Renniprogramm - 5 km eftir 6 vikum
Lívsstílur

Renniprogramm - 5 km eftir 6 vikum

Her kunnu allar vera við – tað er lætt at fylgja renniprogramminum, sum ger teg klára til at renna 5 kilometrar eftir bert 6 vikum.
Eftir: 10.04.2022

V I K A  1

Sunnudag: Gakk 4 min. róligt, renn 2 min. - hav stutta hvíld, vend við og endurtak heim aftur.

Mánadag: Frí

Týsdag: Gakk ein túr í hálvan tíma

Mikudag: Gakk 5 min., renn 2 min., stutta hvíld, vend og endurtak.

Hósdag: Gakk 5 min. skjótt, renn í 2-3 min. vend, gakk heim.

Fríggjadag Frí ella gakk ein róligan túr, um tú hevur hug.

Leygardag: Gakk 5 min. róligt, renn 2 min. hav stutta hvíld, vend við og endurtak heim aftur.

V I K A  2

Sunnudagur: Gakk ein túr, í minsta lagi ½ tíma - gakk skjótt!

Mánadagur: Gakk 5 min., renn 3 min., vend, gakk 5 min. og renn 3 min.

Týsdagur: Frí ella gakk ein róligan túr, um tú hevur hug.

Mikudagur: Gakk 3 min., renn 4 min., hvíl, vend, renn 4 min. og gakk 3 min.

Hósdagur: Gakk ein túr í 45 min. Gjarna skjótt.

Fríggjadagur: Gakk 5 min., renn 4 min., vend, endurtak.

Leygardagur: Frí. Næsta vikan longu løgd afturum.

V I K A  3

Sunnudagur: Gakk 5 min., renn 4 min. vend og endurtak.

Mánadagur: Gakk ein túr í hálvan tíma.

Týsdagur: Gakk 3 min., renn 4, hvíl, vend, 4 min. og gakk 3 min.

Mikudagur Frí ella gakk ein róligan túr, um tú hevur hug.

Hósdagur Gakk 2 min., renn 5, hvl, vend, 5 min. og gakk 2 min.

Fríggjadagur: Frí. Nú gongur væl framá!

Leygardagur: Gakk ein túr í 45 min., gjarna so sveittin kemur fram.

Melda til ársins Kvinnurenning her!

V I K A  4

Sunnudagur: Gakk 2 min., renn 6, hvíl, vend, renn 6 min. og gakk 2 min.

Mánadagur: Gakk 1 min., renn 5 min., hav hálvan min. hvíld, vend við og renn 5 min. og gakk 1 min.

Týsdagur: Frí. Fullkomiliga frí. Tað er gott av og á.

Mikudagur:  Gakk 1 min., renn 7 min., gakk 2 min., renn 7 min. Vend við og gakk skjótt heim aftur.

Hósdagur:  Frí. Nú klárar tú at renna 2,5 km út í eitt!

Fríggjadagur: Gakk ein túr í mesta lagi hálvan tíma.

Leygardagur: Renn 15 min róliga. Vend við og gakk skjótt heim aftur.

V I K A  5

Sunnudagur: Frí. Tú kundi hugsað tær at farið ein túr, men halt frí.

Mánadagur: Renn 7½ min. Vend við og renn 7½  min. heim aftur.

Týsdagur: Gakk ein túr í hálvan tíma.

Mikudagur: Renn 10 min., vend so við og renn 10 min. Heim aftur – róligt og avslappað.

Hósdagur: Frí. Beinini upp á sofaborðið og slappa av.

Fríggjadagur: Renn 15 min. við róligari ferð, vend við og skiftivís gakk og renn heim aftur.

Leygardagur: Slappa av. Frídagur! Nú nørkast til 5 km túrin.

V I K A  6

Sunnudagur: Renn 9 min. vend og renn 9 min. heim aftur.

Mánadagur: Gakk ein túr í hálvan tíma – róligt.

Týsdagur: Renn 12 min. út, vend og renn 12 min. uttan hvíld.

Mikudagur: Frí ella gakk ein róligan túr, um tú hevur hug.

Hósdagur: Gakk ein túr í hálvan til heilan tíma.

Fríggjadagur: Renn ein lítlan túr, umleið 15 min., róliga.

Leygardagur: Máta ein túr uppá 5 km, renn hann. Í dag er komið á mál við 5 km, og so uppá bert 6 vikur!

Melda til ársins Kvinnurenning her!




Viðkomandi greinar