Renniætlan: 5 km upp á 8 vikur
Vika 1–2
Kom í gongd - 3 túrar um vikuna
Gakk 5 minuttir
Renn 1 minutt og gakk 2 minuttir x 6
Gakk 5 minuttir
Tilsamans 26 min
Vika 3–4
Finn rytmuna - 3 túrar um vikuna
Gakk í 5 minuttir
Renn 2 minuttir og gakk 2 minuttir × 6
Gakk 5 minuttir
Tilsamans 32 min
Vika 5
Meiri renning - 3 túrar um vikuna
Gakk 5 minuttir
Renn 5 minuttir og gakk 2 minuttir × 4
Gakk 5 minuttir
Tilsamans 36 minuttir
Vika 6
Meiri samanhangandi renning - 3 túrar um vikuna
Gakk 5 minuttir
Renn 10 minuttir og gakk 2 minuttir × 2
Renn 5 minuttir
Gakk 5 minuttir
Tilsamans 37 minuttir
Vika 7
Nú ert tú næstan har - 3 túrar um vikuna
Gakk 5 minuttir
Renn 15 minuttir
Gakk 2 minuttir
Renn 10 minuttir
Gakk 5 minuttir
Tilsamans 37 minuttir
Vika 8
5 km-vikan
2 lættir túrar:
Gakk 5 minuttir
Renn 20 minuttir
Gakk 5 minuttir
Tilsamans 30 minuttir
1 túrur:
Gakk 5 minuttir
Renn 5 km við eini ferð, sum kennist væl (tað er altíð loyvi at ganga)
Gakk 5 minuttir
Góð ráð
Um tú ert móð, hevur PMS, sovið illa ella nógv at gera, so kanst tú altíð ganga meira og renna minni. Tú missir ikki vunnin úrslit av tí. Kroppurin verður eisini sterkari, meðan tú hvílir.
Og minst eisini til, at ein túrur upp á 5 kilometrar kann taka 25, 40 ella 55 minuttir. Allir eru teir 5 kilometrar.
Kvinnurenningin 2026 verður leygardagin 16. mai á Tórsbreyt í Havn.
Melda til áðrenn 11. mai 2026 og tryggja tær luttøku fyri 350 kr. Eftir 11. mai hækkar prísurin til 399 kr.
Við luttøku fært tú stóran gávuposa við góðum gávum, avsláttrarkortum og ymsum lekkrum at forkela teg sjálva við. Og sjálvandi luttekur tú eisini í stóra lutakastinum um nógvar góðar vinningar.
Renninummar og gávuposi kunnu heintast mikudagin 13. mai kl. 10.00 til 17.00. Fríggjadagin 15. mai kl. 10.00 til 17.00. Og leygardagin 16. mai kl. 10.00 -13.00 í handlinum hjá Thomas Dam Intersport á Smyrilsvegi 5.
Melda til her
Høvuðsstuðlar hjá Kvinnurenningini 2025 eru Thomas Dam Intersport og Aqua d’Or.