Sissal: – Tað stuttligt at hava fjepparar, men eg havi eisini havt tað ringt við tí, tí fólk standa uttanfyri hotellið í fleiri tímar og bíða eftir, at eg komi út
Lívsstílur
Sissal: – Tað stuttligt at hava fjepparar, men eg havi eisini havt tað ringt við tí, tí fólk standa uttanfyri hotellið í fleiri tímar og bíða eftir, at eg komi út
Hóskvøldið fer Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen á pallin í Basel. Vit hava hitt hana til eitt prát um tónleikin, Eurovison og at fylgja dreyminum. 
Eftir: Eftir: Anniku Kunoy Im / Mynd: Agnete Schichtkrull, DR 13.05.2025

Klokkan 20 í kvøld fer fyrra hálvfinalan í Eurovision-sangkappingini av bakkastokki í St. Jakobshalle í Basel. Seinna umfarið verur hóskvøldið, og tá fer føroyska Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen á pallin við vælumtókta sanginum "Hallucination." Vit hava hitt hana til eitt prát um tónleikin, Eurovison og at fylgja dreyminum. 

 

Hvat kunnu vit vænta at síggja á pallinum í Basel? 
Tað fer at henda meira á pallinum í Basel, enn tað gjørdi í Danmark. Eg havi fýra dansarar við, skifti klæðir einaferð og havi eitt toy, sum er sum ein hálvamáni, sum kann flyta seg og skifta litir. Vit vilja fegin vísa ta kensluligu og sárbæru síðuna av sanginum í pallsetingini -  hóast sangurin er ógvuliga upbeat.

 

Væntar tú at síggja nøkur kend andlit millum áskoðararnar? Um so, hvønn gleðir tú teg til at síggja har?
Mamma, babba, báðar systrarnar og kona systur mína vera koma at hyggja. Eisini vera fýra vinfólk har. Tað hevur ómetaliga nógv av siga, at tey, eg kenni allarbest, eru og stuðla. Tað gevur eina kenslu av friði og ró. 

 

Tú hevur áður nevnt tín stóra kærleika til Eurovision – hvat hevur kappingin lært teg longu, og hvat vónar tú at taka við tær víðari?
Mær hevur altíð dámt væl Eurovision, men eg visti ikki, at fjepparaskarðin var so stórur, sum hann er. Tað næstan, sum fótbóltur er hjá summum. Tað, sum eg havi tikið við mær, er at njóta tað og hugna mær í tilgongdini. Eg havi brúkt nógva tíð uppá at skapa felagsskap, møta nýggum fólki og at vera í tí.

 

Hvussu hevur tað verið at arbeiða saman við teimum professionellu sangskrivarunum aftanfyri "Hallucination"? Hvat hevur tín leiklutur verið í hesi tilgongdini?
Eg havi arbeitt við ymiskum professionellum sangskrivarum gjøgnum ár og dag, og eg var jú á einari sangskrivaralegu, har eg skuldi skriva sangir til aðrar artistar og til Eurovision kontekst. Ætlanin var ikki at skriva til mín sjálvs, men tá ið hesin sangurin varð skrivaður, føldi eg, at eg vildi víðari við honum. Tað er ógvuliga stuttlig og gevandi at skriva sangir saman við øðrum, sum ikki hava sama hugburð, sum tú, tí tú tá gert
kompromi og velur loysnir, tú annars ikki hevði valt.

 

Hvussu sært tú teg sjálva sum tónleikara eftir Eurovision – hvørjar dreymar og ætlanir hevur tú fyri tónleikin komandi árini?
Eg veit ikki ordiliga. Eg mangli jú einar sjey mánaðir av mínari útbúgving sum fólkaskúlalærari, og hana vil eg fegin gera lidna. Hinvegin, so hevur Eurovision jú latið nakrar dyr upp inn til ávís ting. Nú er navnið hjá mær jú har úti, og tað ger tað eisini lættari fyri meg at koma innum. Tá ið tú ert púra ókend, er tað ógvuliga torført at fáa fundir við góðu framleiðararnar. Eg hevði elskað at kunnað skapað og framleitt nógv meiri tónleik og spælt konsertir og á stóru festivalunum. Eg fari altíð at skapa tónleik, og dreymurin er at liva av tí, men eg veit samstundis, at tað er ein torfør yrkisleið.

