Rósa Maria Restorff: – Í ár haldi vit jólaaftan á Hotel Føroyum
Lívsstílur

Rósa Maria Restorff: – Í ár haldi vit jólaaftan á Hotel Føroyum

Hon hevur nógv um at vera nú, hon er nýliga sett í starv sum nýggjur stjóri á Hotel Føroyum, og jólini eru í ár myndað av arbeiði uppi á hotellinum. Kortini ynskir hon hesa tíðina at hava tíð og at njóta løturnar saman við sínum nærmastu, umframt at minnast Jesusbarnið. Nú tað stundar til jóla, hava vit sett Rósu Mariu Restorff seks spurningar um jólini.
Eftir: Kvinnu 20.12.2025

Hvussu heldur tú jól?
Í ár haldi eg jólaaftan á Hotel Føroyum. Av tí at tað bert verður tann eini sonurin heima hjá okkum jólaaftan í ár, so havi eg valt at taka kvøldvaktina í móttøkuni jólaaftan, og síðan morgunvaktina jólamorgun. Maðurin, Mikkjal og sonurin, Nichlas hava borð í matstovuni Ruts á Hotel Føroyum jólaaftan saman við mammu og babba. Vit hava bílagt okkum kamar, so teir fara ordiliga at hugna sær, meðan eg arbeiði. Eg fái væntandi eina fríløtu av og á. Tað eru borðspøl í móttøkuni, so vit fara allarhelst at spæla kort og onnur borðspøl, sum vit altíð gera á jólum.

Hvat er tað týdningarmesta fyri teg um jólini?
Eg bleiv eitt sindur rørd, tá eg las spurningin um, hvat hevur mest týding fyri meg á jólum, tí eg eri so takksom fyri, at Jesusbarnið varð føtt. Eg haldi, tað er so týdningarmikið, at vit minnast Hann og varða friðin og gleðina í, at frelsarin varð føddur. Av tí sama merkir tað, at eg vil, at øll míni hava tað gott í hesi hektisku tíð. Eg má minna meg sjálva á ikki at fara til øll tiltøk, men har eg fari, skal eg vera til staðar og njóta løtuna saman við teimum, sum eru har. 

Hvat hugsar tú um, tá tú keypir gávur til onnur?
Eg eri sera praktiskt og vil helst ikki brúka pengar uppá nakað, sum verður til ónyttu. Eg kann finna uppá at keypa eina Voxbotn-billett, tí eg veit, at eg allarhelst komi at gjalda fyri eina seinni, tá sonurin kemur og spyr. Um børnini mangla klæðir, so kemur tað eisini undir jólatræið, kanska sum ein gáva frá nissuni. Eg kann finna uppá at keypa fleiri gávur til sama barn, men so er virðið eisini tað minni í hvørjari gávu.

Hevur tú eitt serligt jólaminni?
Sum barn minnist eg, at vit altíð skiftust ímillum at halda jól í Fuglafirði og at halda jól í Havn. Eftir døgurðan vórðu pakkarnir pakkaðir upp, og so setti babba seg við klaverið, og vit sungu einar tveir til tríggjar jólasangir. Tað varð altíð sungið í trimum stemmum. At byggja putlispæl og at gissa er nakað, sum altíð verður spælt hjá okkum á jólum.

Hvat etur tú jólaaftan?
Vit eta altíð dunnu jólaaftan við øllum tilhoyri. Mamma ger sera lekkurt waldorfsalat afturvið, og so hava vit ribsgele omaná tey stoktu, skornu súreplini. Omaná er mandlurís, kirsuberjasós og karamellsós, og bomm- og mandarinskálir standa á sofaborðunum. 

Hvat er á ynskilistanum hjá tær í ár?
Mær dámar væl at fáa eina gávu, sum eg kann brúka í dagligdegnum. Til dømis einar oyralokkar, eitt ur, eina hálsketu – sovorðið, sum eg ikki finni uppá at keypa sjálv. Í ár havi eg ynskt mær eina steikigrýtu, tí eg mangli eina. Burtursæð frá steikigrýtuni, so havi eg ikki nakað serligt ynski. Eg plagi at siga, at mann gott kann keypa okkurt lítið ting,  so sum vøttir, svarta maskara, oyralokkar og annað, sum ein veit, at eg fari at brúka. 




Viðkomandi greinar