Sov nakin!
Lívsstílur
Sov nakin!
Spurningurin er - dámar tær best at sova í náttklæðum, undirklæðum ella í ongum? Her eru fimm orsøkir til at fara undir dýninum uttan nakað plagg.
Eftir: Kvinna Mynd: Veitari 29.04.2024

Tú svevur betri!
Fyri at geva kroppinum bestu korini at framleiða svøvnhormið melatonin skal kropshitin falla, og tá tú ert nakin er lættari at fá kropsshitan niður.

Gott fyri undirlívið!
Tá tú fert undir dýnuna uttan trussur gevur tú undirlívinum kaldari og luftigari kor, og hetta er serliga gott, um tú stríðist við trupulleikar í undirlívinum so sum svamp, tí svampur trívist best í hita og vátligum umhvørvi.

Økt forbrenning!
Um tú ikki pakkar teg inn í fleiri løg av klæðum, og kroppurin verður køldur eitt sindur niður, tá tú svevur, so brennir tú fleiri kaloriur. Kanningar vísa, at tá vit eru kaldar verður vanliga feitti í kroppinum umskapa til brúnt feitt, sum er brennievni hjá kroppinum.

Vakurleikasvøvnur!
Gransking vísir, at øktur kropshiti forðar kroppinum at frígeva anti-age hormonum.

Meira sex!
Vit sansa við kroppinum, so tá vit blaka klæðini, sleppa vit kroppinum fríum, og tá huðin nertir húðina hjá makanum, so verður oxytocin hormon frígivið, og tað gevur vælveru, minkar um strongd og økir álitið til eitt annað menniskja.

Kelda: Dansk Kosmetolog Forening




Viðkomandi greinar