Prestar um jólini: Kærleiki og nærvera kunnu ikki keypast fyri pengar og stórar jólagávur
Lívsstílur
Prestar um jólini: Kærleiki og nærvera kunnu ikki keypast fyri pengar og stórar jólagávur
Andaligu virðini liggja í órøkt. Og jólini eru vorðin sjálv ímyndin av ótálmaðum grammleika, materialismu og verðsligum undirhaldi, ið ikki hevur varandi virði. Tað er fáfongd, ið við tíðini elvir til ónøgd, strongd og fráveru heldur enn kærleika og nærveru millum menniskju. Tað halda prestarnir Marjun í Kálvalíð og Ann Dahl Hansen, sum her umframt annað práta um rákið í tíðini og tvídráttin millum tað andaliga og tað verðsliga.
Eftir: Jákup Boga Joensen / Mynd: Amy Hansen 21.12.2021

Tað angar av nýbryggjaðum kaffi. Við borðið í Kaffihúsinum undir Bryggjubakka í Havn sita tveir prestar og práta. Tær samrøða. Evnið eru jólini, sum eru í hondum.

- Eg bíði bara eftir, at vit fáa eina nýggja búskapar- og fíggjarkreppu. Tá fer rákið at venda, og tað andaliga kemur aftur til sín rætt. Tað hevur tað gjørt, hvørja ferð kreppa hevur verið í landinum. Tað er tengt at konjunkturinum í samfelagnum, sigur Marjun í Kálvalíð, sóknarprestur í Vága prestagjaldi.

Hin nikkar játtandi.

- Ja, tá ið kreppan rakar, er tað ikki tann stóra og kostnaðarmikla jólagávan ella tann nýggi bilurin í túninum, sum hevur tann stóra týdningin. Tá verður leitað til onnur og meira grundleggjandi virði, sigur Ann Dahl Hansen, sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi.

Orðið kreppa ella katastrofa kemur av griska orðinum katastrophe og merkir vend ella umskifti.

Og tað er júst tað, ið prestarnir við borðið eftirlýsa, eitt umskifti, tí jólini eru vorðin sjálv ímyndin av ótálmaðum grammleika, materialismu og verðsligum undirhaldi, ið ikki hevur varandi virði. Tað er fáfongd, ið við tíðini elvir til ónøgd, strongd og fráveru heldur enn kærleika og nærveru millum menniskju, halda tær.

Modernað konservativ
Marjun í Kálvalíð og Ann Dahl Hansen eru børn av hvør síni tíð og hvør sínum ættarliði. Tað bæði sæst og hoyrist á prátinum. Ólíkar - og tó. Tær eru als ikki so ósamdar um stóru gudfrøðiligu spurningarnar og bíbilsku tulkingarnar, sum vit annars lættliga kundu hildið. Onkur hissini munur er tó, annað vildi verið løgið.

Marjun, sum er 17 ár eldri enn Ann og útbúgvin sosialráðgevi og konfliktmeklari, gjørdist prestur sum 53 ára gomul, sigur seg vera modernað-konservativa. Ein heldur øðrvísi og stuttlig orða-samansetingin, ið birtir forvitnið hjá Ann.

- Ha? Hatta havi eg ikki hoyrt fyrr. Men tað er eitt gott orð. Fortel, fortel. Hvat er modernað-konservativ, spyr Ann og sendir bóltin yvir um borðið aftur.

Marjun sigur seg vera reyðsokk, sum berjist fyri javnstøðu og javnrættindi millum kynini. Tískil modernað, sigur hon.

Hon er kvinna og virkar sum prestur. Og so er hon fráskild og sær hvørki andsøgn ella trupulleika í at gifta onnur uppaftur.

- Tað er av stórum týdningi fyri meg at miðla boðskapin um, at hóast vit menniskju gera mistøk og ganga skeiva kós, kunnu vit altíð koma aftur til Gud og fáa ein nýggjan møguleika og eina nýggja byrjan.

Henda boðskapin tekur Ann fult undir við. Hon kennir seg annars mangan at verða setta í bás sum ein ógvuliga konservativan prest, ið vegna kjakið um giftu millum tvey av sama kyni hevur verið fyri ógvusligum ákoyringum, ið hon heldur í stóran mun eru grundaðar á fordómar. Sjálv heldur Ann seg vera ein ógvuliga rúmligan og frísinnaðan prest, ið tilvitað roynir at møta øðrum menniskjum, har tey eru, fordómsfrítt. Men tað merkir ikki, sigur hon, at hon ikki hevur meiningar um, hvussu Bíblian kann og skal tulkast og fatast, eitt nú í spurninginum um hjúnalag millum tvey av sama kyni, ið hon ikki tekur undir við. Tað ger hon ikki, tí tað, sambært henni, stríðir ímóti sjálvari skapanarsøguni og hjúnalagnum, sum Gud ætlaði millum mann og kvinnu. Men í spurninginum um at uppaftur gifta mann og kvinnu heldur hon ikki, at kirkjan kann forða fyri og nokta hesum.

