Svøvnur og heilsa fylgjast
Lívsstílur
Svøvnur og heilsa fylgjast
Svøvnurin er umráðandi bæði fyri kropsligu og sálarligu heilsuna, men nær og hvussu leingi skulu vit sova?
Eftir: Anniku Kunoy Im 20.02.2023

Vit vita allar, at svøvnur er umráðandi bæði fyri kropsligu og sálarligu heilsuna. Ein keðilig nátt ávirkar evnini at hugsavna seg, matarlystin, tolið, lagið... ja, vit vera í stuttum illa fyri.

Fáa vit so ov lítið av svøvni í longri tíð, kann tað veruliga ávirka heilsuna og elva til millum annað hjartasjúku, sukursjúku, yvirvekt, sálarligar trupulleikar og hormon-ójavnvág. Hinvegin hava vit tørv á svøvni fyri millum annað at orka gerandisdagin, basa sjúku, vera í góðum lag og hava javnvág í kroppi og sinni.

Men hvussu leingi skulu vit miðja í móti at sova hvørja nátt, og er tað líkamikið, nær vit fara í song? The American Academy of Sleep Medicine (AASM) viðmælir, at vaksin fólk sova minst sjey tímar hvørja nátt, summum tørvar meir og summum minni. Eisini er umráðandi at miðja ímóti at leggja seg á leið um somu tíð hvørt kvøld, so svøvnrútman verður hin sama. Ein kanning úr Onglandi frá í fjør vísti, at best er at fara í song umleið klokkan 22 hvørt kvøld.

Hetta kanst tú sjálv gera fyri at sovna skjótt og væl

  • Halt teg frá eini stórari máltíð beint áðrenn songartíð. Ert tú svong, fá tær so heldur okkurt lætt

  • Ansa eftir, at tú ikki fert í venjingarmiðstøðina beint áðrenn songartíð

  • Royn at halda teg frá seinnapartslúrinum og minka somuleiðis um kaffein seinnapartin, so sum kaffi, sodavatn, orkudrykkir og sjokolátu

  • Halt teg frá rúsdrekka og nikotin 4-6 tímar, áðrenn tú leggur teg, tí tað ávirkar svønin

  • Sløkk allar skíggjar ein hálvan tíma, aðrenn tú fert í song

  • Best er um kamarið er myrkt og kølið

  • Les eitt sindur í eini bók, áðrenn tú leggur eyguni saman

    Kelda: Healthline