Stjørnuspá 9. september – 3. november 2022
Lívsstílur
Stjørnuspá 9. september – 3. november 2022
Hetta er stjørnuspá, sum átti at vera við í Kvinnu 6, 2022
Eftir: Marina Elkhøj Mynd Veitari 19.09.2022

Veðrurin 21/3-20/4
Fyrra hálva av tíðarskeiðnum snýr seg í stóran mun um arbeiðið í gerandisdegnum, men hóast hetta kann sýnast keðiligt, hugnar tú tær í roynd og veru óført við at fáa skil á øllum. Samstarvið og samrøðan við starvsfelagar og onnur menniskju kring teg er gott. Síðst í septemburmánaði leggur tú serligan dent á parlagið og onnur menniskju sum heild. Tú virðismetir at hava menniskju uttan um teg, ið tú kanst skifta orð við um hugskot og áskoðanir.

Kærleiki *** Arbeiði ***** Fíggjarstøða**** Yvirskot **

Tarvurin: 21/4-21/5
Tey smáu tingini í gerandisdegnum veita tær stóra gleði. Tú ert eitt sansaligt menniskja, og tú dugir at liva í løtuni, og á arbeiðsplássinum valdar ein hugnaligur dámur. Tú kanst fáa nógva hjálp frá bæði stjórum og starvsfeløgum hesa vikuna. Um tær tørvar hjálp til uppgávur, ið krevja handverkarahegni, royn teg so við rósi og viðurkenning – annars møtir tú einans mótstøðu. Um tað eydnast tær at fáa mannin í húsinum at gera tað harða arbeiðið, tekur tú tær gjarna av teimum kreativu smálutunum.

Kærleiki** Arbeiði***** Fíggjarstøða *** Yvirskot ***

 

Tvíburarnir 22/5-21/6
Hugskotini brúsa innan í tær, men enn er skilabest at bíða við at fremja tey í verki. Tað krevur, at tú hugsar meira enn eitt stig fram á leiðini. Tínir møguleikar eru betri, um tú hugsar við framtíðini í huga. Hetta verða dagar, har dentur er lagdur á privatlívið og familjuna. Tú trívist væl í tínum vanliga umhvørvi. Tú nýtur eisini samveruna við familjuna uppaftur meira í løtuni. Heilsan og orkan eru oman fyri miðal í løtuni. Hetta tíðarskeiðið egnar seg væl til venjing, har tú pressar kroppin.

Kærleiki**** Arbeiði**** Fíggjarstøða *** Yvirskot *****

 

Krabbin 22/6-22/7
Dentur er lagdur á alt slag av samskifti í hesum tíðarskeiðnum, og tín boðskapur kemur greitt fram til onnur. Tað styrkir eitt samstarv. Tíðarskeiðið hóskar seg væl til skeiðir og at, á annan hátt, ogna sær nýggja vitan. Tá tú ikki fartar úr einum staði í annað, nýtur tú samveruna við familjuna. Á arbeiðsplássinum hevur tú viðgongd, og tínir møguleikar økjast í løtuni. Tað kann eisini vera talan um eitt arbeiði við tilknýti til útlandið.

Kærleiki*** Arbeiði***** Fíggjarstøða**** Yvirskot ***

Leyvan 23/7-23/8
Dentur verður lagdur á tína fíggjarstøðu, og alt slag av samskifti kann vera við til at økja tína inntøku. Tá ið samanum kemur, er hetta eitt gott tíðarskeið fyri teg fíggjarliga, og tær dámar eisini at brúka eitt sindur eyka upp á luksus í løtuni. Tíðarskeiðið egnar seg væl til ferðir og útbúgving. Títt forvitni er stórt, og tú vilt fegin ogna tær nýggja vitan og víðka tín sjónarring. Ein nýggj útbúgvingarleið kundi skapt nýggjar møguleikar á tíni yrkisleið. Nógvar broytingar hava verið á arbeiðsplássinum, og nú er tíðin kanska komin til at skifta kós.

Kærleiki**** Arbeiði**** Fíggjarstøða***** Yvirskot ***

 

Moyggin 24/8-23/9
Ein natúrligur autoritetur og stórt persónligt yvirskot lýsir av tær í løtuni. Samstundis er kærleiks gongustjørnan Venus á vitjan í tínum tekni. Hetta ger, at tú ert meira opin og sosial enn vant. Hetta er eisini eitt tíðarskeið, har tú fært meira uppmerksemi frá øðrum, og leitar tú eftir kærleikanum, er lættari at koma í samband við onnur í løtuni. Tíðin egnar seg sera væl til íløgur, serliga um tú skalt hava bankan við.

