So við og við verða vit ein glað familja, sum livir við eini risastórari sorg
Lívsstílur
So við og við verða vit ein glað familja, sum livir við eini risastórari sorg
Tá eitt menniksja manglar, verður torført at útliva siðvenjurnar, og knappliga geva tær lítla og onga meining longur. Soleiðis greiðir Una Zachariasen frá um jólini, eftir at hon misti sonin. Jólini, sum ongantíð verða tey somu aftur, tí nú manglar ein. Ístaðin roynir hon at fóta sær í nýggju tilveruni, og hevur sorgina við á leiðini.
Eftir: Anniku Kunoy Im 20.12.2023

Í september í 2014 doyði tá 22 ára gamli Gunnar Zachariasen í eini ræðuligari arbeiðsvanlukku. Hann var farin á eina á vakt á kaiini í Havn og kom ongantíð heim aftur. Tá mistu Una og John ein son, og 15 ára gamli Bjarki misti stórabeiggja sín.

Árini eftir, at tey mistu Gunnar hevur familjan stríðst við at funnið fótafestið aftur í einum samfelag, sum als ikki er skikkað til at lofta fólki í so ógvusligari sorg. Una greiðir frá, at sorgartilgongdin er ógvuliga samansett, og at tíðin hevur verið ómetaliga torfør at koma ígjøgnum. Tí torført er hjá øðrum at skilja, at sorgin ongantíð hvørvur. Og torført er hjá familjuni at finna útav, hvussu lívið skal livast við einum tómrúmi, sum ongantíð fyllist. Tómrúmið, sum eisini vaksur, tá jólahøgtíðin við sínum siðvenjum stendur fyri durum – tí, tað eru siðvenjurnar, sum minna Unu og familjuna á, at ein er, sum manglar. Og tá ber illa til at gleðast.

Áðrenn vit mistu Gunnar, vóru jólini heilt øðrvísi, enn tey blivu, eftir at vit mistu. Tá høvdu vit siðvenjur sum familja, sum vit í dag als ikki megna at vera í. Tað er alt broytt. Saknurin er so stórur, og tómrúmið eftir hann tykist ongan enda hava

Tríggjar mánaðir eftir, at Gunnar var deyður, stóðu jólini fyri durum. Fyri Unu kendist tað, sum gekk hon í mjørka og hevði einki útsýni. Jólini komu og fóru, og dagarnir vóru merktir av gráti, longsli og tómleika.

– Eg minnist, at familjan var um okkum við nærveru, mati og tónleiki, men eg megnaði einki tey jólini – ikki eingongd at eta.

– Áðrenn vit mistu Gunnar, vóru jólini heilt øðrvísi, enn tey blivu, eftir vit mistu. Tá høvdu vit siðvenjur sum familja, sum vit í dag als ikki megna at vera í. Tað er alt broytt. Saknurin er so stórur, og tómrúmið eftir hann tykist ongan enda fáa. Hetta tómrúmið kann ikki fyllast, og gongda leiðin eftir missin er ring at fáa eyga á, sigur Una Zachariasen um jólini fyri og eftir at hava mist sonin.

Ferðast á jólum
Soleiðis vóru jólini eisini komandi árið, tá Una, John og Bjarki hildu jól saman við familjuni í Føroyum. Hon greiðir frá, at høgtíðin hevur verið so tung at koma ígjøgnum, at tey sum familja síðani í fleiri ár heldur hava valt at ferðast saman enn at halda eini siðbundin jól. 

– Vit fáa hugsavnað okkum um hvønn annan á ein øðrvísi hátt, tá vit ferðast, og vit hava ferðast næstan hvørji jól síðan. Vit hava verið í Tailandi, Dubai og Gran Canaria um jólini og tað gera vit nevniliga fyri at finna fótafestið og eina leið, sum vit kunnu ganga við sakninum og sorgini, sum vit bera, greiðir Una frá.

– Síðsta ár kundu vit ikki ferðast orsakað av koronu, og tá vóru vit í Danmark saman við familju, og hóast jólini vóru hugnalig, merktist tað ómetaliga væl, at vit eru ein familja, sum berur eina risastóra sorg, tí tá vit eru heima á jólum, leita vit onkursvegna eftir traditiónunum, men vit megna ikki at útfylla tær, tí vit mangla Gunnar. Síðsta ár var til dømis fyrstu ferð vit hava megnað at gjørt jólakonfekt saman aftur, síðani vit mistu, og tá tosaðu vit nógv um, hvat Gunnar dámdi, og hvussu hann plagdi at gera, greiðir hon hugtung men umhugsin frá.

– Tað, sum fyrr hevur verið ímyndin av jólum fyri okkum er tað ikki longur. Og tað er tað enn ikki tann dagin í dag. Sælan og gleðin við at keypa børnum sínum jólagávur, at gera kalendarar og at prýða jólatræið er ikki har. Ístaðin fari eg út at keypa blómur at leggja á grøvina hjá soninum. Tað er so tómt og óskiljandi. Tað er ov torført at halda jól uttan Gunnar, sigur hon og steðgar á í samrøðuni eina løtu.

– Men vit royna alt tað, vit eru ment fyri at koma hartil, at jólini aftur gerast góð og hugnalig við nýggjum siðvenjum, leggur hon síðani aftrat.

