Soleiðis fært tú pengarnir at røkka longri
Lívsstílur
Soleiðis fært tú pengarnir at røkka longri
Mong kenna seg aftur í, at pengarnir ikki røkka til síðst í mánaðinum. Ella kensluna av at allir pengarnir vera brúktir til mat. Orsøkirnar kunnu vera ymiskar, men við nøkrum smáum justeringum kunnu pengarnir røkka langt, og gerandisdagurin harvið gerast lættari
Eftir: Kaju Joensen / Greinin er gjørd í samstarvi við Betri Banka 02.09.2025

Ynskir tú at minka um forbrúkið og fáa peningin at røkka, so mást byrja við at hyggja at, hvussu fíggjarstøðan hjá tær veruliga sær út – og tú mást vera heilt erlig við teg sjálva. Eg veit væl, at hetta kann vera eitt sindur ræðandi fyri fleiri, men hetta er ordiliga umráðandi fyri at fáa eina rætta mynd av, hvussu støðan hjá tær er. Tú skalt hyggja at, hvussu nógv tú tjenar, hvussu nógv tú brúkar til fastar útreiðslur, og hvussu nógv er eftir, tá alt tað fasta er goldið. Tann peningurin, sum tú nú hevur eftir verður kallaður tiltøkupeningur - tað er pengurin, sum er eftir til mat, klæðir, gávur, frisør, tannlækna og alt hitt.

 

Hvussu nógv skal setast av til mat?
Eg verði javnan spurd, hvussu nógv skal setast av til mat hvønn mánað. Svarið er altíð, at tað er so sera ymiskt. Hvussu nógv eru tit í húsi, hvussu ofta gera tit døgurða, og mugu tit keypa alt, ella hava tit atgongd til fisk og kjøt? Eg meti, at 2000 krónur um vikuna plagar at vera hóskandi fyri eina familju við tveimum vaksnum og tveimum hálvvaksnum børnum, um ein skal keypa tað mesta av døgurðamatinum. Tað svarar til umleið 8.700 krónur um mánaðin. Húski við stórum og hálvvaksnum børnum brúka meira til mat enn familjur við smærri børnum.

Ein góður máti at fáa yvirlit yvir peningin, ið verður nýttur til mat er at hava eina matkonto við gjaldskorti, sum bert verður brúkt til mat og møguliga brennievni. Tað kortið verður so brúkt til gerandisinnkeyp, og við tí fært tú beinanvegin yvirlit yvir, hvussu nógv er brúkt, og hvat er eftir.

 

Legg eina ætlan og hygg at vanunum
Eg vil mæla til, at tú gert eina matarætlan hvørja viku, tí so sleppur tú undan impulskeypum og sparir bæði tíð og pengar. Hygg eisini eftir hvat er í frystiboksini, skuffunum og kuldaskápinum og et tað, sum tit eiga, áðrenn tú keypir meira. Tað er ein lættur máti at spara uppá.

Ein annar góður máti at spara pengar uppá er at eta restir og ikki gera døgurða hvønn dag - soleiðis slepst eisini undan matoysli. Sjálv keypi eg sjáldan stórt inn mándagar, tí tilboðini byrja týsdag. Mánakvøld hyggi eg eftir tilboðum og hugsi um, hvat vit skulu eta í vikuni. Eg hyggi eisini eftir tilboðprísum uppá viðskera, frukt og grønt, og gerandisvørum so sum kaffi, tannkrem, vaskipulvuri og vesipapíri. Tað ber til at keypa stórt inn av vørum, sum tú altíð brúkar og ikki spillast, um tær eru á tilboð, men tað krevur eitt sindur av fíggjarligum rásarúmi og fyrireiking. Tað krevur eisini, at tú kennir upprunaprísin á tilboðs vøruni, tí so veitst tú, um tú sparir pengar ella ikki.

Tað loysir seg eisini at smyrja matpakka til børn og vaksin. Tað er bíligari enn at keypa tvíflís, pitsu ella fara út at eta í døgurðatímanum. Umframt at maturin sjálvur er dýrari, endar tað ofta við, at okkurt verður keypt afturat, sum til dømis drekkivørur.

Tá føðingardagar skulu haldast, er eisini lætt at hyggja eftir tilboðum og planleggja í góðari tíð. Dýrari vørur, sum ikki spillast, kunnu keypast inn, áðrenn tær skulu brúkast, og soleiðis sparir tú pengar.

Tað er ikki neyðugt at broyta alt í senn. Set eina fasta upphædd av til mat hvønn mánað og fylg við í, hvussu langt hon røkkur. Hygg eftir, um innkeypið kundi verði skilabetri og gevst ikki, um tað ikki riggar beinanvegin. Smáar broytingar í vanum gera stóran mun yvir tíð.

Við matkonto, matarætlan og smáum vanum fært tú betri yvirlit yvir fíggjarliga støðuna, sparir pengar, og gerandisdagurin verður lættari. Tað krevur bert eitt lítið sindur av fyrireiking og eitt sindur av tilvitaðari planlegging - og so riggar tað.

 

5 góð ráð frá Kaju

  1. Ger eina matkonto bert til mat og brennievni
  2. Byrja í smáum: set eina upphædd til síðis hvønn mánað og hygg eftir, hvussu langt hon røkkir
  3. Ger eina vikuliga matarætlan og kanna eftir, hvat tú eigur inni, áðrenn tú keypir nýtt
  4. Smyr matpakkar til børn og vaksin, tað loysir seg
  5. Keyp ikki meir av vørum, enn tú klárar at brúka, hóast tær eru uppá tilboð