Skalt tú liva væl, mást tú sova væl. Vit vita tað allar: Ein góður náttarsvøvnur ger munin dagin eftir. Tú vaknar lættari og hevur meira yvirskot og orku. Men hóast fleiri leggja nógva orku í at velja røttu songina, verður dýnan ofta gloymd. Og tað er spell - tí dýnan hevur nógv at siga fyri, hvussu væl tú svevur.
Ein dýna skal ikki bara vera mjúk og bleyt. Hon skal passa til tín kropp, tín svøvn, árstíðina og tín tørv. Summi vilja hava eina lætta og luftiga dýnu, onnur dáma betur eina heita og tunga dýnu, sum leggur seg tætt at kroppinum. Og so eru tað tey, sum hugsa um prís, ovurviðkvæmi ella bara vilja hava eina dýnu, sum kennist sum eitt lítið klemm, tá tey leggja seg.
Í JYSK finnur tú dýnur til ymiskar tørvir, ymiskar prísir og ymisk ynski. Her eru nøkur góð boð upp á dýnur, alt eftir hvat tú leitar eftir.
Til tín, sum hugsar um prísin
Ein góð dýna nýtist ikki at kosta eina rúgvu. Ert tú tilvitað um prís, men vilt kortini hava eina dýnu, sum er góð at sova við, eru fleiri møguleikar.
ULVIK er eitt gott boð upp á eina ikki so kostnaðarmikla dýnu við tægrum (fibur). Hon er fylt við polyester-mikrotægrum, sum geva eina góða dýnu fyri prísin. Hon er framleidd í Evropa, og hon er løtt at vaska og turka. Av tí at hon tolir at verða vaskað á 60 stigum, er hon eisini eitt gott val til tín, sum ynskir eina meira allergi-vinaliga dýnu.
ULVIK hóskar serliga væl til tín, sum leitar eftir einari dýnu, har góð javnvág er millum prís og góðsku. Hon er eisini hent sum eykadýna - til dømis í summarhúsinum, gestakamarinum ella til børnini.

Til tín, sum vil hava góðsku
Ert tú ein av teimum, sum heldur vil keypa eina dýnu í góðari góðsku, sum heldur leingi og kennist sum reint luksus, so eru eisini fleiri góð boð.
BEERENBERG er ein dýna við tægrum í hægri góðsku. Hóast hon ikki er ein natúrdýna, kann hon geva nakað av somu kenslu: luft, fyllu og tað deiliga bleyta, sum nógv seta í samband við eina dýnu úr dúni. Hon hevur ein serligan kant, sum gevur dýnuni meira hædd og eina meira luftiga kenslu. Saman við tí fínu tægra fylluni gevur hetta eina dýnu, sum kennist bleyt, luftig og góð at balla seg í.
Hon hóskar serliga væl til tín, sum ynskir eina allergi-vinaliga dýnu í góðari góðsku, men sum kanska ikki vil gjalda fyri eina natúrdýnu. Hon kann eisini vaskast á 60 stigum.

Vil tú heilt upp í hægstu góðsku, er TUSINDFRYD eitt sera gott boð. Hetta er ein natúrdýna fylt við evropeiskum moskusdúni og sveipað í mjúkt, vovið bummull. Tað gevur eina dýnu, sum bæði er vøkur, funktionell og gjørd til at halda leingi.
TUSINDFRYD kann vaskast við 60 stigum, og bummullin er so tætt vovin, at dustmottur ikki sleppa ígjøgnum stoffið lættliga. Hon er framleidd av danska DYKON og hoyrir til teirra góðskurøð, Flora Danica. Hetta er dýnan til tín, sum vilt hava eina dýnu við 100 prosent dúni og langari livitíð.
Til tín, sum vil hava frið í kroppin
Tyngdardýnur eru vorðnar sera væl umtóktar seinastu árini, og tað er ikki uttan orsøk. Ein tyngdardýna leggur eitt javnt trýst á kroppin. Hjá summum kann tað geva eina kenslu av ró, tryggleika og harvið eisini betri svøvn. Í JYSK eru eisini tyngdardýnur til ymiskan tørv.
WELLBEE er ein medisinskt góðkend tyngdardýna. Hon er eitt gott val til tín, sum hevur fingið viðmælt eina tyngdardýnu í sambandi við svøvntrupulleikar. Hon er gjørd við atliti til bæði trýst og hitajavnvág. Nógv kunnu kenna seg ov heit undir einari tyngdardýnu, men WELLBEE hevur innseymaðar kanalir, sum betra um ventelatiónina - umframt, at ein partur av dýnuni hevur eina kølandi effekt. Hon hóskar til tín, sum ynskir eina tyngdardýnu við serligari góðkenning, góðum taktilum trýsti og hitatilpassing.

Ert tú forvitin eftir at royna eina tyngdardýnu, men vilt ikki byrja við tí dýrasta valinum, er GJENDETUNGA eitt gott og bíligari boð. Hon hevur grundleggjandi eginleikarnar, ið ein vanlig tyngdardýna hevur - og hon gevur kensluna av, at tú verður umfevnd, tá ið tú ballar teg.

Úr dúni, fjaðrum ella við tægrum?
Tær flestu natúrdýnurnar eru fyltar við dúni og fjaðrum. Dún er lættari, bjálvar væl og andar væl, meðan fjaðrar ofta geva eina tyngri og heitari dýnu til ein lægri prís. Vilt tú hava eina lætta og luftiga dýnu, er dún ofta eitt gott val. Vilt tú hinvegin hava eina meira tunga og heita dýnu, kann ein dýna, har stórur partur er úr fjaðrum, vera hóskandi.
Dýnur við tægrum, eru ofta bíligari, lættar at halda og góðar til tey, sum vilja kunna vaska dýnuna ofta. Tær eru eisini eitt gott val til fólk, sum veruliga ikki tola dún ella fjaðrar.
Fleiri halda, at tey ikki tola dún ella fjaðrar, men ofta er tað ikki dúnið sjálvt, sum eru trupulleikin. Tað kann til dømis vera dustmottur og vantandi reinføri. Tí er tað týdningarmikið at vaska og lufta dýnuna eftir leiðbeiningini. Ein dýna, sum tolir vask við 60 stigum, er tí eitt gott val hjá nógvum.
Ein góð dýna er ein íløga í svøvnin – og svøvnurin er ein íløga í teg sjálva. So næstu ferð tú hugsar um at betra um sovikamarið, byrja við tí, sum liggur tættast kroppinum: nevniliga dýnuni.