– Skuldi eg hava ein stav, so kundi hann tað sama vera vakur ...
Lívsstílur
– Skuldi eg hava ein stav, so kundi hann tað sama vera vakur ...
Sum 30-ára gomul fekk Ásla staðfest sclerosu –Eg má góðtaka, at støðan er øðrvísi hjá mær. Tað er lætt at stúra og gerast kedd um støðuna, men tað er umráðandi at fokusera upp á tað, sum er gott hóast alt, greiðir hon frá
Eftir: Eilen Anthoniussen / Mynd: Amy Hansen 02.02.2023

36 ára gamla Ásla Dam Rasmussen úr Havn hevur sjúkuna sclerosu (MS). Tað merkir, at signalið millum heilan og restina av kroppinum hevur fingið skaða. Hjá henni er høgra síða vorðin veikari enn hin.

– Tað, sum er øðrvísi hjá mær, er, at tað kom úr bláari luft og uttan sjúkutekin. Eg kundi framvegis ganga sum vanligt, og eg segði tí einki við nakran um tað. Seinnu árini er tað versnað eitt sindur, og onkuntíð gangi eg við stavi. Eg havi fyri tað mesta verið noydd at justera meg sjálva og mínar vanar. Míni refleks gera, at eg kann detta, og tað er ikki stuttligt. Tað kann føra til grát, og eg loyvi mær at gráta, tá tað er brúk fyri tí, sigur 36 ára gamla Ásla Dam Rasmussen, sum fekk staðfest multipel sclerosu sum 30 ára gomul eftir ein túr í skannaran fyri at kanna oyruni fyri tinnitus. 

Hon minnist væl dagin, tá hon fyrstu ferð varnaðist sjúkuna.
– Tað var summarið eftir, í 2017, tá eg fór til eina rennikapping. Eg skuldi renna 5 km, og tað var einki problem, men meðan eg rann, bleiv eg við at bekla annan fótin. Eg undraði meg yvir tað... Men eg var eisini greið yvir, at hetta mundi vera sjúkan, sum var farin at vísa seg.

Sjúkan, sum helst hevur ligið í dvala síðani tannáringa aldur, fór spakuliga at gera meir um seg. Og síðani rennikappingina kennir hon, at onnur síðan av kroppinum er viknað.

– Eg havi avbjóðingar við javnvágini, so eg helt, at eg mátti royna at ganga við stavi fyri at kunna ganga longri túrar ella fyri at kunna ganga á óstúttum undirlagi. Og skuldi eg hava ein stav, so kundi hann tað sama vera vakur, so eg havi ein blómutan, ein ljósareyðanog ein gjøgnumskygdan, sigur hon við einums smíli.

– ... Eg má góðtaka, at støðan er øðrvísi hjá mær. Tað er lætt at stúra og gerast kedd um støðuna, men tað er umráðandi at fokusera upp á tað, sum er gott hóast alt. Tað er umráðandi, at kunna flenna eftir sær sjálvari viðhvørt. Tað verður so øgiliga tragiskt annars. Eg loyvi mær sjálvari at vera kedd, tá eg havi tørv á tí, men eg skal ikki dvølja í tí.

Í Kvinnu, sum er á handilshillunum nú, er longri samrøða við Áslu Dam Rasmussen, har hon greiðir nærri frá um lívið og gerandisdagin við sclerosu. 




Viðkomandi greinar