Soleiðis ávirkar náttúran heilan
Lívsstílur
Soleiðis ávirkar náttúran heilan
Bert ein tími í náttúruni broytir mátan vit handfara strongd uppá, sambært nýggjari kanning
Eftir: Anniku Kunoy Im 27.09.2022

Vit vita tað so líðandi allar samlar. Túrar í náttúruni hava fleiri góðar krops- og sálarligar ágóðar.

Men nú hevur ein bólkur av granskarum úr Týsklandi kannað, um tað er tíðin, vit eru úti í náttúrini, ið ávirkar okkum positivt, ella um tað eru menniskju, ið longu eru javnsint, ið velja náttúrutúrarnar til.

Tað er parturin av heilanum, ið kallast amygdala, ið millum annað er heftur at, hvussu vit handfara strongd, ið hevur verið kannaður hjá 63 frískum fólkum bæði við spurnarbløðum og MR-skannara.

Hesi 63 fólkini skuldu, meðan tey vórðu skannað, svara upp á ymiskar spurningar. Summir vóru strongd-elvandi. Síðani fór helvtin av bólkinum ein gonguur gjøgnum hektiska stórbýin Berlin, meðan hin helvtin fór ein túr í skóginum. Báðir bólkarnir gingu í ein tíma uttan telefon.

Síðani fóru luttakararnir aftur skannaðir og fingu enn einaferð spurningar, ið vóru strongd-elvandi.

Luttakararnir, ið høvdu gingið túr í náttúrini høvdu minni virksemi í amygdala, enn hini, ið høvdu gingið túr í stórbýnum.

Náttúran hevur veruliga positiva ávirkan á heilan og mátan vit handfara strongd, var niðurstøðan av kanningini.

Les kanningina her.