Tað er serligt og herligt at vera omma
Lívsstílur
Tað er serligt og herligt at vera omma
– Hjá ommuni ber alt til, og einki er ómøguligt. Í høvuðsheitum. Tað halda Bente Kjær og Ruth Vang, ið báðar fegnast stórliga um leiklutin, teimum er litið í hendi at vera omma. Eitt undur og ein sonn Guds gáva, siga tær. Men hvussu er ein omma? Hvør er leikluturin hjá ommuni? Og er munur á ommuni fyrr og nú? Tvær ommur siga her sína hugsan um lívið sum omma og leiklutin hjá ommuni í 2020.
Eftir: Eftir Jákup Boga Joensen - Mynd: Amy Hansen 29.12.2020

– Tað er sum at vera nýforelskað. Eg eri púra býtt í teimum, sigur onnur.

Hin nikkar játtandi og brosar um alt fimmoyrað. Andlitsbráið avdúkar brúsandi kensluna og løttu sinnisstøðuna. Sum tá ið eldur kemur í gamalt hoyggj.

– Ja, fluttu tey hinumegin jørðina, fór eg við.

Hetta er kærleiki. Hjartablóð. Og ein dýrabærur skattur. Tað skilst á øllum brøgdum.

Tær skifta orð um børnini hjá børnunum, ið tær elska so ómetaliga høgt og yvir alt. Tær skifta orð um leiklutin at vera omma.

Hvussu er ein omma? Hvør er leikluturin hjá ommuni? Er munur á ommuni fyrr og nú?

Spurningarnir eru fleiri og troka seg á. Og tær kjakast dúgliga við borðið. 66 ár gamla Bente Kjær, ið er omma at trimum børnum, og 53 ár gamla Ruth Vang, sum eigur tvey ommubørn. Báðar úr Havn.

Samdar eru tær um, at tað er eitt undur og ein sonn Guds gáva at vera vorðin omma og fegnar um at hava fingið litið uppgávuna upp í hendi, nú tað heystar og farið er undir seinna helming á lívsleiðini.

Gleðin er spontan og ræður sær sjálvari. Hon livir sítt egna lív. Hon er ein brúsandi kensla, ið er ómøgulig at fjala. Hon hevur ongan aldur og einki evsta mark. Og fer ongantíð av móta.

Sama er við kærleikanum. Hann er grundleggjandi og íborin tørvur í menniskjanum, sum fer í arv tvørtur um ættarlið. Kærleikin til børn og barnabørn ber av øllum.

– Tað er púra ógjørligt at halda aftur við kærleikanum. Tað allarbesta er at klemma og mussa ommubørnini. Nógv og leingi. Teimum dámar tað eisini, tí eitt og hvørt menniskja hevur tørv á at merkja kærleika, nærveru og umsorgan, siga tær báðar.

Ein serlig relasjón

Bente og Ruth halda, at nærsambandið, relasjónin, millum ommuna og barnið er nakað heilt serstakt. Tað er trupult at seta orð á, halda tær, tí tað er ein kensla fyrst og fremst. Men bandið er sterkt og blóðið tjúkt. Kærleikin er treytaleysur og óendaligur. Tað er tó ógvuliga stórur munur á at vera mamma og at vera omma, halda tær. Tilknýtið og sambandið millum ommuna og barnið er grundleggjandi øðrvísi enn sambandið millum móður og barn.

Tað er mamman, ið eigur barnið og harvið evstu ábyrgdina fyri uppalingini. Í so máta er størri rásarúm hjá ommuni. Hetta speglast aftur í sambandinum millum ommuna og barnið, halda tær. Hjá ommuni er høgt til loftið og vítt til veggja. Hjá ommuni ber alt til, og einki er ómøguligt. Í høvuðsheitum. Omman er sjálv ímyndin av kærleika, tryggleika og nærveru. Og stuttleika, ikki minst. Tað skal vera stuttligt at vera hjá ommuni. Omman er hon, ið hjúklar eyka um børnini og letur seg lættari tøla. Snildin hjá barninum kann sum einki fáa bleyta ommuhjartað at tita.

