Soleiðis sparir tú saman til tín egna bústað
Lívsstílur
Soleiðis sparir tú saman til tín egna bústað
Hesu ferð hevur Kaja góð ráð til, hvussu tú á bestan hátt sparir upp til egnan bústað
Eftir: vinnu í samstarvi við Betri Banka 14.11.2025

At fáa sín egna bústað byrjar við einum dreymi, men fyri at dreymurin skal verða veruleiki, er umráðandi, at tú ert realistisk, greiðir Kaja frá, sum hesu ferð hevur góð ráð til, hvussu tú á bestan hátt sparir upp til egnan bústað. Tí hóast tað er púra natúrligt at verða ávirkað av tí, sum onnur hava, er tað týdningarmesta fyrst og fremst, at títt heim passar til tín og títt lív – ikki tað hjá hinum ella tað, sum er moderna júst nú. 

 

Byrja við einari realistiskari ætlan
Set teg niður og hugsa um, hvat tú ynskir tær, og hvat tú í roynd og veru hevur tørv á. Alt kann ikki bera til, og tú fert helst at gera onkur kompromis, men tað er bæði vanligt og neyðugt í einari slíkari tilgongd. Tað eru altíð summi ting, sum eru modernað ávís tíðarskeið. Fyri 20 árum síðan vildu tey flestu hava sprossvindeygu, brenniovn og gosbað, í dag er tað okkurt annað. Tað er ikki vist, at tey tingini, sum eru uppi í tíðini, eru røtt fyri akkurát tín bústað, og ofta kosta tey bæði pláss og pengar. Bygg tí eftir tínum tørvi heldur enn eftir tí, sum er modernað.

 

Tosa eisini við bankráðgevan tíðliga í tilgongdini, so tú fært at vita, hvat tú hevur ráð til, áðrenn tú byrjar at droyma stóru dreymarnar. Tað sparir tær heilt vist nógv høvuðbrýggj. Og minst eisini til, at tað kann verða, at bankin sigur nei til lánið, tú ynskir. Hendir tað, er tað sannlíkt tí, at fíggingin ikki er ráðilig - hvørki fyri teg ella fyri bankan. Fíggingin á bústaðnum skal ikki verða hægri enn marknaðarvirðið á ognini. Tað vil siga, at fer kostnaðurin upp um marknaðarvirðið, mást tú skaffa fíggingina til tað sjálv.

 

 

Skilagóð bygging og fyrireiking
Um tú skalt byggja, er tað skilagott at hugsa um lendi, sólargang og stødd. Bygg eftir lendinum, royn at fáa sum mest burtur úr sólsíðunum og bygg ikki ov stórt. Størri hús geva bæði størri byggikostnað og størri rakstur, og tað er ikki altíð, at ein veruliga hevur tørv á øllum fermetrunum, sum síggja so freistandi út á pappírinum.

 

Um tú ikki hevur møguleika at keypa beinanvegin, er tað heilt í lagi at leiga eina tíð. Hetta kann geva tær rúm at spara og fyrireika teg, so tú stendur sterkari, tá tíðin er búgvin.

 

Fyrireiking er lykilin: set allar kostnaðir saman, ger eina tíðarætlan og hav alt í einum Excel-arki ella byggigreiðslu, har tú hevur yvirlit yvir prísir, tilboð, arbeiðsløn og ein post til óvæntað. Minst eisini til rentur í byggitíðini, og hvussu nógv tú ætlar at leggja av sjálv.

 

Sparingin - og at venja seg við húsagjaldið longu nú
Byrja so tíðliga sum møguligt at spara. Ein bústaðarkonta við hægri rentu er eitt gott stig á leiðini. Og tá tú veitst, hvat eitt húsagjald kundi ligið á, kanst tú venja teg við at seta somu upphædd av hvønn mánaða. Alt tað, sum tú ikki brúkar til dagligar útreiðslur, fer beint í sparingina. Hetta ger, at tú bæði sparir upp og samstundis merkir, hvussu tað verður at eiga títt egna.

 

 

 

 

Góð ráð frá Kaju, tá tú skalt spara til bústað

  • Byrja tíðliga at spara, smáar upphæddir gera eisini mun.
  • Práta við bankan beinanvegin, so tú veitst, hvat er realistiskt fyri teg.
  • Ven teg við húsagjaldið við at flyta somu upphædd inn á eina sparikonto longu nú.
  • Hugsa um, hvat tú hevur tørv á, ikki hvat hini hava.
  • Minst til: Bankin livur av at lána út, so eitt nei er eisini góð ráðgeving.

 




Viðkomandi greinar