Ragnar tók kjansin: –Vit hava spart nógv upp á elrokningina
Lívsstílur
Ragnar tók kjansin: –Vit hava spart nógv upp á elrokningina
Tá Ragnar Mørkøre og familjan settu síni fyrstu sólpanel upp í oktober 2024, kendi hann ongan annan privatpersón, sum hevði roynt somu loysn. Í dag hava tey 26 sólpanel á húsinum og úthúsinum, og royndirnar hava verið so góðar, at hann væntar, at nógv fleiri føroyingar fara at velja sólorku komandi árini
Eftir: Anniku Kunoy Im / Myndir Hanna Vang / Greinin er gjørd í samstarvi við Sev 07.09.2026

Tað var, tá familjan fekk sær hitapumpu, at áhugin hjá Ragnari Mørkøre í Havn fyri grønum orkuskipanum veruliga vaknaði. Hitapumpan gjørdi, at elnýtslan vaks, og samstundis fór hann at hugsa um, hvussu familjan kundi minka um elrokningina og framleiða ein part av orkuni sjálv.

 

Hetta eru ljóspanel. Tey fáa orku frá ljósi og ikki bara frá beinleiðis sól

 

Hann fór tí at kanna, hvussu sólorka riggaði undir føroyskum umstøðum. Hann las um ymiskar skipanir, tosaði við veitarar og fekk eina meting av, hvussu nógv sólpanelini væntandi kundu framleiða.

– Vit valdu at taka kjansin og vita, hvussu tað fór at rigga, fortelur Ragnar.

Tá var sólorka framvegis ein lutfalsliga nýggj loysn hjá føroyskum húsarhaldum. Hóast nakrar vinnufyritøkur og privatfólk longu høvdu sett panelir upp, kendi Ragnar ongan persónliga, sum hann kundi spyrja um royndirnar. Tí mátti hann sjálvur savna sær vitan og meta um, hvør loysn hóskaði best til teirra hús og nýtslu.

 

Byrjaðu við 20 panelum
Fyrsta skipanin varð sett upp í oktober 2024. Tólv panel komu á takið og átta á takið á úthúsinum, sum stendur á sama matrikkli. Seinni bygdu tey ein kvist á húsið og nýttu eisini tann partin av takinum til fleiri panel.

Í dag hava tey tilsamans 26 sólpanel.

Fyri Ragnar var tað ikki nóg mikið, at panelini framleiddu nógva orku. Tey skuldu eisini hóska væl til húsið og vera pen.

– Tað var umráðandi fyri meg, at panelini vóru pen, svørt og líktust takinum. Tey, vit hava, eru næstan heilt svørt og fella væl inn í, sigur hann.

Støddin á panelunum hevði eisini týdning, tí hann vildi gagnnýta takflatuna so væl sum gjørligt. Panelini eru tvísíðað, soleiðis at tey kunnu taka ímóti ljósi bæði omaná og frá ljósi, sum verður kastað upp undir tey.

Tey flestu panelini venda suðureftir, men nøkur eru eisini á hinari síðuni á húsinum. Sambært Ragnari er tað ein misskiljing, at panelini einans framleiða orku, tá sólin skínur beinleiðis á tey.

– Hetta eru ljóspanel. Tey fáa orku frá ljósi og ikki bara frá beinleiðis sól.

 

 

Battaríið goymir orkuna
Sólorkuskipanin hjá familjuni er knýtt at einum battaríi. Tá panelini framleiða meira streym, enn húskið klárar at brúka, verður battaríið løtt. Orkan kann síðani nýtast seinni á degnum ella um náttina, tá panelini ikki framleiða.

Tá battaríið er fult, og framleiðslan framvegis er størri enn nýtslan, verður yvirskotsstreymunrin latin inn á elnetið hjá SEV.

Ragnar veit ikki, um eitt battarí er neyðugt hjá øllum, sum velja sólpanel, tí tað veldst um nýtsluna og endamálið við skipanini. Hjá teimum gevur tað tó góða meining, tí tey kunnu goyma ein part av teirra orku og brúka hana, tá tørvurin er størri.

Tey hava eisini útvegað sær eina eyka skipan, sum ger, at tað við eini serstakari backup-skipan ber til at varðveita streymveitingina til ávísar partar av húsinum, eisini tá streymveitingin frá netinum er burtur. Skipanin skal lúka galdandi trygdarkrøv og tekniskar treytir fyri netíbinding og tryggja, at streymur ikki verður latin út á elnetið undir netfráveru.

 

Stóra elnýtslan ger íløguna betri
Familjan hevur bæði hitapumpu og elbil, og tí brúka tey lutfalsliga nógvan streym. Júst tað er sambært Ragnari ein av orsøkunum til, at sólpanelini hava givið so góða meining hjá teimum.

Ein stórur partur av streyminum, sum panelini framleiða, verður brúktur beinleiðis í húsinum. Tað sæst aftur á elrokningini.

– Vit hava spart nógvar pengar upp á elrokningina, síðan vit fingu okkum sólpanel. Vit hava hitapumpu og elbil, so hjá okkum er sparingin rættiliga munandi, sigur hann.

