Tað er lokkandi at lesa í Føroyum
Lívsstílur

Tað er lokkandi at lesa í Føroyum

– Tað er sera viðkomandi at læra um føroysk viðurskifti innan samfelagsvísindi, umframt altjóða viðurskifti, við tað at tað er her, eg skal liva og virka, sigur Marin Eidesgaard, sum er lesandi á søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum. Hon er ein av fleiri næmingum, ið hevur valt Føroyar sum lestrarstað. Í fjør vóru fleiri føroysk lesandi á Setrinum enn á donskum universitetum. Orsøkin er bæði góða gongdin í samfelagnum og ein uppraðfesting av útbúgvingum, góðsku og trivnaði. 
Eftir: Anniku Kunoy Im / Gjørt í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya 10.06.2022

Á Fróðskaparsetri Føroya eru á leið 1000 lesandi, sum taka eina av teimum umleið 30 hægru útbúgvingunum, sum verða bodnar út. Tøl frá danska Útbúgvingarmálaráðnum og frá Fróðskaparsetrinum vísa, at í 2021 fingu 248 føroysk lesandi tilboð um lestrarpláss á donskum universitetum og 313 fingu tilboð um lestrarpláss á Fróðskaparsetri Føroya. Tí eru nú fleiri føroysk lesandi í Føroyum, enn tað eru í Danmark.

Heini í Skorini, lektari og útbúgvingarleiðari, greiðir frá, at vøksturin, vit nú síggja á Setrinum, er ein endurspegling av, at tað gongur væl í føroyska samfelagnum.

Tá eg verði spurd, hví eg valdi at lesa í Føroyum, hugsi eg ofta, hví fólk yvirhøvur spyrja um tað. Hví ikki lesa í Føroyum?

– Ein stór menning er farin fram, síðani øll tosaðu um ‘Exit Føroyar’ fyri 15 árum síðani. Torført er at siga nágreiniliga, júst hvør orsøkin er, men gleðiligt er at síggja, at politiska játtanin til Setrið eisini er hækkað seinastu árini uttan mun til, hvørjir flokkar hava sitið í samgongu.

Hesum tekur Marin Eidesgaard, lesandi á søgu- og samfelagsdeildini, undir við.

– Tá eg verði spurd, hví eg valdi at lesa í Føroyum, hugsi eg ofta, hví fólk yvirhøvur spyrja um tað. Hví ikki lesa í Føroyum? Tað er sera relevant at læra um føroysk viðurskifti innan samfelagsvísindi, umframt altjóða viðurskifti, við tað at tað er her, eg skal liva og virka, sigur Marin Eidesgaard.

Í nýggju strategiætlanini hjá Setrinum frá 2020-2024 er raðfest, at 85 prosent av teimum lesandi skulu siga, at tey eru nøgd við lesturin í regluligum eftirmetingum, og Setrið kannar nøgdsemi og trivnað millum tey lesandi annaðhvørt ár.

Í seinastu trivnaðarkanningini frá í fjør siga meira enn 82 prosent, at tey yvirhøvur eru væl nøgd við sína útbúgving, og næstan 85 prosent kunnu viðmæla øðrum at taka somu útbúgving sum tey.

– Eg fall beinanvegin til, og tað er lætt at læra fólk at kenna, av tí at tað er eitt minni universitet. Eg havi eisini royndir frá øðrum universitetum, og tað besta við søgu- og samfelagsdeildini er heilt víst, hvussu undirvísing og læriháttur eru skipað, hvat verður kravt av okkum, og at vit koma hvørjum øðrum við, sigur Marin Eidesgaard eisini.

– Møguleikarnir á Setrinum eru nógv fleiri í dag, enn tað vóru fyrr – bæði hjá lesandi og hjá teimum, sum undirvísa. Í dag koma undirvísarar, sum hava arbeitt fleiri ár á universitetum uttanlands, heim aftur til Føroya at starvast ella granska á Setrinum. Setrið hevur eisini sett fleiri útbúgvingar á skrá, og nýggjar útbúgvingar gera, at fleiri velja Setrið, tí vit vita, at meira skapar meira. Uttan eitt ávíst útboð hevði eingin komið, greiðir Heini í Skorini frá.

