Signar í Homrun: Eg eri sum kókað spaghetti, tá tað kemur til tað kensluliga
Lívsstílur
Signar í Homrun: Eg eri sum kókað spaghetti, tá tað kemur til tað kensluliga
Sambært Signari í Homrum, tónleikara, eru tvey sløg av monnum til: Teir sum hyggja eftir konufólki, og teir sum lúgva um tað. Hann hevur kortini hildið saman við sínari kvinnu í meira enn 25 ár. Nakað, hann virðismetir, tí tað skal tol til at liva saman við einum tónleikara.
Eftir: Eilen Anthoniusen / Mynd Amy Hansen 18.01.2023

Tað besta við kvinnum er ...
At tær ikki eru menn. Tað er so stórur munur á kynunum. Bæði kropsliga og ikki minst tá tað kemur til sinnið. Vit menn eru ofta so spontanir, meðan kvinnurnar tykjast at duga betri at leggja til rættis. Og eg má siga, at tað mangan hevur bjargað mær at havt Eydnu. Hon er sum menniskja so ekstremt væl skipað, og tað eri eg ikki. Eg havi meir eina Pippi Smokkulegg-tilgongd til lívið: Hetta havi eg ikki roynt fyrr, so hetta dugi eg ivaleyst. Og so leypi eg bara út í tað. Tá er gott við einum trygdarnetið sum Eydnu.

Signar í Homrum err giftur við Eydnu og saman eiga tey trý børrn

Kvinnur og útsjónd ...
Tað eru tvey sløg av mannfólki til: Teir, sum hyggja eftir konufólki, og teir sum lúgva um tað. Í grundini snýr tað seg hjá monnum um atdráttarmegi og frumtrongdina til at reprodusera seg sjálvan, sum ikki hvørvur bara soleiðis. Ein stórur partur av okkum er framvegis frummenniskja. Eltingin hjá frummanninum er ikki so at fornokta. Eg las eina ferð, at fótbóltur, sum nógv fleiri menn hyggja eftir enn kvinnur, er eitt slag av plástri fyri gomlu jaktina. Tað passar ivaleyst, hóast eg ikki eri stóri fótbóltsfjepparin.

Hvørjum eg sjálvur hyggi eftir? Tað má vera bringu og rumpu. Men eg sigi, sum ein klókur vinmaður segði: Ein hyggur ikki – ein sær bara.

Men tað gevur ivaleyst meining, at ein kennir seg drignan av tí, ein ikki hevur sjálvur. Hvat kropsidealinum í dag viðvíkur, má tað sigast at vera farið av sporinum. Eltingin eftir tí fullkomna er so intens, men ongin er jú perfektur. Vit hava øll okkara lýti.

Hvat kropsidealinum í dag viðvíkur, má tað sigast at vera farið av sporinum. Eltingin eftir tí fullkomna er so intens, men ongin er jú perfektur.

Kvinnukroppurin er...

Fyrst og fremst er hann so ómetaliga vakur, og tí eru ivaleyst fleiri kvinnur avmyndaðar gjøgnum tíðina. Ella er tað tí, at tað vóru nógv flest menn, sum vóru málarar fyrr í tíðini, sum helst eisini er satt. Men førleikin at eiga børn og alt, sum kroppurin skal í gjøgnum í tí sambandi, er imponerandi í sær sjálvum.

Og so má eg siga, at eg virðismeti tolið hjá kvinnuni. Frá mær sjálvum kenni eg væl til, at vit viðhvørt kunnu vassa langt út við væl meinandi tankum og ætlanum, og tá er gott við toli. Vit hava so verið saman í meira enn 25 ár …

Tá eg sjálvur fall fyri Eydnu, vóru tað eygunum, eg fall fyri. Tað var eitt kvøldi, eg spældi til dans í Hvalvík, at eg sá hana fyrstu ferð. Kvøldið eftir hittust vit í Havn, og vit hava verið saman síðani.

Um menn burdu kvinnur vitað, at ...
Tað ikki er neyðugt at minna ein mann á at gera ting hvørt hálva ár, hóast hann hevur lovað at gera eitthvørt. Hann skal nokk gera tað. Og okkum tørvar ikki at tosa um alt. Vit menn eru konkretir. Hevur tú okkurt á hjartað, so sig tað. Smáar tilsipingar duga ikki.

Las onkunstaðni, at menn hava eitt “onki-stað” í heilanum, sum ger, at vit kunnu sita og gera onki, og heldur ikki hugsa um nakað ávíst. Eftir øllum at døma hava kvinnur ikki hetta. Og so kann tað henda, at maðurin fær spurningin: ”Hvat hugsar tú um?”. Tá er skjótt, ein verður fangaður á skeiva fótinum.

Tann sterkasta kvinnan í mínum lívi ...
Er Eydna - eingin ivi um tað. Henni havi eg valt at liva saman við, og hon hevur givið mær trý børn, Sinniliga er hon nógv sterkari enn eg. Eg eri sum kókað spaghetti, tá tað kemur til tað kensluliga. Eg kann gott tára av einum tíðindainnslagi. At syngja til jarðarferðir kemur ikki uppá tal.

Eg haldi, at orðingin “hon er eitt ótrúliga gott fólk” lýsir Eydnu øgiliga væl. Hon er tolin, klók og sjálvbjargin. At liva saman við einum tónleikara krevur sítt við skeivum arbeiðstíðum osfr.

Eg eri sum kókað spaghetti, tá tað kemur til tað kensluliga. Eg kann gott tára av einum tíðindainnslagi.

Vit hava eitt gott samstarv, um eg kann siga tað soleiðis. Vit tillaga okkum eftir hvørjum øðrum. Tað kann vera trupult at finna eina løtu at fara út saman, tá ein arbeiðir soleiðis, sum eg geri. Seinast, vit gjørdu eitt sindur eyka burturúr, var í heyst, tá vit fóru vit ein túr til Tenerife í nakrar dagar. Tað var fyrstu ferð, vit vóru og ferðaðust uttan børn.

Okkara parlag er kanska eitt sindur atypiskt við tað, at eg eri úti og spæli um vikuskiftini, og kona mín kann vera burturi nakrar mánaðir um árið, og tá standi eg fyri tí húsliga. Og tað hóvar mær væl, tí eg eri rættiliga húsligur. Mær dámar væl at gera eitt sindur eyka burtur úr í tí dagliga, og kann gott gera ein betri bita eitt vanligt týskvøld t.d.

Sum sagt eru vikuskiftini ofta merkt av mínum arbeiði, og at eg eri lítið við hús. Men vit raðfesta altíð sunnudagsdøgurðan. Tað hava vit gjørt øll árini. Tað er kanska gott at hava nøkur føst ting, at halda seg til. Okkurt sum gongur aftur vikuliga ella so. Myndaligir varðar at rætta inn eftir, so at siga.




Viðkomandi greinar