Hvussu skjótt ein sólorkuskipan betalur seg, er tó ymiskt frá húsarhaldi til húsarhald. Tað veldst millum annað um prísin á skipanini, hvussu nógv hon framleiðir, og hvussu stórur partur av orkuni verður brúktur heima.

Ragnar metir, at ein afturgjaldstíð á umleið tíggju ár kann vera vanlig, men leggur samstundis dent á, at panelini hava nógv longri livitíð. Garantiin er vanliga um 25 til 30 ár, og panelini kunnu halda longri enn tað.

Tí eigur ein at síggja sólpanel sum eina langtíðaríløgu heldur enn eina skjóta sparing.

 

Framleiðir mest um summarið
Ein vanligur ivaspurningur er, um Føroyar hava nóg mikið av sól til, at sólpanel geva meining. Ragnar heldur, at júst tann ivin er ein av orsøkunum til, at fleiri ikki longu hava valt loysnina.

 

Vit hava spart nógvar pengar upp á elrokningina, síðan vit fingu okkum sólpanel

 

 

– Eg vænti, at nógv halda, at tað ikki riggar serliga væl, tí vit ikki hava so nógva sól, sigur hann.

Framleiðslan er sjálvandi nógv størri í ljósu mánaðunum. Um summarið kann familjan vera sjálvbjargin við elorku, meðan framleiðslan er munandi minni um veturin, tá dagarnir eru stuttir og sólin stendur lágt.

Men panelini framleiða framvegis nakað í vetrarhálvuni, og tað er samlaða framleiðslan yvir árið, sum er avgerandi.

– Man framleiðir ógvuliga nógv um summarið og minni um veturin. Men yvir eitt heilt ár er tað ógvuliga gott, og hjá okkum loysir tað seg væl.

 

 

Stórur áhugi frá øðrum
Síðan panelini komu á takið, hava nógv vent sær til Ragnar og spurt, hvussu skipanin riggar, hvussu nógv hon framleiðir, og um íløgan loysir seg.

Hann væntar, at áhugin fer at vaksa, so hvørt sum fleiri síggja sólpanel á føroyskum húsum og hoyra um veruligar royndir.

– Tað hava verið nógv, sum hava spurt okkum um hetta, eftir at vit fingu panelini. Fólk síggja, at tað riggar, og eg trúgvi, at fleiri fara at velja hesa loysnina.

 

Set teg væl inn í loysnina
Ragnar mælir øllum, sum umhugsa sólpanel, til at kanna marknaðin væl, áðrenn tey taka avgerð. Tað eru ymisk sløg av panelum, og bæði stødd, útsjónd, framleiðsla og garanti kunnu vera ymisk.

Tað er eisini umráðandi at gera sær greitt, hvat endamálið er. Skal skipanin fyrst og fremst minka um elrokningina, veita streym til hitapumpu og elbil ella geva størri sjálvbjargni?

– Hevur tú stóra elnýtslu, til dømis hitapumpu og elbil, so er tað ein betri íløga. Tað er eisini umráðandi at hugsa um, hvussu panelini síggja út, og hvussu tey kunnu staðsetast, so tú fært sum mest burtur úr, sigur hann.

Av tí at afturgjaldstíðin kann vera long, heldur Ragnar eisini, at lívsstøðan eigur at vera partur av avgerðini. Ein yngri familja, sum ætlar at búgva leingi í húsinum, hevur fleiri ár at fáa ágóðan av íløguni.

Hjá honum sjálvum er niðurstøðan greið.

– Vit hava verið ógvuliga glað fyri loysnina.

 

Hetta skalt tú vita um sólorku

Hvussu riggar ein sólorkuskipan?
Sólpanelini framleiða javnstreym, sum verður leiddur til ein invertara. Invertarin umsetur javnstreymin til veksilstreym, sum kann nýtast í elskipanini í húsinum. Framleiðir skipanin meira, enn húsið brúkar, kann yvirskotsorkan latast inn á elnetið hjá Sev.

 

Hvør kann seta sólpanel upp?
Allir elkundar kunnu seta upp sólpanel upp til og við 11kW til egna elframleiðslu og lata yvirskotsorku inn á netið hjá Sev. Uppsetingin skal altíð gerast í samstarvi við ein góðkendan elinnleggjara.

 

Hvat krevst?
Áðrenn sólpanel verða sett upp, skulu neyðug loyvi fáast til vega. Vanliga fevnir hetta um:

  • kanna um byggiloyvi krevst frá kommununi
  • loyvi frá Sev til íbinding í elnetið. Hesum syrgir løggildur elinnleggjari fyri

 

Hví sólorka?
Føroyar hava sum mál, at øll elframleiðslan á landi skal vera 100 prosent grøn. Sólorka kann vera eitt týdningarmikið íkast til grønu elframleiðsluna, serliga í summarhálvuni, tá framleiðslan frá sólpanelum er størst.

 

 

 




Viðkomandi greinar