 

Hvat hevur verið tað mest avbjóðandi og tað mest gevandi við at vera við í eini so stórari kapping sum Eurovision?
At vera so nógv burtur frá børnunum hjá mær. Eg havi altíð verið nógv saman við teimum, heinti tær tíðliga úr barnagarði og havi langa feriu við teimum. So tað hevur verið hart.

Eitt annað, sum eisini hevur verið avbjóðandi, eru fjeppararnir. Tað er sjálvsagt stuttligt at hava fjepparar, men eg havi eisini havt tað ringt við tí, tí fólk standa uttanfyri hotellið í fleiri tímar og bíða eftir, at eg komi út. Eg fái ringa samvitsku, tá ið eg ikki havi yvirskotið ella fái heilsað uppá øll.

 

Hvussu kemur tað til sjóndar í tínari framførslu, at tú ert føroyingur?
Tað kemur ikki til sjóndar í framførsluni, tí vit hava ikki nøkur føroysk – ella donsk – elementir í framførsluni. Eg fortelji tó øllum, at eg eri føroyingur, og tað stendur í mínari biografi allastaðni. Vit hava føroysk fløgg við í backstagerúmið, men ikki í greenroom.

 

Hevur mammuleikluturin ávirkað teg ella broytt títt sjónarmið í tínum tónleiki og lívi sum artistur?
Eg havi onkuntíð verið eitt sindur kedd um, at eg byrjaði at arbeiða aftur við tónleikinum so seint. Men samstundis havi eg ein heilt annan hugburð til tónleikaídnaðin, av tí at eg altíð havi nakað, sum er størri enn eg. Nevniliga míni børn, sum eru mín fremsta raðfesting. Tað hevur eisini givið mær eitt annað slag av jarðsambandi. Eg fari frá at vera ímillum fjepparar og framførslur saman við nógvum fólki til at koma heim til rugbreyð og livurpostei. Tað er ógvuliga deiligt. Eg trívist í báðum, men tað er altíð deiligt at koma heim. Hóast tað er hart at vera burturi frá børnunum, so eri eg samstundis tilvitað um, at eg geri tað fyri at fylgja mínum dreymum – tað ger meg glaða og eisini børnini glað. Tað geri eg tó ikki fyri einhvønn prís. Eg raðfesti øðrvísi, nú eg eri eldri.

 

Hvørji góð ráð vilt tú geva øðrum kvinnum, sum droyma um at gerast tónleikarar ella at føra sínar kreativu dreymar út í lívið?
Ger tað, sum kennist rætt! Hevði eg gjørt hetta, tá ið eg var 22 ára gomul, hevði høvdið hjá mær ikki klárað at fylgt við. Eg veit, at vit eru ymiskar, og tað eru fleiri, sum høvdu klárað tað, men eg hevði ikki tolt tann mótgangin og ljótu orðini, man fær. Í dag leggi eg einki í tað!

Fylg búkkensluni. Blív við. Melda teg til sangskrivaralegur. Ikki steðga fyri tað, um tú fært eitt nei. Banka á dyr. Og banka á dyr. Tað gjørdi eg. Eg setti meg í samband við fleiri framleiðarar. At enda møtir tú møguliga einum framleiðara, sum setir teg í samband við røttu fólkini.


Føroyingar og danir kunnu ikki atkvøða fyri Sissal, men fyri øllum hinum luttakarunum. Og hvør hyggjari kann atkvøða 20 ferðir í part. Kunna teg um, hvussu tú kanst atkvøða her