Tá húsini gerast ov stór - og eitt nýtt heim verður rætta loysnin
Lívsstílur
Tá húsini gerast ov stór - og eitt nýtt heim verður rætta loysnin
Karin og William Max fóru úr sethúsum í minni bústað á Eiði - og samstundis varð gamla húsið tøkt hjá einari barnafamilju. Søgan er eitt dømi um, hvussu bústaðartørvurin broytist gjøgnum lívið, og hvussu ein avgerð kann seta rørslu í marknaðin
Eftir: Anniku Kunoy Im / Greinin er gjørd í samstarvi við SKIFT 16.09.2026

Bústaðartørvurin broytist gjøgnum lívið. Tá børnini eru flutt heimanífrá, og gerandisdagurin er ein annar enn fyrr, kann eitt hús, sum einaferð var júst tað rætta, við tíðini kennast ov stórt. Tá kann tankin um at flyta í okkurt minni fara at geva meira meining.

Samstundis eru familjur í hinum endanum av bústaðarmarknaðinum, sum hava tørv á meira plássi: Ja, einum heimi, sum hóskar betur til familjulívið. Tá onkur fer úr einum størri bústaði í ein minni, kann tað tí samstundis skapa ein møguleika hjá onkrum øðrum. Akkurát her sæst væl, hvussu ymiskir bústaðartørvir hanga saman.

Júst hetta er eisini søgan hjá 63 gomlu Karin Ejdesgaard Hansen og 68 gamla William Max Hansen á Eiði - foreldrunum hjá Jákupi Andrias, ið eisini eigur og rekur ognarmeklarafyritøkuna SKIFT. Tá tey fóru at umhugsa at fara úr sethúsunum og í ein minni bústað, var tað eisini hann, sum hjálpti teimum at hyggja at møguleikunum og finna fram til ta loysnina, sum hóskaði teimum best.

– Hjá okkum bleiv tað ein felags avgerð til endans. William Max fekk trupulleikar við rygginum og sá sær ikki møguleika at halda húsini, soleiðis sum vit ynsktu. Tá visti eg, at eg gjarna vildi flyta. Hann fór síðani undir skurð, og tíbetur kom hann væl fyri seg aftur, sigur Karin, tá vit koma á gátt í nýggju raðhúsunum hjá teimum á Eiði.

 


William Max og Karin kring spísiborðið í nýggja bústaðinum saman við vinfólki

 

Sum føroyingar flest, bygdu tey sær hús sum ung og høvdu búð í somu húsunum síðan. Tey vóru von við bæði plássið og alt tað, sum fylgir við einum størri heimi. Men tá avgerðin um at flyta fyrst var tikin, snúði tað seg um at finna ein bústað, sum hóskaði betur til gerandisdagin og tørvin, tey hava í dag. Nú búgva tey í nýggju 95 fermetra eittplansraðhúsunum á Eiði, og hóast tað var ein stór broyting at fara í minni bústað, hava tey funnið seg væl til rættis í nýggja heiminum.

– Vit eru flutt í eitt gott grannalag, og her kennast vit øll. Tað er ordiliga deiligt, sigur Karin.

Eitt minni heim merkir sjálvandi eisini, at okkurt verður øðrvísi. William Max hevði til dømis hugsað eitt sindur um, hvørt hann fór at sakna kjallaran og bilskýlið, sum hann hevði í gomlu húsunum.

– Tá vit seldu húsini, varð eitt sindur tosað um kjallaran, tí eg kanska fór at sakna hann. Hann sakni eg eitt sindur um heystið, men tað er ikki so galið, sigur hann.

Men í gerandisdegnum merkja tey eisini fleiri fyrimunir við nýggja bústaðnum. Tað er lættari at halda og rudda, og tey hava betri tamarhald á heiminum. Hóast fermetrarnir eru færri, er framvegis gott pláss til familjulívið.

 


Eittplanshúsini eru ljós og løtt at halda, siga tey bæði

 

– Vit hava tað ordiliga gott her. Sjálvt um vit búgva minni, so føla vit ikki, at vit mangla pláss. Ommu- og abbabørnini koma ofta, og tey elska at liggja á bóli her. Tað hevur bara víst okkum, at tað ikki altíð eru fermetrarnir, sum hava mest at siga. Har, sum hjartarúm er, er eisini húsrúm. Tað bilar einki, um húsini eru minni enn tey, vit høvdu, sigur Karin.

– Tá vit vóru flutt inn og høvdu ommu- og abbabørnini á vitjan fyrstuferð, tá vistu vit, at hetta var røtt avgerð, siga tey bæði.

 

Ein avgerð, sum ofta tekur tíð
Jákup Andrias kennir væl hesa støðuna aftur. Í arbeiðinum møtir hann ofta fólki, sum eru komin hagar í lívinum, at verandi hús ikki longur hóska til tørvin í gerandisdegnum.

 

Tað er eisini ein kenslulig tilgongd. Tá fólk fara úr minni í størri, eru tað ofta natúrligar orsøkir, til dømis at familjan vaksur. Tá man fer úr størri og í minni, tekur tilgongdin ofta eitt sindur longri

 

– Tað, vit ofta síggja, er, at húsini gerast ov stór, tá fólk eldast og tørvurin broytist. Hjá teimum flestu er hetta ein støða, tey sjáldan hava staðið í áður, meðan vit arbeiða við slíkum avgerðum hvønn dag. Okkara uppgáva er at hjálpa kundanum trygt ígjøgnum tilgongdina, tá farið verður úr einum størri bústaði í ein minni - ella øvugt, sigur hann. 

