Ruth Vang: - Jólini, tá eg átti dóttrina, vóru heilt serlig
Hvussu heldur tú jól?
Vit halda siðbundin jól. Vit eru gjarna saman við nærmastu familjuni jólaaftan, har vit eta góðan mat, lata upp gávur og annars hugna okkum saman. Tað er ymiskt, hvat vit gera jóladagarnar annars. Onkuntíð eru vit saman við vinfólki, men fyri tað mesta eru vit saman við familjuni.
Hvat er besta jólagávan, tú hevur fingið?
Vit fingu elstu dóttir okkara jóladag í 1989. Tað var ein heilt serlig gáva, og tað hevur myndað okkum jólini líka síðani, at vit hava føðingardag í familjuni jóladag.
Hvat er tað týdningarmesta fyri teg um jólini?
At vera saman við mínum kæru um jólini hevur allar størstan týdning fyri meg. At hugna okkum og njóta friðin saman, og so dámar mær sum heild væl jólastákan.
Tá eg var yngri og børnini vóru smá, gjørdi eg nógv burturúr jólunum og stákaðist við pynti, gávum og mati allan jólamánaðin. Hesi árini, eg havi verið í politikki, er arbeiði við fíggjarlóg farið við nógvari tíð og orku í desember, og eg havi verið noydd at raðfesta. Tað ger, at eg seti prís uppá løturnar við jólastákan á ein annan hátt nú, tó at mongdin av heimagjørdum jólapynti er minkað og dósirnar við heimabakstri eru færri.
Hvat etur tú jólaaftan?
Vit fara at borðreiða við fyltari dunnu aftur í ár, júst sum vit plaga, við tí sum har til hoyrir og rísalamande omaná. Í ár verða tó fleiri rættir at velja ímillum, tí gestirnir koma eisini við onkrum at seta á borðið. Tað verður spennandi og eg gleði meg.
Hevur tú eitt serligt jólaminni?
Jólini, tá eg átti dóttrina, vóru heilt serlig. Eg havi nógv góð jólaminni, bæði frá barnaárum saman við ommum, abbum og øðrum, sum nú eru farin, tá børnini vóru smá, og so hesi seinni árini, nú ommubørnini eru komin. Jólini heima og hjá nærmastu familju eru siðbundin og líkjast hvør øðrum, og soleiðis skal tað vera. Kanska tí minnist eg serliga væl tey jól, eg havi hildið aðrastaðni; í Avstralia, Danmark, Grønlandi, Svínoy og í Froðba.
Hvat hugsar tú um, tá tú keypir gávur til onnur?
Eg má viðganga, at eg ikki eri ein av teimum, sum leggi hjarta og sál í at finna serstakar gávur til hvønn einstakan. Eg leggi meg eftir at geva tað, fólk ynskja sær. Gjarna keypi eg meir ella minni allar gávurnar tann eina túrin í býnum beint undan jólum. Tað skal sigast, at eg havi ikki so øgiliga nógvar gávur at keypa.
Hvat er á ynskilistanum hjá tær í ár?
Fleiri ólavsøkur á rað havi eg hugsað, at mær manglar eina lítla tasku, sum hóskar til føroysku klæðini, og hvørja ferð havi eg hugsað, at eg skal ynskja mær eina í jólagávu, og so havi eg gloymt alt um tað. Hesa ferð havi eg minst til tað og givið manninum eitt prei.