Spenningsrøðin 'Kastanjemanden' kemur á Netflix í dag
Lívsstílur
Spenningsrøðin 'Kastanjemanden' kemur á Netflix í dag
Í dag byrjar spennandi krimirøðin 'Kastanjemanden' á Netflix. Ætlar tú tær at hyggja?
Eftir: Ingrid Bjarnastein / Veitari 29.09.2021

Krimibókin 'Kastanjemanden' eftir Søren Sveistrup, sum kom út í 2018 gjørdist ein rættiligur bestseljari, og nú er bókin gjørd til eina filmsrøð, ið verður frumsýnd á stroymingartænastuni, Netflix í dag.

Á einum ræðuligum gerningsstaði verður ein kastanjumaður funnin, og eftir hesi slóðini elta tvey kanningarfólk drápsmannin. Drápið og gerningsmaðurin hevur eisini tilknýti til horvna barnið hjá einum politikkara.

Í røðini síggja vit Danica Curcic í høvuðsleiklutinum, sum unga kanningarkvinnan, Naia Thulin, sum skal kannað málið saman við makkaranum Mark Hess.

Søren Sveistrup er viðurkendur handritahøvundur, sum stendur aftanfyri røðir sum eitt nú 'Forbrydelsen' og 'Nikolaj og Julie'.

Vit eru í øllum førum klárar frammanfyri skíggjan í kvøld.

Síggj brot úr røðini her: