Tað er eingin sum sigur at tú skalt ganga 10.000 fet
Lívsstílur
Tað er eingin sum sigur at tú skalt ganga 10.000 fet
Vakra runda talið verið gjølla kannað, og standardurin er lækkaður
Eftir: Anniku Kunoy Im 10.03.2023

10.000 hevur verið eitt magiskt tal í mong, mong ár, tá tosað hevur verið um, hvussu nógv fet vit eiga at ganga dagliga. Men vakra runda talið hevur nú verið gjølla kannað, og standardurin er somuleiðis lækkaður.

Tað vísir seg, at talið 10.000 kom úr eini marknaðarherferð úr 60’unum, tá ein japansk fyritøka seldi fetteljaran ‘Manpo-kei’, ið merkir 10.000 fet. Talið varð hangandi, men tað vísir seg ikki at vera vísindaliga prógvað, at tað júst er 10.000 vit skulu miðja ímóti, ynskja vit nokk av rørslu í beinini dagliga og heilsuágóðarnar, ið fylgja við tí.

Tíbetur kunnu vit siga, at magiska talið er heili 2500 fet lægri.

I-Min Lee, lækni og professari í medisini á Harvard, almannakunngjørdi í 2019 eina kanning hon og starvsfelagar hennara høvdu gjørt, har tær kannaðu kvinnur millum 61 og 101 ár fyri at vita, um júst 10.000 fet gjørdu munin, tá talan er um livialdur. Kanningin vísti, at tá talið av dagligum fetum hækkaði, hækkaði livialdurin somuleiðis. Men hæddarpunktið var somuleiðis umleið tey 7500 fetini. Tað skaðar ikki at ganga fleiri, men ágóðin eftir they 7500 minkar munandi, var niðurstøðan.