Sjálvt um eg eigi nógv børn, føli eg, at eg strekki til
Lívsstílur
Sjálvt um eg eigi nógv børn, føli eg, at eg strekki til
Hon átti fyrsta barnið sum 17 ára gomul, og í dag, 21 ár seinni, er hon mamma at níggju børnum
Eftir: Anniku Kunoy Im / Myndir Amy Hansen 01.02.2025

– Tá eg gekk í skúla, tosaði flokkurin ofta um, hvussu nógv børn vit ynsktu, tá vit vórðu vaksin. Hini søgdu tvey-trý. Eg havi altíð sagt, at eg vil hava tíggju børn, sigur 39 ára gamla Rúna Olsen av Sondum, sum í dag eigur níggju børn og býr í Sandavági.

 

Hon var bert 17 ár, tá hon fekk fyrsta barnið, og 19 tá hon fekk næsta barnið.

 

– So eru hini komin eitt fyri og annað eftir. Tað kann væl vera, at vit fáa okkum fleiri, men tað hava vit ikki avgjørt enn. Vit taka tað, sum tað kemur, sigur hon.

 

– Eg verði ofta spurd, um eg eri við barn aftur, ella um eg fari at fáa mær fleiri. Nú eg havi átt nummar níggju hoyri eg ofta, at eg fyri tað sama kann fáa mær eitt aftrat, so eg havi tíggju.

 

Onkuntíð, tá hon er komin á føðideildina, hevur hon verið spurd, um hon ikki hevur verið har fyrr. Og jú, hon hevur ligið har oftari enn tær flestu, men hon hevur havt tað gott í viðgongutíðini, og tað hevur gingið væl at eiga børnini.

 

– Eg havi tó altíð hildið, at eg fór at vera liðug at fáa børn, tá míni børn fingu síni egnu børn, tí eg vil hava tíð til míni ommubørn. Nú eigi eg tvey ommubørn eisini, og eg varð eitt sindur bilsin, tí eg kendi á mær, at hóast eg var omma sum 36 ára gomul, var eg ikki liðug at fáa børn kortini.

 

– Eg føli, at eg eigi so mikið nógv í ommubørnunum, at tað bara manglar, at eg havi gingið við teimum. Tey eru á sama stovni, sum míni børn, og eg klári ikki at fara eftir mínum børnum og síggja ommubørnini gráta. So taki eg tey við heim eisini. 

 

 

Heima hjá Rúnu og Tony á Sandavági rennur ein kelin og spentur lítil hundahvølpur. Hann tekur ímóti øllum, sum koma inn um dyrnar. Tvær stórar kettur ganga undir spísiborðinum og millum beinini á okkum, sum sita við borðið.

 

– Eg havi tann veikleikan, tá eg eri við barn, og tá eg júst havi átt, at eg sigi ja til øll djór. Eg kom heim við hundahvølpinum, áðrenn eg hevði spurt hini, hvat tey hildu um, at vit nú fingu ein hundahvølp. Men vit hava altíð havt nógv djór. Onkuntíð hevur tað verið hønur, onkuntíð heimaseyður, og vit hava eisini havt hest og geitir, sigur hon róliga, meðan hon setur seg niður og orsakar fyri, at tað er so rokaligt inni. Tey eru við at leggja ljóðdoyvandi loftplátur á loftið og mála veggirnar, nú ein av dreingjunum skal konfirmerast. 

 

Rúna hevur gjørt ein góðan kaffimunn og sett okkurt søtt á borðið. Uttanfyri í vogninum svevur yngsta barnið.

 

– Eg havi sjey børn, sum búgva heima. Tvey eru í barnagarði, og hini eru í skúla, sigur hon.  

 

Tá tú verður mamma sum 17 ára gomul, sigur tað seg sjálvt, at lívsleiðin ikki fylgir ta hjá javnaldrunum á øllum økjum. Rúna greiðir frá, at tað var hart at gerast mamma so ung, men tað var eisini, tí hon stríddist við burðartunglyndi, og hon og Tony royndu at fóta sær og fáa egnan bústað. Tað var ein hørð tíð, men ynski um at gerast mamma og fáa stóru familjuna hevur altíð verið har.

 

– Tað var eisini ein krevjandi tíð, tá eitt av teimum yngstu børnunum græt illa og var ómetaliga krevjandi fyrstu trý-fýra árini. Tá var eg var útlúgvað, og eg hugsi ofta um, at hevði hann verið fyrsta barnið, eg fekk, hevði eg óivað bara átt eitt barn. So strævið var tað.

