Summarlesnaður: 5 bøkur um djarvar gentur
Lívsstílur
Summarlesnaður: 5 bøkur um djarvar gentur
Vit elska at lesa um gentur, sum tora at ganga sínar egnu leiðir. Hesar genturnar hava tað ikki altíð so lætt, tí tær eru ikki til at steðga, tá tær hava sett sær eitthvørt fyri. Og hetta er ikki altíð so lætt hjá øðrum at skilja. Tíbetur lótu tær seg ikki steðga, so gentur og dreingir í dag kunnu njóta væl av teirra dirvi og hugflogið. Vit hava hópin av søgum um djarvar gentur - eisini á føroyskum. Her vísa vit tær fimm bøkur við hópin av djørvum gentum.
Eftir: Greinin er gjørd í samstarvi við FØROYAR LESA 23.07.2023

Vigdís

Ein komandi rithøvundur bankar á dyrnar hjá frú Vigdís Finnbogadóttur og bjóðar sær sjálvari til ein drekkamunn, tí hon ætlar at skriva eina bók um fyrstu kvinnuna í heiminum, sum varð vald til forseta. Les um hesa minnisverdu kvinnu, sum droymdi um at gerast skipari, men endaði sum forseti.

Góðanáttsøgur til rebelskar gentur

Bókin ger ævintýr av nýggjum, gevur gentum íblástur við 100 søgum um kvinnuhetjur frá Elizabeth l til Serenu Williams. 60 listakvinnur úr øllum heraðshornum hava myndprýtt bókina. Framúr góð bók, sum størru børnini kunnu lesa sjálv, og sum eisini kann læra tey vaksnu eitthvørt, sum hevur týdning fyri børn í dag.

Handbók fyri superhetjur (røð við 7 bókum)

Lisa trívist ikki í nýggja skúlanum. Nakrir dreingir happa hana, og hvønn dag flýggjar hon undan teimum og krógvar seg á bókasavninum. Ein dagin kemur hon fram á eina bók, ið er um, hvussu tú kanst gerast superhetja við teimum 101 kynstrunum, sum eru lýst í bókini. Kann hetta veruliga lata seg gera? Ferðmikil, spennandi og vøkur røð um eina lítla gentu, sum tekur málið í egnar hendur.

Um gentur og tunnuflakar og ein ommuprikkutan kjóla

Ein so sera fitt søga um eina gentu, sum júst hevur fingið ein fínan ommuprikkutan kjóla frá ommuni, men helst vil spæla við dreingirnar í tunnuflakanum. Guðrun hevur verið og siglt við tunnuflaka, og tað heldur hon vera øgiliga spennandi. Hon skilir als ikki, at gentur ikki kunnu dálka seg líka væl sum dreingir.

Finn meira íblástur á síðuni hjá FØROYAR LESA

Pippi Langsokkur

Vit troyttast ongantíð av Pippi. Í hesi útgávuni finnur tú tríggjar klassiskar myndabøkur í einari. Her hoyrir tú um Pippi í trimum væl dámdum frásøgum - tá ið hon flytur úr Villingaváli, tá ið hon roynir at finna út av, hvat ein spunkur er, og tá ið hon fær skil á bandittunum í Humlugarðinum á sín heilt egna hátt.




Viðkomandi greinar