- Eg gifti fráskild uppaftur. Tað samsvarar illa við ta klassisku, konservativu hugsjónina, men eg geri tað. Og grundin er ein: Náði Guds. Um tað var nakar, sum prædikaði um náði og nýggjan møguleika til menniskju, so var tað Jesus sjálvur. Tí haldi eg ikki, at vit kunnu forða manni og kvinnu ein nýggjan møguleika og eina nýggja byrjan, vilja tey giftast uppaftur. Náði Guds og tann nýggi møguleikin er sjálv kjarnin í kristindóminum, sigur Ann.

Hon leggur dent á, at hon hevur brúkt nógva tíð og orku upp á at granska spurningin. Hon skilir sjónarmiðini og grundgevingarnar hjá øðrum prestum og starvsfeløgum, ið ikki vilja gifta uppaftur. Men hon er ikki samd í sjónarmiðunum og ætlar sær framhaldandi at gifta fráskild uppaftur, sigur hon.

Tað andaliga við skerdan lut
Náði Guds er eisini reyði tráðurin og kjarnin í kristna jólaboðskapinum. At Gud gjørdist menniskja í Jesusi er ein staðfesting av Guds ovurstóra miskunnsemi og kærleika til menniskjuna, siga Marjun og Ann.

Tað er hesin boðskapur, ið átti at verið bulurin í øllum jólunum. Men so er ikki, halda tær. Tvørturímóti eru tær samdar um, at tann andaligi og kristni boðskapurin er við ógvuliga skerdan lut og er stóri taparin í kappingini um sálirnar í desember mánaði. (ella í kappingini um at fanga uppmerksemi???)

- Tað tykist, sum hava vit gloymt, hvat jólini í veruleikanum snúgva seg um, sigur Marjun og ilskast týðiliga.

Hon vísir á, at tað er munandi lættari at finna jólakort við jólamonnum og nissum á, enn tað er at finna jólakort við Mariu, Jósefi og lítla Jesusbarninum í krubbuni. Og tað sigur ikki so lítið, heldur hon og leggur aftrat týdningin í jólaboðskapinum um frið og gleði á jørð, og hvussu lítið vit mangan geva friðinum ans á jólum.

Eisini Ann tykist at vera ørkymlað um rákið, ið hon heldur skyldast ógvusligum rembingum uttan úr heimi og sekulariseringini, sum farin er fram kring vesturheimin og nú spakuliga otar seg inn á Føroyar og føroyingar.

Eitt dømi um hetta, heldur hon, er, tá ið jólatrøini kring landið verða tendrað. Vanliga verður prestur boðin við til haldið. Í Havn hevur hetta verið siðvenja á Vaglinum í mong ár. Men sjálv hevur Ann valt haldið frá í leiklutinum sum prestur.

- Tað er mín greiða fatan og uppliving, at prestur tapir kappingina við jólamannin, tí jólamaðurin er stuttligari, festligari og bjóðar karamellur. Boðskapurin hjá presti er kanska ikki so festligur í verðsligum høpi. Men gávan og innihaldið í boðskapinum, sum prestur er boðberi av, er so nógvar ferðir størri enn tað, sum jólamaðurin kann bjóða. Tí undrar tað meg stórliga, at gáað verður so lítið eftir tí andaliga gleðiboðskapinum, sum jólini í roynd og veru boða og snúgva seg um, sigur Ann.

- Eg havi mangan undrast og spurt meg sjálva, um prestur er við til haldið, tí kommunan og fólkið veruliga ynskir tað. Mangan havi eg eina kenslu av, at prestur er bara við, tí tað er siðvenja, at prestur skal vera við. Men tann grundleggjandi spurningurin, ið vit eiga at seta okkum, er, um prestur skal vera við, tí vit veruliga ynskja okkum tað andaliga innihaldið. Tað ivist eg mangan í, sigur hon.

Hon leggur dent á, at hon als einki hevur í móti jólatrænum á Vaglinum og tí hugna, sum hoyrir til jóltíðirnar. Men sum prestur heldur hon, at hennara leiklutur sum boðberi av tí andaliga og kristna boðskapinum mangan stendur í skugganum av tí verðsliga undirhaldinum.

Marjun er samd við Ann í, at leikluturin hjá presti tykist at vera svunnin burtur í lítið og einki av týdningi. Sjálv heldur Marjun tó fast um siðvenjuna at tendra jólatrø í bygdunum í Vágum. Tað dámar henni væl, sigur hon.

Mugu taka valdið aftur
Verðsliga undirhaldið og kappingin um materiellu virðini hevur ongantíð verið størri og sjónligari enn júst nú, halda prestarnir.

- Jólini eru vorðin eitt projekt hjá fleiri, sum fyri alt í verðini má eydnast, sigur Ann.

- Ja, og tað er vandamikið. Tað er stór byrða at bera hjá tí einstaka, tí meta vit okkum einans út frá  materiellum virðum, og projektið fellur til jarðar, so miseydnast vit sum menniskju, sigur Marjun.

- Tað er eitt øgiligt trýst, ið eingin megnar at liva við, sigur Ann og leggur dent á, at ímyndin um tey perfektu jólini er ein vandamikil kós hjá teimum (fíggjarliga) sperdu familjunum.

