Soleiðis verða gávuposarnir koyrdir út kring landið
Lívsstílur
Soleiðis verða gávuposarnir koyrdir út kring landið
Í komandi viku, viku 21, fer Kvinna á ferð kring landið við gávuposunum og renniklæðunum til tær, ið hava meldað seg til Kvinnurenningina 2021. Sí her, hvar vit vera nær.
Eftir: Kvinnu 18.05.2021

Leygardagin 29. mai verður stóra Kvinnurenningin 2021 á Tórsbreyt, og vit gleða okkum. Nú nærkast av álvara, og í komandi viku fara vit á ferð kring landið við gávuposunum, so til ber at heinta posan í nærumhvørvinum.

Runavík/Skúlin við Løkin 
Týsdagin 25. mai frá kl. 16-18

Klaksvík/parkeringsplássið uttanfyri Norðoya Sparikassa
Týsdagin 25. mai frá kl. 19.30-21.00

Miðvágur/við bygdahúsið
Mikudagin 26. mai kl. 16-18

Oyrabakki/parkeringsplássið við skúlan við Streymin
Mikudagin 26. mai kl. 19.30-21

Vágur/við Hotell Bakkin
Hósdagin 27. mai kl. 11.30-13.30

Tvøroyri/parkeringsplássið við BankNordik 
Hósdagin 27. mai 15-16.30

Tórshavn/Smyrilsvegur 13
Hósdagin 27. mai kl. 15-19
Fríggjadagin 28. mai kl. 12-19

Sandoy
Posarnir verða koyrdir til dyrnar í Sandoynni hósdagin 27. mai. Um ongin er heima, verður posin settur við hurðina.

Hevur tú ikki meldað til enn? So kanst tú gera tað HER. Seinasta freist at melda seg til er mánadagin 24. mai á midnátt.