Kann eg vera glað?
Tá november mánaður fer at líða, byrjar jólahýrurin av álvara við ljósperum uttanfyri og sosialum hugnaligum tiltøkum, sum eisini leggja upp til hugna og góðan jólahýr. Hendan tíðin fevnir í veruleikum næstan um ein heilan mánað og ikki bert halgidagarnar í desember. Una greiðir frá, at hendan tíðin enn kann kennast tung, og at tað kann vera ringt at finna gleðina í tí smáa, so sum at keypa jólatræið og pynta heima. Men so eygleiðir hon eisini aðrar familjur og sær, hvussu tey gleðast saman, og hon skilir, at lívsperspektivið er broytt, og hon vil, at tey njóta hvønn annan og løtuna, sum veruliga er stokkut.

Men hon hugnar sær eisini. Og tað eru av og á løtur, hon gloymir sorgina.

– Tá hugsi eg ofta, um eg kann loyva mær at gleðast, men tað kann eg sjálvsagt, sigur hon og leggur aftrat, at hon eisini veit, at tey hava eina ábyrgd fyri hvørjum øðrum sum par og fyri soninum, sum tey eiga eftir, sum eisini hevur mist beiggja sín.

– Tí mugu vit saman finna útav, hvussu vit koma ígjøgnum sorgina. Og tað gera vit við at geva hvørjum øðrum rúm og at møta hvørjum øðrum, har vit eru. Hendan sorgartilgongdin er so ógvuliga ymisk frá persóni til persón - eisini millum okkum trý, sigur hon síðani.

Tá vit mistu Gunnar, undraðist eg fleiri ferðir á, hvørja hjálp aðrar familjur, ið eisini høvdu mist, fingu í síni sorg. Eg eri ikki tann fyrsta, ikki tann einasta og ikki tann síðsta, sum missir eitt barn. Eg føldi veruliga, at tað manglaði okkurt í samfelagnum fyri okkum í hesum bólkinum

– Tað var serliga fyrstu tíðina, at vit høvdu tørv á at syrgja á hvør sín hátt. Eg hevði fyri neyðini at tosa nógv, meðan sonurin brúkti tónleikin at úttrykkja seg við. Í dag er tó umráðandi fyri okkum øll, at vit taka Gunnar við í øllum, sum vit gera og seta orð á tað, vit hugsa og saknin, vit føla - sum var hann hjá okkum. Tí hann livir víðari í okkum, tá vit taka minnini við.

– So við og við verða vit ein glað familja, sum livur við eini risastórari sorg, sigur hon síðani umhugsin.

Samfelagið er ikki skikkað
Una greiðir frá, at júst hetta við at liva við sorgini og ikki at koma víðari í lívinum er ógvuliga umráðandi fyri hana og familjuna, men tað kann vera torført í einum samfelag, sum alla tíðina koyrir við nógvari ferð. Ofta hevur hon kent, at fólk - í góðari meining - ynskja, at hon kemur víðari. Men, greiðir hon frá, at tað er ógjørligt. Heldur er tað umráðandi at læra seg at liva við sorgini, tí hon er har, og hon fer altíð at vera har. Trupulleikin er, at samfelagið als ikki er skikkað til at hjálpa fólki, ið eru rakt av sorg. 

– Tá vit mistu Gunnar, undraðist eg fleiri ferðir á, hvørja hjálp aðrar familjur, ið eisini høvdu mist, fingu í síni sorg. Eg eri ikki tann fyrsta, ikki tann einasta og ikki tann síðsta, sum missir eitt barn. Eg føldi veruliga, at tað manglaði okkurt í samfelagnum fyri okkum í hesum bólkinum. Tá byrjaði eg ein sorgarbólk, sum gongur túrar leygarmorgnar, har prátið natúrliga kemur inn á sorg.

– Eg hevði viljað at vit sum samfelag høvdu eina betri fatan av, hvør tørvurin er hjá menniskjum, sum eru í sorg. Tá vit vita hetta, vita vit eisini betri, hvussu vit kunnu vera um hini, sum uppliva sorg. Vit tosa ikki um sorg, tí tað er eitt viðkvæmt evni, sum vit ikki vita, hvussu vit skulu koma inn á. Nógv skal broytast, men vit skulu byrja onkra staðni, og tað er at vera opin um sorgina og læra okkum at liva við og ikki liva víðari, sigur hon frá.

Í dag er Una Zachariasen nýliga byrja sjálvstøðugt og arbeiðir sum coach og ráðgevi innan sorg. Hon leiðir millum annað sorgarbólkar og heldur fyrilestrar um tað at missa. Ja, í veruleikanum ger hon tað, hon føldi manglaði, tá tey mistu Gunnar.

– Eg kendi meg einsamalla, tá vit mistu Gunnar. Vit høvdu familjuna, men eg saknaði eitt stað, har eg varð hoyrd, sæð og møtt í sorgini. Eitt stað, har eg kundi fáa vegleiðing og yrkisliga hjálp, greiðir hon frá, og tá hon síðani verður spurd, hvat vit onnur kunnu gera betri, sigur hon, at tað er umráðandi, at vit viðurkenna tey menniskjuni, ið hava mist ein kæran og eru í djúpari sorg.

– Ikki er neyðugt at vita, hvat ein skal siga, tí orðini eru ikki altíð tað týdningarmesta. Tað ringasta ein kann gera er at lata sum einki er hent. Soleiðis broyta vit hetta tabuið, sum er sorg.

Fakta:
Navn: Una Zachariasen
Aldur: 50 ár
Familja: Mamma Gunnar, sála og Bjarka
Yrki: Starvast sum sjálvstøðugur sorgarráðgevi og coach

Greinin varð upprunaliga prentað í jólaKvinnu í 2021




Viðkomandi greinar