Tær stilla upp – men hvat gera vit?
Lívsstílur
Tær stilla upp – men hvat gera vit?
Eg havi gingið og hugsað um hesar kvinnurnar, sum hava verið á gátt á kontórinum hjá okkum á Kvinnu seinastu dagarnar. Tær fara ikki frá mær aftur – allar sum ein.
Eftir: Anniku Kunoy Im 26.03.2026

Eg havi gingið og hugsað um hesar kvinnurnar, sum hava verið á gátt á kontórinum hjá okkum á Kvinnu seinastu dagarnar. Tær fara ikki frá mær aftur – allar sum ein. Eg eri ordiliga imponerað av teimum.

 

Hetta eru kvinnur, sum hava valt at stilla upp til løgtingsvalið í dag, og tær hava allar á hvør sín hátt sett orð á, hví tær stilla upp, hvat tær vilja og hvat tær standa fyri.

 

Á Kvinnu hava vit, í samstarvi við Demokratia, varpað ljós á kvinnur í politikki og lýst problematikkin, sum er í ójøvnu umboðanini í landsins stjórn.

 

Vit eiga so kular kvinnur í føroyska samfelagnum. Tað er ikki bara-bara at stilla seg fram á handan hátt. Tað krevur veruliga nakað.

 

Tær hava ikki bara sagt ja til, at teirra navn kemur við á ein lista hjá einum flokki, hvørs dagsskrá tær taka undir við. Tær hava sett seg sjálvar í spæl og tora harvið at verða sæddar, at taka ábyrgd og at leggja síni sjónarmið fram – eisini tá ið onnur eru ósamd við teimum.

 

Og tað, sum hevur gjørt størsta inntrykk á meg, er kanska, at hóast hesar kvinnurnar eru ymiskar í aldri, bakgrund og hugsjónum, so eru tær sum eg og tú. Vanligar kvinnur við arbeiði, familju, ábyrgd og einum fullum gerandisdegi. Men sum kortini velja at bjóða seg fram, tí tær brenna fyri onkrum. Tí tær vilja broyta okkurt. Tí tær vilja arbeiða fyri føroyska samfelagnum. Tað er rættiliga imponerandi.

 

Vit hoyra ofta, at tað er so ræðuliga torført hjá flokkunum at fáa kvinnur at stilla upp – men tær eru á listunum. 38,8 prosent av valevnunum eru kvinnur. Tað er nógv. Samstundis vísa tølini, at vit framvegis ikki flyta okkum tað stóra á politiska javnstøðuøkinum. Tíggju kvinnur vórðu valdar á løgting í 2011 og 2015. Átta í 2019. Tíggju aftur í 2022. So tað hendir ikki av sær sjálvum.

 

Vit vita eisini, at vit mangla kvinnur í Føroyum. Út við 2.400. Serliga ungar kvinnur, sum fara av landinum – og tær koma ikki allar aftur.

 

Og so er spurningurin, hvat vit so gera. Tær kvinnurnar, vit hava hitt seinastu dagarnarnar, hava í øllum førum gjørt sítt.

 

Tær hava tikið stigið. Tær stilla upp. Og eg haldi, at tær hava uppiborið, at vit taka tær í álvara. At vit lurta. Og ja - at vit eisini stuðla teimum.

 

Og nei, ikki bara tí at tær eru kvinnur, sum so ofta verður sagt. Men tí at tær eru dugnaligar, hava nakað uppá hjarta og vilja arbeiða fyri hesum samfelagnum, vit øll skulu rúmast í.

 

Trupulleikin er í øllum førum ikki tí, at tær mangla. Spurningurin er bara, um vit síggja tær og velja tær til!

 

Gott val allar samlar!




Viðkomandi greinar