Sum næststørsti býur í Føroyum og við eini ríkari mentanarsøgu, hevur Klaksvíkin mangt spennandi at bjóða uppá. Umframt livandi handils- og kafélív, eru bæði konsertir, sýningar og mangt annað virksemi fyri alla familjuna at uppliva.
Jólatræið verður tendrað
Leygardagin 29. november kl. 16 tendrar jólamaðurin jólatræið í Vágstúni. At hjálpa sær hevur hann fingið Trøllapætur og ommudidd. Øssur Kjølbro, prestur, og Annika Biskopstø, býráðslimur, halda røðu. Sum siðvenja er spælir Klaksvíkar Hornorkestur jólatónleik, og børnini fáa ein pakka frá jólamanninum.
Eftir tiltakið verður ein drekkamunnur í Varpinum, har Karl Martin Samuelsen syngur og spælir jólaløg.

Skoytubreytin
Um tað er nakað, ið kann fáa familjuna í rættan jólahýr, so er tað ein túrur á skoytubreyt. Í fleiri ár hevur skoytubreytin, sum liggur í hjartanum av býnum, verður fastur táttur í Klaksvík um veturin, og fólk úr øllum heraðshornum hava leitað sær norður at skoyta. Skoytubreytin lat upp 27. november, og er eins hugnalig og altíð við kaffismáttu, har tit kunnu forkela tykkum við onkrum góðum til góman.
Skoytubreytin er opin soleiðis
Mánadag – fríggjadag: 15.00 – 20.00
Leygardag: 10.00 – 20.00
Sunnudag: 15.00 – 20.00
Prísurin er 40 kr. fyri hvønn.

Jól í Gamla Klaksvíkshandlinum
Jólini eru merkt av nostalgi og siðvenjum. “Tá ið eg var barn, tá plagdi mamma at…,” munnu flest okkara hava hoyrt - og helst eisini sagt við okkara egnu børn, meðan vit minnast aftur á gamlar dagar. Í Klaksvík kanst tú uppliva livandi siðsøguligu framsýningina, Jól í gamla Klaksvíkshandli. Sýningin lýsir eini handilshús frá trýssunum við handli, skrivstovu, stovu, apoteki og posthúsi. Hjúklað er um hvønn einstaka staklut, og tú kanst veruliga droyma teg aftur í trýssini.
Sýningin er avgjørt eina vitjan verd fyri bæði tey eldru, sum heilt vist fara at kenna ymiskt aftur frá gomlum døgum, og tey yngru, sum fáa innlit í eina farna tíð.
Gamli Klaksvíkshandilin letur upp 29. november kl. 17, og hevur síðan opið hvørt vikuskifti fram til jóla frá kl. 14-18.
Sí myndband frá gamla Klaksvíkshandli

6 jólaborðreiðingar
Tit kenna kanska árligu jólaborðframsýningina í flaggskip-handlinum hjá Royal Copenhagen á Amagertorginum í Keypmannahavn, ið savnar túsundtals vitjandi at skoða bergtakandi borðreiðingarnar. Heldur ikki her eru norðoyingarnir aftan fyri stórsligna stórbýin, og tann 7. desember kl. 15 verður forkunnuga tiltakið í Rótini, har seks norðoyingar geva sítt boð uppá eina jólaborðreiðing.

Jólakonsert við Bjöllubandanum
Ein góð jólakonsert kann fáa sjálvt Grinchin í jólahýr. Og um nakar dugir at fáa lív í fjøldina og skapa góða jólalagið, so eru tað frægu tónleikararnir, sum manna Bjöllubandan. Teir eru Benjamin Petersen, Dánjal á Neystabø, Torleik Mortensen og Høgni Lisberg. Við sær á pall hava teir háaktuellu songkvinnuna, Elinborg Pálsdóttir, sum, við síni yndisligu rødd, fer at tulka nøkur jólaløg. Jólakonsertin við Bjöllubandanum verður 19. desember í forkunnuga kappróðrarneystinum á Biskopstorgi 4.
Atgongumerki kosta 225 kr. og kunnu keypast á visitnorth.fo.
