Satt ella skeivt  - um forkølilsi, hálsbruna og influensu
Lívsstílur

Satt ella skeivt - um forkølilsi, hálsbruna og influensu

Veturin er háárstíð fyri forkølisi, hálsbruna og influensu. Og nógvar eru mýturnar og gomlu heimaráðini, sum skulu hjálpa okkum at fyribyrgja vetrarsjúkunum. Vit hava savnað fimm kendar mýtur her.
Eftir: Kvinnu / Mynd: veitari 05.02.2021

Tað hjálpir at drekka heita suppu og te?
Skeivt!
 Tað gevur heilt vist linna, men tað broytir ikki sjúkragongdina.

Tú verður skjótari frísk, um tú tekur eyka nógvar C-vitaminir?
Skeivt! Um tú ert ein vanligur persónur, sum etur og svevur vanligt, so gera eyka C-vitaminir ikki nakran mun, men undantøk kunnu vera í heilt serligum førum, har tú hevur stóran C-vitamin-tørv.

Tú mást ikki mussa nakran, tá ið tú ert forkølað?
Skeivt! Mussar smitta ikki so illa, sum nógv halda, tí tað kemur úr munninum, og forkølilsi smittar mest av snorinum úr nøsini, men tó er tað fínt, at mussast eitt sindur minni júst tá.

Tá ið tú hevur ilt í hálsinum, skalt tú hita hálsin við einum turriklæði?
Skeivt! Tað at hita hálsin er sjálvandi ein góð kensla, og meira er tað ikki.

Tú verður sjúk, um tú fert út við vátum hári ella ert ov illa ílatin, tá ið tað er kalt?
Satt og skeivt! Tú verður ikki forkølað ella fært influensu bert av at blíva køld. Men nakrar kanningar benda á, at um tú gerst køld lokalt, tað merkir til dømis um føturnar, so kanst tú gerast sjúk. Ein kanning er gjørd, har fleiri fólk í einum tíðarskeiði sótu við fótunum í køldum vatni, og her vísti tað seg, at fleiri av teimum, sum sótu við fótunum í køldum vatni, blivu sjúk samanborið við tey, sum ikki sótu við fótunum í køldum vatni. Frágreiðingin er allarhelst, at vit altíð hava forkølilsisvirus rundan um okkum, og fleiri hava virus á slímhinnunum uttan at blíva forkølaðar, fáa hálsbruna ella influensu. Kanningin vísti, at um tú verður køld um til dømis føturnar, so kann hetta møguliga vera við til at fáa hesar goymdu virusinfektiónirnar til at menna seg til eitt forkølilsi, influensu ella hálsbruna.