Tá tú arbeiðir einsamallur við tí, sum er innaní, kanst tú blíva eitt sindur í ørviti av og á
Lívsstílur
Tá tú arbeiðir einsamallur við tí, sum er innaní, kanst tú blíva eitt sindur í ørviti av og á
At vaksa upp í Føroyum hevur ikki bara verið lætt hjá fjøllistamanninum, Heiðriki á Heygum. Hann greiðir frá, at sum samkyndur og listafólk hevur hann ferð eftir ferð fingið 'nei' ella 'hatta ber ikki til', tá hann hevur lagt onkra av sínum mongu ætlanum fram. Tað hevur ikki steðgað Heiðriki, sum í dag livir av listini. Vit hava hitt Heiðrik av Heygum til eitt kaffiprát.
Eftir: Anniku Kunoy Im 20.08.2025


Heiðrikur á Heygum er 41 ár, útbúgvin á filmsskúlanum, Super16, og Listaháskóla Íslands, býr í Keypmannahavn og í Havn og livir av at gera list av ymsum slagi

 

Hvussu dámar tær best at byrja dagin?
Eg byrji dagin við einum heitum koppi av kaffi. Síðani skrulli eg á telefonini eina løtu og hyggi at býttum memes, sum fáa meg at flenna. Tað er altíð gott at byrja dagin við at flenna.

 

Hvussu dámar tær best at drekka kaffi?
Eg eri sindur eymur um mítt kaffi - eg má hava ordiligt kaffi og ikki sovorðið pulvurkaffi. Serliga dámar mær væl 'Irmas blå kaffe'. Og so ein dropa av lættimjólk útí.

 

Hvussu sær tín arbeiðsdagur út?
Eg arbeiði best um náttina, og tí má dagurin ikki byrja ALT ov tíðliga. So eg byrji dagin um 10-11 tíðina. Tá fái eg mær ein kaffikopp og hyggi ígjøgnum tað, eg arbeiddi við kvøldið fyri. Í løtuni máli eg, so eg siti og tekni og máli allan dagin. So fari eg ein gongutúr og fái mær fríska luft, so heilin klárnar eitt sindur. Onkuntíð er tað gott at fara framvið hjá onkrum vinfólki til eitt prát. Tá tú arbeiðir einsamallur við tí, sum er innaní, kanst tú blíva eitt sindur í ørviti av og á, og tí er tað gott at tosa við onnur menniskju, so tú ikki gerst heilt løgin.

 

Hvønn kundi tú hugsað tær at hitt til eitt gott kaffiprát?
Eg kundi hugsað mær eitt prát við onkran, sum kundi lært meg okkurt. Har eru fleiri spennandi leikstjórar, ið høvdu verið ordiliga spennandi at hitt, sum til dømis Stanley Kubrick ella Alfred Hitchcock. Teir kundu óivað lært meg onkur triks, sum eg kundi brúkt handan kameraið.

 

Nær græt tú seinast?
Eg havi fyri ikki so langari tíð síðan hugt at hasum brotinum úr filminum, UP, sum Pixar hevur latið úr hondum. Tað er eitt brot, ið kallast 'A Marriage Story' har vit síggja alt lívið hjá parinum Carl og Elli upp á 10 minuttur. Hóast ikki eitt orð verður sagt, skilur tú alt, ið verður kommunikerað. Eg græt sum eitt lítið barn. Eitt gott dømi um, at tær ikki altíð tørvar orð fyri at skilja ein boðskap.

 

Hvør í tínum arbeiðslívi hevur havt størst ávirkan á teg?
Havi sitið og hugsað um hendan spurningin leingi, men eg havi tíverri ongan, ið hevur ávirkað meg í arbeiðslívinum. Tá eg vaks upp í Føroyum, var tað ikki tað sama staðið, tað er í dag. Her var onki Klippfisk ella nakað sovorðið listarligt, tú kundi ganga til - og slett ikki nakað listarligt arbeiði, tú kundi liva av. Eg fekk tó fleiri 'nei' og 'hatta ber ikki til' ella 'hatta gevur ikki mat á borðið'. Og tað hevur kanska givið mær enn meiri eld í reyvina. So eg gjørdi bara mítt egna arbeiðslív og havi arbeitt nógv einasamallur og fingið vinfólk at hjálpa mær til tey nógvu øru projektini hjá mær. Eg eri so sera glaður at síggja, hvussu Føroyar eru broyttar á so stutta tíð.

