Vit hava sett Sophiliu nakrar spurningar um at vera ung í Føroyum í dag, um pallin og tónleikin – og um at kenna seg heima í einum landi, har ein ikki altíð líkist øllum hinum.
Hvussu er tað at vera ung í Føroyum í dag?
– Tað er stuttligt at vera ung í Føroyum, serliga um tú hevur góð vinfólk rundan um teg. Mær dámar væl at vera sosial, fara í býin, koyra biltúrar og bara njóta gerandisdagin. Júst nú fyllir lestrarlívið nógv. Eg gleði meg til at fáa húgvuna og at njóta summarið. Eg vildi, at tónleikur fylti meira, men eg loyvi mær eisini bara at vera 19 ár og taka tingini, sum tey koma.
Fakta: Sophilia Wraae Mukisa er 19 ár, býr í Havn og gongur á Glasi
Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg?
– Tónleikur er nógv meira enn orð, løg og rútma. Tónleikur kann eisini vera kenslur, groove og beat. Eg elski góðan tónleik og huglagið, tá nógv fólk eru saman um eina uppliving. At standa á palli er nakað heilt serligt fyri meg. Tað er næstan sum at fara inn í ein annan heim – eg minnist løtuna beint áðrenn og beint eftir, men sjálva framførsluna minnist eg næstan einki av. Tað er sum um eitt alter ego tekur yvir. Eg elski tað. Pallurin er eitt stað, har okkurt stórt er í gongd, og har eg sleppi undan øllum øðrum. Samstundis kann eg verða smæðin, serliga tá eg syngi inniligar sangir. Tá er tað gott at hava eitt alter ego, sum kann taka yvir og verja meg eitt sindur og geva mær dirvi.

Hvussu upplivir tú Føroyar 2026?
– Eg haldi, at nógv ung – bæði mítt ættarlið og tey, sum eru eitt sindur eldri – eru meira opin fyri broytingum. Føroyar eru eitt sera konservativt samfelag, og eg upplivi, at nógv vilja fegin flyta mørkini eitt sindur og sleppa undan gomlum normum og siðvenjum. Tað snýr seg ikki altíð um politikk, men um kenslur og upplivingar: um at tora at siga, at okkurt kundi verið øðrvísi.
– Sjálv havi eg búð í Føroyum alt mítt lív, og eg eri føroyingur. Tað er í Føroyum, eg hoyri til. Samstundis veit eg, at fólk ikki altíð síggja tað beinanvegin, tí eg ikki passi inn í ta klassisku myndina av einum føroyingi. Tað kann vera eitt sindur troyttandi viðhvørt – serliga, tá eg ferð eftir ferð verði spurd, hvaðani eg komi. Eg veit, at tey flestu ikki meina nakað ilt við tí, men eg vóni bara, at vit sum samfelag skjótt venja okkum við, at føroyingar kunnu síggja út upp á nógvar ymiskar mátar.

Hvat droymir tú um viðvíkjandi tónleikinum?
– Eg havi ikki heilt greiðar ætlanir, og eg royni at vera realistisk. Men eg droymi sjálvandi um at arbeiða meira við tónleiki og finna fólk, sum vilja skapa okkurt saman við mær. Um eg skal siga, hvat eg kann geva føroyskum tónleiki, so er tað kanska ikki ein serlig rødd, men heldur eitt vibe. Eg upplivi føroyskan tónleik sum rættiliga dapran til tíðir, og kanska mangla vit eitt sindur meira lættleika, kæti og gleði. Tað hevði verið stuttligt at sæð ta broytingina og verið partur av henni.