– Tað er so nógv lættari at geva eftir fyri barninum í leiklutinum sum omma, sigur Ruth og viðurkennir púrasta veikleikan.

Bente nikkar og er púra samd. Sjálv bíðaði hon tolin og í spenningini í fleiri ár eftir at gerast omma.

– Ja. Tað er eingin ivi um, at børnini sleppa meira, tá ið tey eru hjá ommuni. Men heldur tú ikki, at tað eigur at vera so?, spyr hon.

Svarið letur ikki bíða leingi eftir sær.

– Jú, so er. Kanska er tað tí, at omman hevur ikki sama vald sum mamman. Hon hevur heldur ikki tørv á tí, tí omman er onkursvegna meira spælandi. Ábyrgdin er ikki tann sama og liggur ikki sum ein byrða á herðunum.

Tað merkir kortini ikki, halda Bente og Ruth, at omman er púra markleys og uttan ábyrgdarkenslu. Ommur eiga ikki at lata alt um seg ganga, tí kærleiki er eisini at seta mørk og stundum at siga nei við børnini.

Tað kann til dømis vera, tá børnunum verður noktað meira tíð framman fyri telduskíggjanum ella meira av tí søta góðgætinum. Brúkið má tálmast, tí annars verður talan um ósunnar og ótálmaðar vanar, ið omman má standa til svars fyri.

Børn hava tørv á at vita, hvar markið gongur, halda tær, tí tað er ein grundleggjandi partur av uppalingini og læruni hjá barninum. Ábyrgdin og fyrimyndarligi atburðurin hjá ommuni liggur Bente nær at hjarta.

– Omman eigur altíð at vera tilvitað um sín leiklut sum vaksin, tá ið hon er um børnini. Hon skal ganga undan og vísa seg sum eina rætta fyrimynd og frá síni bestu síðu, sigur hon.

Stríðið um barnauppalingina

Leikluturin og ábyrgdarbýtið millum mammuna og ommuna er ein afturvendandi spurningur við borðið, tí hvussu nógv kann omman loyva sær at blanda seg upp í barnauppalingina? Og skal hon tað yvirhøvur?

– Nei, sigur Bente avgjørd.

– Ein hárfín javnvág og eitt trupult kynstur, sigur Ruth.

Ruth heldur, at tað er av stórum týdningi, at omman er loyal mótvegis mammuni og linjuni, sum foreldrini, ið eru evstu myndugleikar á økinum, hava lagt fyri barnauppalingina.

– Men tað er omman, ið hevur livað longur, og tí er roynd í leikum. Hennara royndir kunnu koma mammuni væl við. Møguleikin at biðja ommuna um ráð og vegleiðing stendur tí altíð mammuni í boði, sigur Ruth. – Omman veit, hvønn týdning stuðulin í baklandinum hevur, leggur hon aftrat.

Bente rættir fingurin upp og tekur orðið. Hon er samd í spurninginum um ábyrgdarbýtið og ábyrgdina fyri barnauppalingini.

– Eg haldi ikki, at omman skal blanda seg upp í sjálva barnauppalingina. Tað er ábyrgdin og rætturin hjá foreldrunum at leggja linjuna og ikki uppgávan hjá ommuni. Omman kann vera samd ella ósamd og geva síni sjónarmið til kennar. Men hon má altíð virða og góðtaka linjuna, sum foreldrini hava lagt, sigur hon.

Bente viðgongur, at hon javnan hevur lyndi til at blanda seg í meira lagi. Men tað gongur skjótt yvir, tí hon fær greið boð um at tiga og halda seg burtur, blandar hon seg ov nógv uppí, sigur hon og brosar.

Hon veit, at ábreiðslurnar eru ikki illa meintar og tekur tað sum eina álitisváttan og áminning um, hvussu stórur hennara kærleiki til ommubørnini í veruleikanum er. – Men, sigur hon, tað eru foreldrini, ið eiga evstu ábyrgdina fyri barninum og barnauppalingini. Ikki omman.