 

Hvussu vóru tíni barnaár í Havn?
Sum sagt eru Føroyar í dag eitt heilt annað stað, enn tær vóru, tá eg var barn. Tað var sera konservativt,og tað var torført at vera samkyndur, og eg føldi meg ofta uttanfyri. Eg veit um fleiri, sum hava følt seg øðrvísi í Føroyum, ið eru rýmd og tíma ikki heim aftur, tí tey hava havt so nógvar keðiligar upplivingar. Eg vil ikki geva nøkrum tað valdið. Í nýggjari tíð havi eg verið heima aftur, tí Føroyar eru eisini mítt land, akkurát sum hjá øllum ørðrum, ið búgva her. Nú føli eg meg væl í Føroyum og havi nógv góð og stuðlandi fólk kring meg, ið eisini halda, at Føroyar skulu kunna rúma øllum slagi av fólki.

 

Hvat heldur tú hevur gjørt, at Føroyar hava flutt seg?
Eg haldi at internetið hevur gjørt so nógv fyri Føroyar. Sambandið, tað veitir til onnur lond, hevur gjørt, at vit eru komin so skjótt inn í 21. øld. Við internetinum lata dyr seg upp, tí tú hevur fleiri møguleikar til at finna tað, tú dugir at gera, um tað so er ítrottur, tónleikur ella filmur. Føroyingar eru vorðnir djarvari og hava fingið betri sjálvsálit.

 

Hvar finnur tú íblástur?
Tað eru fleiri, ið hava spurt meg handan spurningin, men eg dugi illa at svara honum, tí íblásturin kemur bara til mín. Eg havi stóran áhuga í mytologi, sagnum og ævintýrum. Haldi, at tey gjøgnum súmbolismu siga nógv um okkum menniskju og seta spurnartekin við, hvørji vit eru. So, ja, alt tað, ið fær meg at spyrja hví, veitir íblástur.

 

Hvat kanst tú ikki vera fyriuttan?
Irma kaffi

 

Dugir tú at gera mat?
Ja, men tað er ikki nakað, eg haldi, er so ræðuliga stuttligt. Eg vil helst bara fáa tað yvirstaðið.

 

Hvat dámar tær best at eta?
Tailendskan mat, haldi eg. Japanskur matur er eisini lekkur. Mær dámar samanumtikið væl sterkan og lættan mat, og eg elski tí eisini asiatiskan mat.

 

Hvat er tað týdningarmesta, tú hevur fingið við í viðførið heimanífrá?
Tað er nokk tað, at mamma mín altíð hevur trúð uppá míni evnir, og eg fekk altíð loyvi ti lat úttrykkja meg, sum eg vildi. Eg haldi ikki, at øll eru so heppin at hava onkran heima, ið trýr uppá evnini hjá einum. Serliga, tá tað er listarlig evnir, tí listaverðin er sera hørð, og ikki altíð tann lættasta lívsleiðin at velja.

 

Hvørjar miðlar brúkar tú mest?
Tað er uttan iva Instagram, tí har fái eg best sýnt mína list fram - bæði innan list, tónleik og film. Tann pallurin er væl egnaður til júst tað. Annars,so eri eg nógv á Youtube og hyggi eftir ymiskum dokumentarum.

 

Hvat mást tú taka teg saman til at gera?
Alt praktiskt...vaska, rudda...ja,alt sovorðið keðiligt.

 

Hvat droymir tú um at gera í framtíðini?
Eg geri tað, eg havi altíð droymt um. Eg livi av mínari list, og eg eri sera fegin um, at eg umsíðiur kann gera tað fulla tíð. Annars, so vóni eg, at mín sangleikur kemur uppá beinini, og tað kanska kann blíva ein spælifilmur. Og so vóni eg, at eg sleppi at ferðast til Japan. Tað er ein stórur dreymur hjá mær

 

Hendan greinin varð upprunaliga prentað í Kvinnu 6, 2023