Í dag koma undirvísarar, sum hava arbeitt fleiri ár á universitetum uttanlands, heim aftur til Føroya at starvast ella granska á Setrinum.

Hann greiðir framhaldandi frá, at ein stór menning eisini er farin fram við at góðskutryggja tær útbúgvingarnar, sum Setrið bjóðar, og umstøðurnar, tær verða bjóðaðar í.

– Hóast menningin hevur verið munandi, vóni eg kortini, at tað skjótt verður politiskur vilji til at gera eitt ordiligt kampus, sum harvið hevði lagt upp til natúrliga samvirkan millum tey lesandi og starvsfókini á Setrinum. Tað hevði gjørt nógv fyri trivnaðin, sigur hann.

Fakið er breitt, og møguleikarnir nógvir

– Eg havi roynt at lisið á øðrum universitetum, og samanumtikið er tað gott at lesa á Setrinum, sigur Kristina Sandberg Joensen, sum lesur sjúkrarøktarfrøði.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir eru tann størsti fakbólkurin á sjúkrahúsunum, og stórur áhugi er í føroysku útbúgvingini, sum er á høgum fakligum støði. Útlit eru til, at tørvurin á sjúkrarøktarfrøðingum fer at økjast komandi árini, og tí var í fjør politisk avgerð tikin um, at Setrið skuldi taka inn tvær ferðir árliga.

Kristina Sandberg Joensen, sjúkrarøktarfrøðilesandi, valdi at lesa á Setrinum, tí hon vildi lesa í Føroyum.

– Eg havi roynt at lisið á øðrum universitetum, og samanumtikið er tað gott at lesa á Setrinum. Samanlagt havi eg búð tíggju ár uttanlands, millum annað í London og Lissabon, har eg havi tikið útbúgving, og eg var ikki áhuga í at flyta av landinum aftur, tá eg valdi at skifta yrkisleið, sigur Kristina, sum hevur verið lesandi á Setrinum síðani august í fjør. Hon leggur aftrat, at tað var ein áhugi í menniskjanum og ein persónligur tørvur á broyting, sum gjørdi, at hon valdi at fara undir at lesa sjúkrarøktarfrøði.

– Vit hoyra nógv um, at tað er tørvur á sjúkrarøktarfrøðingum í samfelagnum, og at tað eisini er lætt at fáa starv, tá tú ert útbúgvin. Tað er eitt stig á røttu leiðini, nú Setrið tekur tveir flokkar inn um árið, og eg haldi, at tað er ordiliga gott, at tey gera tað. Men umstøðurnar skulu eisini broytast, so fakið verður dámligari fyri menn, tí sum nú er, starvast næstan eingi mannfólk sum sjúkrarøktarfrøðingar. Tað er harmiligt, tí tað er stórur tørvur á røktarum – bæði mann- og konufólki. Tað er tí umráðandi, at vit arbeiða fram ímóti at fáa teir áhugaðar í yrkinum.

Minst til!!
Umsóknarfreistin er 1. juli – meira kunning á setur.fo

Enn veit hon ikki við vissu, hvar hon endar, tá útbúgvingin er lokin. Hon greiðir frá, at hon gleðir seg til at fáa praktisku royndirnar, so hon soleiðis fær innlit í ymsu økini, sjúkrarøktarfrøðingar virka í.

– Eg havi lítlar og ongar royndir í yrkinum sum sjúkrarøktarfrøðingur, og eg eri opin fyri at læra um ymisku økini. Fakið er jú breitt, og møguleikarnir eru nógvir. Eg gleði meg at fáa starvsroyndirnar og at royna økini við opnum sinni.