Ruth kennir seg aftur í støðuni. Hon brosar og ber í samhuga yvir við Bente.

– Eg veit ikki, um dóttirin er samd við mær. Men eg billi mær inn, at eg dugi at finna røttu javnvágina. Vit draga kanska ikki altíð eina línu í avgerandi spurningum, sum hava við børn og barnauppaling at gera. Tað er ókey og kanska eitt tekin um gjónna og hugsjónarligu munirnar millum ættarliðini, sigur Ruth.

Munur á ættarliðum

Munir hava altíð verið millum ættarlið. Tað er til dømis stórur munur á ommuni fyrr og nú, halda Bente og Ruth. Sjálvar hava tær góð minni um sínar ommur, ið altíð vóru um børnini, tí tær vóru heima. Kollveltandi samfelagsligu broytingarnar hava havt stór árin. Fyrr var vanligt, at kvinnan var meira heima. Hon tók sær av húsi og heimi, meðan maðurin var úti og vann familjuni til lívsins uppihald. So avgjørt – og óvikaligt – er býtið ikki longur. Í dag eru nógvar kvinnur á arbeiðsmarknaðinum. Ikki bara mammur, men eisini nógvar ommur í arbeiðsførum aldri. Tí er tað eingin sjálvfylgja longur, at ommurnar eru heima, meðan børnini eru smá og vaksa upp.

Stereotypa ímyndin av fittu ommuni, sum eymliga rørir í kjøtgrýtuni og bakar bollar til drekkamunnin oman á døgurðan, er undir stórum trýsti í modernaða samfelagnum – ja, ein hvørvisjón og ein doyggjandi mentanararvur, halda summi.

Sjálvar kenna Bente og Ruth væl til avbjóðingarnar, ið eyðkenna modernaðu ommuna, tí báðar arbeiða tær fulla tíð í krevjandi størvum. Tær halda, at størsta avbjóðingin, ið eyðkennir okkara samtíð, er júst ... tíðin. Ella mangul upp á sama, tí mangan kann vera trupult at fáa tíðina at røkka og hava neyðugu stundirnar at hjúkla og vera um ommubørnini. Tað er ein keðilig kensla, ið kann vera slítandi, tí samvitskubitið um fráveruna nívir meint.

Ruth ásannar, at hon meira enn so hevur borið við kensluna.

– Tíðin burtur frá ommubørnunum er avgjørt mín ringa samvitska. Mangan má eg royna at kroysta eina løtu inn í kalendaran. Tað er beiskt og gevur ein ringan smakk í munnin. Einasti uggin er, at mær leingist so ómetaliga illa. Tí geri eg alt, sum eg yvirhøvur eri ment, til tess at finna tíð til at vera saman við ommubørnunum, sigur hon.

Hon leggur tó aftrat, at tað eru tíðarskeið, serliga í politiska arbeiðinum, har hon hevur minni at gera. Tá brúkar hon so nógva tíð sum gjørligt saman við ommubørnunum. Ruth er varakvinna fyri Framsókn á Føroya Løgtingi.

Bente hevur hug at smírast. Hon kennir bæði trupulleikan og kenslurnar aftur á egnum kroppi. – Men, sigur hon, tað er nógv, ið verður sett til viks í lívi hennara, tí ommubørnini hava allarfremstu raðfesting. Einki hevur størri týdning enn tey, sigur hon.

– Eg geri alt tað, sum eg kann, til tess at vera saman við ommubørnunum, og eg njóti hvørja løtu, ið okkum unnist at vera saman, sigur Bente og ressast úr stólinum.

Kropsmálið og røddin avdúka, at hon meinar hvørt orð í allarstørsta álvara.

Hóast Bente og Ruth dámar væl at vera omma og elska ommubørnini yvir alt, ásanna tær, at tað stundum er bæði krevjandi og avbjóðandi at vera omma. Tí tørvar eisini ommuni frælsi og rásarúm og løtur í einsemi, har tær kunnu njóta friðin og løða upp av nýggjum. Orkan er ikki tann sama, sum tá ið tær vóru yngri. Hvíldin er neyðug, skal omman vera nakað verd fyri børnini, siga tær.