 

– Men altso, samanumtikið var tað nógv strævnari at eiga tvey børn sum 19 ára gomul, enn tað er at eiga níggju børn sum 39 ára gomul. Tá var eg nýggj í mammuleiklutinum. Nú eri eg meir avslappað og takksom fyri hvønn dag, eg havi saman við teimum, greiðir hon umhugsin frá. 

 

Eg vil eisini so illa flenna, tá eg verði spurd, um eg havi tíð til mín sjálvs. Tað havi eg, tá eg fari undir brúsu, hóast onkur altíð stendur við hurðina og rópar á meg

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Ein óskipaður dagur
– Eg má flenna, tá eg verði spurd, hvussu eg skipi meg. Tí eg eri so ómetaliga óskipað. Tað eru vit bæði tvey. Men eg eri rólig, og eg minnist væl til avtalur og dato, og tað hjálpir væl. Vit ganga ikki til so nógv frítíðarítriv við børnunum, tí eg haldi tað er ov stressandi at skula til tiltøk ella kappingar hvørt vikuskifti. Annars gongur gerandisdagurin sína vanligu gongd, sigur hon og greiðir frá.

 

– Skúlabørnini gera vanliga sínar matpakkar dagin fyri - annaðhvørt smyrja tey sær breyð ella keypa okkurt at taka við. Vit fara ikki so øgiliga tíðliga upp um morgnarnar, men skúlabørnini koyra við pápa sínum, tá hann fer til arbeiðis. Tá tey eru farin, geri eg tey lítlu klár og geri teimum matpakkar. Vit eru vanliga í barnagarðinum, áðrenn klokkan verður tíggju um morgnarnar. Og so fari eg eftir teimum aftur umleið klokkan 15 seinnapartin. Tað ber til nú, meðan eg eri í barnsburðarfarloyvi. 

 

Og dagliga óruddið heima stressar hana ikki.

 

– Tá tú eigur so nógv børn, er tað ofta ordiliga bumbað inni, men eg veit, at tað, sum eg ikki nái í dag, nái eg í morgin. Eg havi tó næstan altíð uppvaskið í maskinuni, áðrenn eg fari í song, so eg sleppi undan at koma upp til tað um morgnarnar. Men eg gangi kortini og ruddi ígjøgnum allan dagin.

 

­– Og eg royni at hava tað reint og ruddiligt, tá vit halda føðingardagar. Og føðingardagarnir eru sjálvsagt nógvir gjøgnum árið. Onkuntíð leggi eg tveir føðingardagar saman, men sum oftast halda børnini hvør sín, so tey fáa ein serstakan dag.

 

– Tað, sum stressar meg í gerandisdegnum, er, tá dreingirnir ikki trívast í skúlanum, ella tá teir spæla ov nógv teldu. Eg havi roynt at avmarka skíggjanýtslu til vikuskiftini, og tað gongur viðhvørt, men kann verða trupult at halda fast í. Tað kennist eisini ofta strævið, tá barnagarðar og skúlin leggja fundir samstundis. Tá fái eg ikki altíð farið til alt, hóast eg fegin vil, sigur hon.

 

– Sjálvt um eg eigi nógv børn, føli eg, at eg strekki til, tí eg prioriteri tey fyrst. Vit eru púra vanlig og akkurát sum onnur, ið eiga færri børn. Við eini so stórari familju verða raðfestingarnar tó øðrvísi. Eg vil eisini so illa flenna, tá eg verði spurd, um eg havi tíð til mín sjálvs. Tað havi eg, tá eg fari undir brúsu, hóast onkur altíð stendur við hurðina og rópar á meg, flennir hon. 

 

– Onkuntíð situr næstelsta dóttur okkara inni, so vit bæði kunnu fara út á matstovu. Tá leggi eg ofta tey minstu, áðrenn hon kemur. Tað er ómetaliga deiligt, at hon vil tað, men vit sleppa ikki til alt, sum vit kundu havt hug til. 

 

– Eg fari í bindiklubb, og eg eri saman við vinkonunum, tá vit hittast. Vit fara til dømis vikuskiftistúrar uttanlands, á konsertir og gongutúrar í føroysku náttúruni. Eg tími ikki í býin, tá eg eri við barn ella havi nýføðing. Nú sakna tær meg og hava biðið meg steðga við at fáa mær fleiri børn, flennir hon.

 

 

Greinin varð prentað í Kvinnu í 2022. Sìðan tá eru tvey børn løgst aftrat systkinaflokkinum, ið nú telur 11.