Skulu vit leggja sex í kalendaran?  - og aðrir viðkomandi spurningar til sexologin
Lívsstílur
Skulu vit leggja sex í kalendaran? - og aðrir viðkomandi spurningar til sexologin
Tað kann fyri fleiri gerast torført at finna tíð og orku til intima samveru í skundmikla gerandisdegnum við arbeiði, børnum og frítíðarvirksemi, men eitt sunt og gott kærleiks- og sexlív kann verða ein styrkjandi faktorur fyri restina av parlagnum, og er tí vert at raðfesta og enntá skemaleggja, heldur Elin í Stórustovu, sexologur, sum eisini hevur fimm góð ráð til pør, ið ynskja at raðfesta meir sex. 
Eftir: Anniku Kunoy Im Mynd Veitarar 01.01.2024

Eru vit í einum parlagi, krevst tað av okkum, at vit raðfesta kærleiks- og sexlívið. Men tað kemur ikki av sær sjálvum í einum gerandisdegi við arbeiði, børnum, húsligum skyldum, sosialum tiltøkum, venjing og frítíðarítrivum bæði hjá vaksnum og børnum. Tí má tað raðfestast. Elin í Stórustovu greiðir frá, at ein av høvuðsorsøkunum til, at pør leita sær hjálp og ráðgeving hjá parráðgeva ella sexologi er manglandi sex í parlagnum. Ofta er tað kvinnan, ið hevur minni hug, enn hon hevði, tá parlagið var nýtt.

Býtið arbeiðsbyrðina í parlagnum

– Eg havi tosað við pør, ið hava leitað sær ráðgeving í ráðaloysi og sum seinasta møguleika, áðrenn parlagið slitnar. Parlagið uttan sex er rætt og slætt ótolandi. Maðurin greiðir frá, at hann saknar intimitetin, og at tað næstan kennist áleypandi, tá tey hendingaferð hava sex, tí hon tímur ikki. Hinvegin sigur kvinnan ofta, at hon er troytt eftir ein langan arbeiðsdag, og hon hevur høvuðsábyrgdina av húsarhaldi, innkeypi, matgerð og børnum. Tá børnini eru sovnað, má hon rudda og vaksa klæði og orkar als ikki tankan um sex, sigur Elin í Stórustovu.

– Sjálvandi er hetta ikki galdandi fyri allar kvinnur og menn, men samanumtikið ber til at siga, at tað er munur á kvinnum og monnum, tá tað snýr seg um hug til sex. Tað krevur ofta meir fyri kvinnuna at merkja sín egna kropp, og ofta mugu tingini rundan um eina sjálva vera í lagi, samskiftið og sambandið við makan skal vera gott og uttan klandur, og hon skal ikki stúra um trivnaðin hjá børnunum. Fylla hesi viðurskiftini, er tað trupult at hugsavna seg og vera nærverandi við makanum. Hinvegin upplivi eg, at menn als ikki krøkja hesi viðurskiftini saman við huginum til sex á sama hátt, og teir koma í størri mun lættari í samband við seg sjálvar og makan gjøgnum sex.

– Tí er umráðandi at tit sum par hyggja nærri at arbeiðsbýtinum heima. Tí um tað veruliga er manglandi orka, ið ger, at sexlívið ikki er nøktandi, so finst ein loysn. Arbeiðsbýtið heima má javnsetast.

Eru tað hinvegin aðrir trupulleikar í parlagnum, sum eru orsøkin til manglandi intimitin, mugu teir trupulleikarnir loysast, áðrenn parið hugsavnar seg um sexlívið ítøkiliga. Elin í Stórustovu greiðir frá, at trívist annar makin ikki í parlagnum, kennir ein seg ótryggan, ella eru aðrar avbjóðingar, so sum strongd, tunglyndi ella okkurt annað, so má trupulleikin í relatiónini loysast fyrst. Tí tað er umráðandi, at bæði hava hug til sex, og hvørgin kennir seg noyddan.

Tó, eru umstøðurnar rættar og sunnar, so er loysnin onkuntíð bara at gera tað, heldur sexologurin.

– Er støðan hon, at bæði í parlagnum ynskja meir sex, men ikki kenna seg motiverað, kann tað loysa seg at bara gera tað, tí hugurin ofta fylgir við gerðini, sigur hon og leggur aftrat, at bæði hava ábyrgd av at spyrja seg sjálvi, hvat tey sjálvi fáa gjørt fyri sexlívið, júst tí tað er so umráðandi fyri tilknýtið í einum parlagi.

Ansa eftir heilsuni


Tað eru ymiskir viðurskifti, ið kunnu ávirka hugin til sex hjá kvinnum og hjá monnum. Ein av orsøkunum, sum sexologurin hevur hoyrt ferð eftir ferð, er vánalig sjálvsmynd – tá vit ikki eru nøgd við og glað fyri kroppin, vit eru í.