Modernaða omman

Tað eru eisini fyrimunir at vera omma í 21. øld. Alt var ikki betri fyrr. Verri enn so. Tøkniliga menningin hevur gjørt, at fjarstøðan, sum kann vera millum ommuna og barnið í gerandisdegnum, ikki neyðturviliga kennist so ógvuslig kortini. Tvørturímóti kann tøknin vera linnandi heilivágur móti ringasta longslinum. Skype, Twitter og Facebook eru sosialir miðlar, ið dúgliga verða nýttir. Nýggja, fagra samskiftisøldin knýtir nýggj og øðrvísi bond millum ommuna og barnið.

Og ommurnar. Ja, tær eru við upp á nýggjasta mótan. Tað eru bæði Bente og Ruth eitt gott og talandi dømi um. Báðar eru tær javnan á Snapchat, har tær dagliga samskifta við ommubørnini.

Men hvussu er modernaða omman annars? Hvat eyðkennir ommuna í 2020?

Tað gerst kvirt, og tøgn valdar við borðið. Spurningurin skal líka eins og sodna eina løtu.

Tað er Ruth, sum brýtur tøgnina løtu seinni. Og hon hevur fyrst hug at venda pílinum móti komandi ættarliði av ungum mammum.

– Eg haldi, at tað hómast eitt rák í tíðini, har ættarliðið av ungum mammum í nógv størri mun raðfestir at hava tíð saman við børnunum. Nógv meira enn vit gjørdu. Okkara ættarlið er merkt av stríðnum hjá kvinnuni fyri javnstøðu og javnrættindum á arbeiðsmarknaðinum og møguleikanum fyri eini spennandi yrkisleið. Men soleiðis er tað ikki í eins stóran mun longur. Eg haldi, at tað er eitt týðiligt tekin um, at fleiri kvinnur vilja at arbeiða minni og raðfesta øðrvísi. Tað snýr seg um børnini fyrst og fremst, sigur Ruth.

Hon heldur fram og hugleiðir um ommuna.

– Spurningurin er, um ella í hvønn mun tað fer at smitta av upp á ommurnar. Tað er tann stóri spurningurin, ið eg eri spent uppá. Eg vænti ikki, at leikluturin hjá ommuni annars fer at broytast kollveltandi í hesum árinum. Ein omma er framvegis ein omma, ið borgar fyri kærleika, nærveru og tryggleika hjá barninum. Spurningurin er bara, hvussu nógva tíð ommurnar hava og kunnu raðfesta og seta av til ommubørnini, sigur hon.

Bente er samd og tekur undir við eygleiðingini hjá Ruth. Sjálv letur hon ongan iva vera um, hvar hennara tíð verður raðfest. Ommubørnini eru nummar eitt.

– Tað er so óalmindiliga gott at vera omma. Tað er eitt satt vælsignilsi. Eg hevði bara ynskt, at eg kundi brúkt uppaftur størri part av míni tíð saman við ommubørnunum. Løturnar saman við teimum vil eg avgjørt ikki vera fyriuttan, sigur Bente.

Bente og Ruth halda, at tíðin saman við ommubørnunum er virðismikil, serliga meðan tey eru smá, tí børnini vaksa so skjótt til.

–  Tað er serligt og herligt at vera omma, tá ið børnini eru smá. Tí ræður um at njóta hvørja løtu saman, tí ein dag eru børnini ikki smá longur. Og tá er ikki víst, at omman er so áhugaverd longur, siga tær.

Navn: Bente Kjær

Aldur: 66 ár

Maki: John Kjær

Børn: Rúni (41) og Svanna (37)

Ommubørn: Jónas (4), Liam (2) og Esther (10 mðr)

--

Navn: Ruth Vang

Aldur: 53 ár

Maki: Dánial Vang

Børn: Ester (30), Petur Kristinn (26) og Hanna (24)

Ommubørn: Dánial (4), Halla (2)