Marjun nikkar játtandi.

- Eg haldi, at vit áttu at avlýst projektið, sett ferðina niður og skrúvað fyri øllum krøvum og væntanum upp undir jól og á jólum, sigur hon.

Hon heldur, at nútíðarmenniskjað í alt ov stóran mun og ókritiskt letur seg lokka og tøla av materialismuni og grískum og peningasterkum handils- og lýsingarfyritøkum, ið súgva til sín. Tað er ikki brúkarin, ið stýrir handilsvinnuni, men handilsvinnan, ið stýrir brúkaranum, heldur hon.

Hesum sjónarmiði er Ann samd í. Men hon heldur ikki, at tað ber til at lasta handilsvinnuni eina fyri støðuna. Tað er ábyrgdin hjá tí einstaka at siga frá og taka valdið aftur, heldur hon.

- Tær nýtist ikki at gera, sum handilslýsingarnar siga, at tú átti at gjørt. Onkursvegna snýr tað seg um at taka valdið aftur og halda fast í sær sjálvari, sigur Ann.

Hon veit, at tað kann tykjast lættari sagt enn gjørt, tí tað krevur mót og dirvi at siga frá og standa fast við virði, sum ikki eru stýrd av materialismu og handilsligum áhugamálum. Virði, sum eru í andsøgn til tey andaligu. Og tað krevur uppaftur meira mót at fara móti streyminum.

- Tað er umráðandi at minnast til, at vit altíð hava møguleikan at velja. Eg sigi ikki, at tað er lætt, tí vit eru uppi ímóti ógvuliga sterkum kreftum. Men vit hava altíð ein møguleika at velja til og frá, sigur Ann.

Hon heldur, at júst møguleikin at velja er verdur at leggja sær í geyma.

- Eg haldi, at tað er sunt at steðga á, reflektera og spyrja, hvussu vit sum einstaklingar og familja ynskja okkum, at jólini skulu vera. Á tann hátt kunnu vit taka valdið aftur og ráða í egnum lívi og í egnum heimi. Tað ræður um at ráða sær sjálvari og familjuni og ikki at lata seg lokka og tøla av ytri kreftum, so sum handilsvinnuni ella glansmyndum á sosialu miðlunum, ið royna at billa okkum ein perfektan veruleika inn, ið ikki passar, sigur Ann.

Marjun í Kálvalíð og Ann Dahl Hansen yppa øksl og standa spyrjandi. Ár um ár vísa royndirnar, at verðsligu og materiellu jólagávurnar, væl pakkaðar inn í glitrandi pappír við alskyns litum, eru sjáldan varandi virði, men ofta eitt tekin um skeiklað nærsambond og hol í tilveruni, ið roynt verður at fjala út yvir. Tað eydnast tó sjáldan, tí tá samvitskan fer at níva, verður mynstrið avdúkað. Kærleiki og nærvera kann ikki keypast fyri pengar og stórar jólagávur.

- Tað er so lætt at pussa sær samvitskuna og keypa eina jólagávu fyri nakrar hundrað ella kanska túsund krónur. Tað krevur einki av okkum. Tað trupla er at vera í veruligum sambandi við onnur menniskju. Tað er tað, sum veruliga krevur nakað av okkum, tí tá mugu vit fyrihalda okkum til persónin og menniskjað, sum vit samskifta og hava samband við, sigur Ann.

Marjun nikkar og er púra samd.

- Størsta gávan er ikki altíð tann, sum glimrar og glitrar. Størsta gávan er hinvegin nærveran og tíðin, ið vit seta av til onnur menniskju, tí tíðin er tað dýrabærasta, ið vit eiga. Tað ræður um at vera nærverandi og njóta løtuna saman, sigur hon.

Prestarnir eru samdir um, at tað er nærveran og nærsambondini, relasjónirnar, ið vit hava við okkara nærmastu, sum er tann størsta og besta jólagávan.

Hetta er eingin sjálvfylgja í dagsins samfelag, siga tær báðar, tí nærveran og tíðin eru undir ógvuliga stórum trýsti frá glintandi telefonum og boðum á eitt nú sosialu miðlunum. Facebook, Instagram og Snapchat eita tjóvarnir, ið ræna sum ravnar, eru vit ikki á støðugum varðhaldi og ansa væl eftir, siga tær.

- Eg má viðganga, at eg eri stórur syndari, tá um telefonina ræður, sigur Ann.

- Nei, hatta sigur mær ógvuliga lítið, sigur Marjun og dregur gomlu Nokia telefonina úr lummanum.

- Oh my dear, sigur Ann og brestur út í rungandi látur.

- Halt munn, Marjun. Tú veitst, at vit kunnu fáa nýggja telefon frá bispi, um okkum tørvar tað, ha?

- Jú, sigur Marjun, men noktar at boyggja seg fyri nýggjasta mótarákinum á marknaðinum.

- Telefonin riggar fínt, og eg havi tað gott. So hví skal eg fáa mær nýggja telefon, spyr Marjun og smírist glað um ringjandi lutin.

Og skjótt ringja vit jólini inn.