Hann greiðir frá, at tað serliga er fíggjarligi parturin, sum ofta fyllir nógv hjá eldri kundum. Hóast ynskið um eitt minni og lættari heim kann vera greitt, kann óvissan um søluprís, nýggjan bústað og møguliga fígging gera avgerðina bæði størri og meira torgreidda.

– Tey eldru vilja ofta ikki taka nýtt húsalán ella gerast verri fyri fíggjarliga. Tí byrja vit vanliga við at hyggja at, hvat ognin er verd, hvørjir møguleikarnir eru, og hvussu tilgongdin kann leggjast til rættis, sigur Jákup Andrias.

Fyri nógv er tað eisini langt síðan, tey seinast hava keypt ella selt eina ogn. Marknaðurin kann vera nógv broyttur, fíggingin øðrvísi, og øll tilgongdin kann kennast bæði stór og ókend. Tí kann tað geva tryggleika at fáa eitt yvirlit yvir møguleikarnar og hjálp til at taka avgerðirnar á ein greiðan hátt.

Men tað er ikki bara tað fíggjarliga, sum fyllir. At flyta úr einum størri heimi í ein minni bústað kann eisini vera ein kenslulig avgerð.

– Tað er eisini ein kenslulig tilgongd. Tá fólk fara úr minni í størri, eru tað ofta natúrligar orsøkir, til dømis at familjan vaksur. Tá man fer úr størri og í minni, tekur tilgongdin ofta eitt sindur longri, sigur hann.

Tá ein hevur búð leingi í sama húsi, kann tað vera ein stór avgerð at flyta. Húsið hevur ofta verið karmur um familjulív, minnir og fleiri áratíggju av gerandisdegi, og tí kann tað taka tíð at venja seg við tankan um, at eitt minni heim nú kann vera ein betri loysn.

Jákup Andrias greiðir framhaldandi frá, at tað er fleiri eldri fólk, sum ynskja at fara úr sethúsum í ein minni bústað, men at tað kanska ikki altíð er so lætt.

– Vit síggja heilt greitt, at bústaðarmynstrið er við at broytast. Fleiri og fleiri velja at flyta eftir tørvi, til dømis um húsini eru vorðin ov stór ella ov lítil, so flyta tey í okkurt meiri passandi. Tað eru fleiri møguleikar í dag enn fyri 15-20 árum síðan.  Høvdu enn fleiri alternativ verið til eldru húsaeigararnar, høvdu vit heilt vist sæð fleiri eldri fólk farið í minni bústað, og harvið høvdi fleiri bústaðir verið tøkur til tær ungu barnafamiljunar, sigur hann.

 

 

 

 

Tá eitt hús fær nýtt lív
Avgerðin hjá Karin og William Max um at fara úr sethúsum í ein minni bústað hevur ikki bara broytt teirra egna gerandisdag. Hon hevur eisini gjørt pláss fyri onkrum øðrum.

Tá tey fluttu úr gamla húsinum, varð tað tøkt hjá einari nýggjari familju. Í dag býr ein barnafamilja har, og fyri Karin er tað ein gleði at síggja, at húsið framvegis er karmur um familjulív - bara hjá onkrum øðrum.

– Hvønn dag, tá eg fari út, hyggi eg niðan á gomlu húsini hjá okkum og gleðist um, at har nú býr ein barnafamilja, sigur hon.

Soleiðis kann ein bústaðarbroyting seta fleiri nýggjar møguleikar í gongd - bæði hjá teimum, sum fara í minni, og hjá teimum, sum hava tørv á at vaksa um sítt heim.

 


Vinkona og grannin, Eyðrun, og maður hennara hava tikið somu avgerð og búgva í einum av hinum raðhúsunum. Tað gevur nógva gleði í gerandisdegnum at kenna sínar grannar, siga tær. 

Jákup Andrias heldur, at tað eisini hevur stóran týdning fyri bústaðarmarknaðin, at fólk velja at fara úr ov stórum sethúsum og í minni bústaðir, og at tað er tørvur á enn fleiri minni bústøðum til eldri fólk.

 

Vit eru flutt í eitt gott grannalag, og her kennast vit øll. Tað er ordiliga deiligt

– Satt at siga er tað einfalt. Um fleiri og betri alternativ vóru til eldru húsaeigararnar, vóru sannlíkt fleiri ið høvdu valt at selt teirra stóru hús, keypt ein minni bústað og harvið var møguligt hjá einum nýggjum eigara, at keypt hesi stóru húsini, ið kundi verið karmur um tierra familjulív. Tað er skjótari og bíligari at byggja 95 fermetrar, heldur enn 190 fermetrar, so tað hevði sannlíkt skapt meir rørslu á bústaðarmarknaðinum, ið víðari kundi skapt møguleikar til ungu keypararnar, sigur hann.

Jákup Andrias leggur afturat, at tað er serliga gevandi at fylgja fólki gjøgnum slíkar tilgongdir og síggja, tá tey hava funnið eina loysn, sum fyri tey kennist røtt.

– Tað er øgiliga stuttligt at vera við í tilgongdini og síggja, tá fólk finna teirra nýggja heim. Tað allar stuttligasta er at geva teimum lykilin og síggja gleðina í eygunum á teimum. Foreldrini hjá mær hava verið ígjøgnum júst ta tilgongdina, sigur hann.

Karin og William Max halda bæði, at tað hevði nógv at siga fyri tey at fáa hjálp og verða víst á møguleikarnar, áðrenn tey tóku endaligu avgerðina. Samstundis vísir søgan hjá teimum, at tá bústaðartørvurin broytist, kann ein nýggj loysn geva meining, bæði fyri tey, sum flyta, og fyri onnur, sum hava tørv á meira plássi.