Tað stuttligasta er at síggja árstíðirnar skifta í urtagarðinum
9 myndir

Eftir: Anniku Kunoy Im / Myndir Klara Jacobsen 21.07.2025

Hon brúkar hvørja løtu, sum er góð, í urtagarðinum, og eisini er urtagarðsarbeiði terapi hjá henni; her slappar hon púrasta av mentalt og letur fingrarnar bora seg niður í flógvu moldina og kennir hendan deiliga moldangan í nøsini. Vit hava hitt 63 ára gomlu Sigrid Vang á Oyrarbakka til eitt urtagarðsprát.

Myndir
9 myndir

Hvat ert tú glaðast fyri í urtagarðinum hjá tær?

–Tað er ringt at velja, hvat eg eri glaðast fyri; men tá eg hugsi meg um, eri eg nokk glaðast fyri bygnaðin av urtagarðinum. Vit hava lagað hann upp í deildum, og tað ger, at urtagarðurin er lættari at halda. Her hugsi eg serliga um lúking og saksing av moldini, tí reint psykologiskt kennist tað gott at blíva liðug við eina deild og so fara til ta næstu heldur enn at gevast ein dag og so síggja alt, sum er eftir. Eg rokni við, at urtagarðsfólk skilja, hvat eg meini við.

Hvussu byrjaði tín urtagarðsáhugi?

–Eg havi altíð havt áhuga fyri vøkstri, náttúru og tí, sum rørist í henni. Heima í mínum barndómsheimi við Norðskála høvdu vit eitt urtagarðsskapilsi, og var tað nokk pápi mín, sum var tann, sum av fyrstan tíð vakti mín áhuga.

Hvussu hevur hesin áhugin ment seg við árunum?

–Eg minnist, at eg sum barn kundi sita í tímar, tá veðrið var gott, og gera "mini urtagarðar" í eyrholuni norðan fyri húsini hjá okkum við Norðskála. Eg bygdi við smásteinum deildir, og so heintaði eg blómur í bønum og setti í mín spæliurtagarð, og helst havi eg fingið hugskotið longu tá til urtagarðin, sum eg havi í dag.

Hvat er tað stuttligasta við at hava urtagarð?

–Mær dámar sum sagt blómur, náttúru og alt, sum er vakurt. Haldi, tað stuttligasta er at síggja árstíðirnar skifta í urtagarðinum. Gleðin og væntanin eftir várinum og um, hvat man hava klárað veturin, og so summarið við fuglalívinum og humlusurrinum eins og vøkru firvaldunum, sum javnan vitja urtagarðin. Tað lítla, eg havi, sum kann etast: jørðberini, rabarbur og okkurt kryddarí úr drívbeinkinum - og nøgdsemið, eg kenni, tá eg standi og hyggi yvir alt, sum vit bæði, maðurin og eg, hava gjørt so væl í felag, tað er stuttligt, haldi eg.

Hvussu nógva tíð brúkar tú í urtagarðinum um várið og summarið?

–Eg brúki hvørja løtu, sum er góð, tí veðrið stýrir nokk so nógv, hvat kann gerast. At arbeiða við mold í regni er lítið hugaligt, so tá geri eg okkurt inni. Eisini er urtagarðsarbeiði "terapi" hjá mær, tí her slappi eg púrasta av mentalt og lati fingrarnar bora seg niður í flógvu moldina og kenni hendan deiliga mold angan í nøsini. Tað er rein avslapping.

Hvat er strævnast at halda í urtagarðinum?

– Av tí at urtagarðurin er bygdur upp, sum hann er, er hann ikki so stravin í síni heild, og av tí at hann gevur mær so nógv bæði kropsliga og mentalt, føli eg als ikki urtagarðsarbeiðið stravið. Skal eg taka nakað fram, so eru tað kanska lerkatrøini, sum missa nálirnar, sum fara niður ískervin, og sum eg so má skava upp og fara eftir við leyvsúgvaranum. Eisini kann tað kennast eitt sindur stravið, tá lítlu grønu ormarnir leggjast á planturnar, men teir eru føði hjá smáfuglunum, so alt koyrir líka sum í ring, og sært tú tað soleiðis, so er einki so øgiliga stravið.

Hvussu brúka tit urtagarðin um summarið?

–Vit eru nógv úti í urtagarðinum um summarið og brúka hann sum eitt útirúm, har ommu-og abbabørn sleppa at spæla og baka sneisabreyð á grúgvuni. Eisini hava vit okkara lítla havahús, har vit mangan sita og njóta sólsetrið summarkvøldini. Eins og vit bjóða gestum til ábit í húsinum.

Verður hann brúktur um veturin?

– Ja, um veturin sita vit ofta í havahúsinum og eygleiða fuglarnar kring fóðurbrettið. Koma gestir um veturin, brúka vit húsið eisini tá.

Um Sigrid og urtagarðin á Oyrarbakka

Sigrid K. Vang er 63 ár, býr á Oyrarbakka og starvast sum lærari. Urtagarðurin hjá henni er hennara frístaður, har hon gongur og hugsar um lívið og minnist øll tey, sum hon hevur fingið blómur og vøkstur frá inn í urtagarðin, og tey eru ikki so fá. Har fær hon nýggj hugskot til mangt og hvat, og har sær hon, hvussu árstíðirnar fara og koma, og hon verður eitt sindur eyðmjúk og takksom fyri lívið.

Greinin varð prenta í Kvinnu 4, 2024