at tykkara fíggjarviðurskiftum. Tað kann vera heima í sofuni við einum góðum drekkamunni ella á einari kaffistovu, har tit tosa saman um inntøkur, útreiðslur, dreymar og raðfestingar. Um tú ikki hevur ein maka, er tað eisini umráðandi at seta tíð av til at hyggja eftir fíggjarviðurskiftunum og leggja eina ætlan.
Og hóast tað kann tykjast eitt sindur rotið og formelt at seta eitt prát um pengar í kalendaran, so kann ein pengadate gera stóran mun hjá nógvum. Tað er ikki bara, tá kontoin er tóm, at tað er týdningarmikið at tosa um pengar. Jú fyrr pengaprát verða tikin, tess lættari er tað at skilja hvønn annan og saman arbeiða fram ímóti tí, sum er týdningarmikið fyri júst tykkum.
Heima hjá okkum verður tað við tíðini kanska bæði ein nýggjur køkur og ein bilskúrur. Fyrst mugu vit tó finna fram til, hvat tað kostar og saman leggja eina ætlan fyri, hvussu vit røkka okkara dreymum.
Fimm góð ráð til eina pengadate
1. Gerið tað hugnaligt: um tað er heima ella úti er líkamikið, bara tit hava góða tíð og rúm til at lurta og práta.
2. Tosið bæði um gerandisdagin og dreymar fyri framtíðina: hyggið eftir, hvat kemur inn, hvat tit brúka pengar til fast og síðani, hvat tit vilja spara saman til. Ynskini kunnu vera mong – ábøtur á húsini, ein dreymaferð ella kanska at halda ein stóran, rundan føðingardag?
3. Far ígjøgnum fastar útreiðslur: er tað eitt nú okkurt hald, sum kann strikast ella broytast? Gjalda tit til dømis bæði fyri Spotify? Og brúka tit enn Mofibo? Og um tit eisini brúka meira til mat, enn tit ætla, ber tað so til at gera eina matarætlan ella eta meira úr frystiboksini?
4. Hyggið eftir gjaldkortunum: tað er so lætt bara at koyra kortið ígjøgnum, tá vit gjalda. Um vit vilja hava meira tamarhald á, hvat vit brúka, er snilt at hava eitt Mastercard. Her ber nevniliga ikki til at brúka meira enn tað, sum er á kortinum.
5. Leggið eina fíggjarætlan saman: har tit gera eitt einfalt yvirlit yvir inntøkur og útreiðslur. Endurskoðið ætlanina saman javnan – hvønn mánað ella ársfjórðing. Um man til dømis metir, at 2.500 krónur eru tað, sum er neyðugt at brúka til familjuna til mat og bensin hvørja viku, so skulu um 11.000 krónur setast av til hetta hvønn mánað. Matkontoin kann síðan vera ein felagskonto, sum báðir partar hava hvør sítt Mastercard til. Fyri ikki at brúka meira enn avtalað, kann ein føst flytning á 2500 krónur um vikuna verða flutt á matkontoina.