Kærleiki***** Arbeiði*** Fíggjarstøða***** Yvirskot ****

Vektin 24/9-23/10
Hetta er eitt tíðarskeið, har tú hyggur inn í teg sjálva. Tær dámar væl aktivitetir, ið kveikja hugflogið og evnini at hugmynda. Joga og meditatión hava tín áhuga. Tú dugir at selja dreymar, tí samskiftisevnini eru góð í løtuni. Arbeiðir tú eitt nú við lýsingum, har tú skalt selja okkurt til onnur visuelt, so fellur tað tær lætt júst nú. Kærleikin er ikki í miðdeplinum fyri tíðina. Um har er ein, og tú ert áhugað, so fert tú stillisliga fram.

Kærleiki*** Arbeiði**** Fíggjarstøða**** Yvirskot ***

Sporðdrekin 24/10-23/11
Tær dámar í veruleikanum væl at vera fyri teg sjálva, og í løtuni ræður tað um at finna javnvág millum at vera sosial og at taka teg burturúr. Tá tú ert saman við øðrum, dámar tær kensluna av felagsskapi, men aftaná hevur tú tørv á at halda teg fyri teg sjálva fyri at løða battaríini. Kærleikin kemur óvart á, og leitar tú eftir einum maka, er vinarflokkurin og nærumhvørvið eitt gott stað at leita. Á arbeiðsplássinum fært tú nýggjar og áhugaverdar uppgávur. Hetta mennir tínar førleikar, og tú lærir sera nógv í løtuni.

Kærleiki*** Arbeiði***** Fíggjarstøða**** Yvirskot ***

Bogamaðurin 24/11-21/12
Tíni eygu eru vend á framtíðina og yrkisleiðina hjá tær, og tú hevur eydnuna við tær í løtuni. Harafturat kann tað vera, at eitt gott úrslit skal fagnast. Viðvíkjandi kærleikanum hendir serstakliga nógv. Ert tú støk, er góður møguleiki fyri at møta onkrum, ið er eins ágrytin og eldhugað og tú. Ert tú í einum parlagi, eru tit sera virkin saman og fáa eina rúgvu frá hondini. Tað kann vera eitt felags áhugamál, ið tit bæði ynskja at brúka tíð uppá og sum gevur orku til parlagið.

Kærleiki***** Arbeiði***** Fíggjarstøða*** Yvirskot ***

Steingeitin 22/12-20/1
Tú ert sera arbeiðssom, og hesa vikuna fært tú viðurkenning fyri títt áhaldni. Dagarnir egna seg væl til aktivitetir, ið víðka sjónarringin, eitt nú útbúgving og skeið. Orkan hjá tær er ikki í topp, tí er skilabest at bíða við aktivitetum, ið krevja nógva orku og styrki. Avbjóðingar hava verið á kærleiksøkinum seinastu tíðina, men hesa vikuna fer tað at broyta seg til tað betra. Fíggjarstøðan er støðug, tó at hon ikki røkkur til eina stóra ovurnýtslu.

Kærleiki**** Arbeiði***** Fíggjarstøða*** Yvirskot ***

Vatnberin 21/1-19/2
Tú leggur dent á alt tað, ið ikki sæst við tí bera eyganum. Tað er títt forvitni, ið dregur teg fram í løtuni, og tíðarskeiðið hóskar seg væl til virksemi, ið krevur hugdýpan. Tú dugir væl at seta teg inn í trupul evni, har tú skalt leita eftir sannleikanum. Tað kunnu eisini vera sálarfrøðilig evni, ið hava tín áhuga. Tá tað kemur til kærleikan, so hendir ikki so nógv. Tú heldur tínar kenslur fyri teg sjálva og deilir tær bert, tá tú hevur fult álit.

Kærleiki** Arbeiði*’** Fíggjarstøða*** Yvirskot ***

Fiskurin 20/2-20/3
Tað hevur stóran týdning fyri teg at fáa afturmeldingar frá øðrum, og tú lurtar við stórum áhuga eftir teirra hugsan. Hetta stimbrar tíni egnu hugskot og hugsanarhátt. Tú ert ikki áhugað í at gera alt sjálv hesa vikuna. Tað kunnu vera avbjóðingar í heiminum, og tað fara at vera fleiri handverksligar uppgávur, ið hond má takast um. Tú mást brynja teg við toli, tí tingini kunnu taka longri tíð enn væntað. Fíggjarstøðan er sera góð í løtuni.

Kærleiki***** Arbeiði**** Fíggjarstøða***** Yvirskot***