
Aftur í ár hava vit, saman við fleiri føroyskum stuðlum, savnað saman 15 fantastiskar vinningar, sum vit gleða okkum at trekkja lut um eftir Kvinnurenningina 24. mai niðri í Hoydølum. Tað er títt renninummar, sum er við í lutakastinum.
Allar kvinnur, sum hava luttikið, eru við í lutakastinum við sínum renninummari – og vinningarnir eru alt frá flogferðaseðlum og hotelluppihaldi til designaralampu, landsliðstroyggjur, neglapakkar og luksusupplivingar. Tað er sanniliga vert at steðga á eina løtu og vita, um tú ert ein av teimum heppnu!
VINNINGAR TIL LUTAKASTIÐ
Landsliðsblusur til alla familjuna
Koyr á Føroyar kunnu tit nú rópa øll í landsliðstroyggjum frá FSF. Tú vinnur í alt fýra landsliðstroyggjur.
Gávubræv frá JYSK
Droymir tú um nýggjar havamøblar, seingjarklæðir ella manglar tú eitthvørt til kamarið? Við einum gávukorti á 2000 kr. til JYSK er dreymurin nærri.
Apple Airpods frá Føroya Tele
Við Apple AirPods Pro (2nd generation) fært tú ljóð í heimsflokki, aktiva ljóðdoyving og góðan passform. Perfekt til bæði túrin, arbeiðið og løturnar tú bara vilt njóta tónleik – uttan órógv.
Indigo Nails Startkit frá nails.fo
Alt tær tørvar fyri at koma í gongd við gelpolish og nailart – samlað í einum lekkrum byrjunarpakka frá Indigo Nails. Pakkin inniheldur m.a. UV-lampu, base og top coats, fleiri gelpolish-litir og amboð til at skapa títt heilt egna neglalook!
Turriklæð frá Guðrun & Guðrun
Fjálga og eleganta turriklæðið Gerð frá Guðrun & Guðrun er úr reinari merinoull - eitt dygdargott og vakurt ískoyti til klædnaskápið – sniðgivið við íblástri úr føroysku náttúruni og siðvenju.
Gávukort frá EINSTAKT
Við einum gávukorti frá Einstakt kanst tú velja tær okkurt serstakt úr teirra vakra úrvali - føroyskt snið og handverk. Hvørt plagg er partur av eini livandi siðvenju innan føroyska binding.
Saunagos
Saunagos er ein friðsæl og sansalig løta, har dampur, hiti og angurin av æteriskum oljum geva eina serliga kenslu av vælveru. Vinningurin er tvey gávukort á 2500 kr. hvørt, so tú kanst bjóða vinum ella familju til ein serstakan dag.
Flogferðaseðlar til London fyri tvey frá Atlantic Airways
Droymir tú um at uppliva livandi gøtulív, søguligar bygningar og óendaligar shoppingmøguleikar? Við tveimum flogferðaseðlum til London frá Atlantic Airways kunnu tú og tann, tú velur at bjóða við, uppliva ein av heimsins mest spennandi stórbýum beinleiðis úr Føroyum.
Lanterna til frá Georg Jensen frá Gávubúðini hjá Annu
Ein stílrein lanterna, sum fjálgar um tær góðu uttandura løturnar. Hon er tíðarleys og klassisk og kann sjálvandi eisni brúkast innandura.
Listaprent eftir Tórodd Poulsen frá Steinprent
Eitt leikandi og litfagurt steinprent eftir Tórodd Poulsen, sum kann prýða bæði í stovu og køki.
Louis Poulsen lampa frá IDEmøblum
Ein perla úr donskum sniðgevingararvi! VL45 Radiohus Portable Lamp byggir á upprunaligu VL45-lampuna. Klassiska munnblásna, opal glaskúlan gevur eitt mjúkt og hugnaligt ljós – bæði inni og úti. Ein ikonisk lampa, sum passar inn í bæði nútímans og klassiskar innrættingar.
Vikuskifti fyri tvey á Hotel Hilton
Njót eitt avstressandi vikuskifti fyri tvey á Hotel Hilton – eitt nútímans og væl útgjørt hotell mitt í Havnini. Morgunmatur og atgongd til deiliga SPA-økið er íroknað, so tit kunnu bara slappa av og njóta løturnar saman.
Snildlás frá Trygdartøkni
Við snildlási frá Trygdartøkni sleppur tú undan lyklatrupulleikum. Tú fært fult ræði á, hvussu og nær úthurðin verður latin upp. Tú kanst nýta pinkotu, fingramerki, app, bluetooth, lyklakort ella mekaniskan lykil til lásið.
Gávubræv til Kiosk Vár
Við einum gávukorti á 600 kr. til Kiosk Vár í Runavík, kanst tú blanda bomm og fáa franskar hotdogs til alla familjuna ella eitt hvørt annað, sum tit munga eftir.
Gávukort frá Grønt & Grátt
Mungar tú eisini eftir góðari ráðgeving ella hjálp til uttanduraøkið ella havan? Við einum gávukorti frá Grønt & Grátt kemur tú gott frá byrjan, og so verður skjótt til, at tað fer at spíra.