– Tað er heldur ikki so løgið, tí orkar tú ikki at hyggja at naknu spegilsmyndini, verður tað eisini torført at njóta sex - hóast makin allarhelst heldur, at tú ert ótrúliga lekkur, sigur hon erliga.

– Tað eru givið og ógvuliga natúrligt eisini, at kroppurin broytist tá, ein hevur átt børn, givið bróst og tá vit eldast ella tyngjast. Tað er umráðandi at minnast til, at vit als ikki skulu samanbera kroppin við kroppar í sjónvarpi ella á sosialu miðlunum. Als ikki. Sjálvsagt fer bróstageving ikki væl við kroppinum, og búkurin er broytist, tá tú hevur átt børn – og tað er fantastiskt at kunna eiga børn.

– Men ónøgdsemi við kroppin er ikki gevandi fyri hugin til samveru, og tí er tað umráðandi, at ein eisini hugsar um sína egnu kropsligu heilsu. Til dømis er tað av fleiri orsøkum gott fyri kynslívið, tá vit røra okkum og venja styrkivenjingar. Ágóðar av venjing eru millum annað, at kroppurin styrkist, orkan økist, úthaldni batnar og kroppurin broytist. Ein annar eins stórur ágóði, um ikki enn størri, er sálarligi ágóðin og yvirskotið, venjing gevur. Tí ber til at siga, at venjing eisini gevur styrki og sjálvsálit og betri hug til sex, greiðir hon frá.

– Er parlagið gott og sterkt, men vanliga gerindisjaggið ger, at tit heldur velja Netflix um kvøldarnar, hóast tit bæði innast inni ynskja tað øðrvísi, so haldi eg, at tað ber til at leggja tað í kalendaran, hóast tað ljóðar rættiliga ósexutt.

Tað er heldur ikki neyðugt at fara í venjingarmiðstøð ella gera stórar íløgur í venjingarútgerð.

– Tú kanst fáa eina góða kropsvenjing á stovugólvinum og enntá saman við børnunum. Tað er heldur ikki neyðugt, at tú gert so nógv av. Nakrar styrki-venjingar heima og nakrir túrar í náttúruni um vikuna kann vera nóg mikið.

Samanberingar eru oyðileggjandi

Sambart donskum kanningum, hava danir sex 1,9 ferðir um vikuna í miðal. Tølini fyri, hvussu ofta føroyingar hava sex í miðal, kenna vit ikki. Elin í Stórustovu greiðir frá, at hóast tað kann vera forvitnisligt at kenna tølini, eru tey fullkomuliga óviðkomandi fyri einstøku pørini.

– Tað eru heilt víst fleiri, ið hugsa, at tey hava eitt minni virkið sexlív, enn onnur pør hava. Tað er tó umráðandi at leggja hagtøl og samanberingar vil viks, tí tað besta talið fyri tykkum, er tað, ið tit bæði ynskja. Setið eitt tal á, men minnist til, at tað kann vera skiftandi frá viku til viku og eftir umstøðunum. Tá eru tit komin rættiliga langt.

– Øll parløg hava tíðarskeið við meiri og minni sex, júst sum vit hava tíðarskeið har vit venja meir ella eta sunnari. Tað er púra normalt.

Ein sexutt avtala

Spurd, um tað er ein góð loysn hjá pørum, at leggja sex í kalendaran fyri at náa tað í sundmikla gerandisdegnum, svarar hon bæði ja og nei.

– Gongur tað illa í parlagnum, mangla tit intimitet, eru aðrar ósemjur, og er samskiftið vánaligt, loysir tað seg ikki, at leggja sex í kalendaran. Hinvegin, er parlagið gott og sterkt, men vanliga gerindisjaggið ger, at tit heldur velja Netflix um kvøldarnar, hóast tit bæði innast inni ynskja tað øðrvísi, so haldi eg, at tað ber til at leggja tað í kalendaran, hóast tað ljóðar rættiliga ósexutt. Tí í einum gerandislívi við arbeiði og børnum, mást tú gera ein innsats fyri parlagið, sigur hon.

– Eitt praktiskt dømi um hetta kann vera at seta eitt ávíst kvøld av til tað romantiska við jøvnum millumbili, har tit einsamøll fara á hotel, summarhús ella fáa barnagentu. Tað er eisini eitt hugskot, at leggja soleiðis til rættis, at ein ávísan dag um vikuna verða børnini løgd til tíðina, soleiðis at tit sum par kunnu hugsavna tykkum um hvønn annan. Tá mugu vaskiklæðini bíða!