– Teir bera orð fyri at vera tað sterkara kynið, men teir eru ikki sterkari. Tá tað kemur til tað sálarliga, eru kvinnurnar ofta nógv sterkari.
Lívsstílur
– Teir bera orð fyri at vera tað sterkara kynið, men teir eru ikki sterkari. Tá tað kemur til tað sálarliga, eru kvinnurnar ofta nógv sterkari.
– Tá tað kemur til tað sálarliga, eru kvinnurnar ofta nógv sterkari. Soleiðis sigur Ingeborg Vinther, stríðskvinnan, sum í 31 ár var forkvinna fyri Føroya Arbeiðarafelag. Tað var snerkt eftir, at ein kvinna skuldi standa á odda fyri Føroya størsta arbeiðarafelag, og hon hevur mangan verið noydd at gjørt seg harða, tá mótstøðan hevur verið hørð. Les nærri um, hvat Ingeborg hevur lært um menn, kærleikan, arbeiðslívið og lívið sum heild. 
Eftir: Eftir Eilen Anthoniussen Mynd Bjartur Vest 28.10.2023

Lívið hevur lært meg ...

Tú lærir so leingi, tú livir. Tú lærir, tá tú verður mamma og omma, og tú lærir av lívinum sum heild. Tú lærir alla tíðina. Tú savnar tær royndir gjøgnum lívið, ikki minst á arbeiðsmarknaðinum.. Og tað góða er, at nógv av lærdóminum kanst tú brúka aftur seinni og í øðrum høpi.

Aldur: 78
Bústaður: Vágur
Familja: Hjúnafelagin Andru Vinther og tvey børn

Um arbeiði …

Eg havi arbeitt í fiskivinnu í Íslandi, á matstovu í Føroyingahavnini í Grønlandi, og eg havi arbeitt nógv í fiskivinnuni her heima. Mær dámdi so væl tann andan, ið var millum starvsfólkini har. Tað, at vit komu hvørjum øðrum við. Vit fóru útferðir, hildu veitslur og vóru saman. Tað kann als ikki samanberast við í dag. Í dag skal alt ganga skjótt, og tað snýr seg um vinning og meir vinning. Tað menniskjansliga verður skumpað til viks. Tú skalt arbeiða skjótt, alt skal effektiviserast og automatiserast. Fólk arbeiða meira fyri seg sjálvan, og tað er synd fyri menniskjuni. Tað kann vera, at arbeiðið fyrr var kropsliga harðari, men vit komu hvør øðrum meir við. Tað eru fyrimunir og vansar við øllum. Tað er eisini galdandi fyri arbeiðsmarknaðin.

Tá eg tók við sum forkvinna fyri Føroya Arbeiðarafelag, var eg 35 ára gomul. Eg vil ikki siga, at tað var ræðandi fyri meg, men tað var ein ógvuliga stór uppgáva at taka á seg at arbeiða fyri at fáa okkara verkafólki betri kor at liva undir. Eg sá tað sum neyðugt at taka hesa stóru uppgávu upp á meg. Men fyrst av øllum mátti eg tryggja mær, at familjan bakkaði meg upp, og tað gjørdu tey so dyggiliga øll árini.

Tá eg tók við sum forkvinna, tók eg ymisk skeið innan leiðslu, roknskap og arbeiðsmarknaðin osfr. Eg lærdi at skriva og halda røður, at samráðast og grundgeva fyri sjónarmiðum. Hetta var alt samalt fingið í lag við danskt fakfelag, sum vit samstarvaðu við. Vit høvdu ein tættan felagsskap við Ísland, Danmark og Grønland, og gjøgnum hetta samstarvið lærdi eg nógv um arbeiðsmarknaðarpolitikk í Evropa og úti í heimi. Hetta var alt samalt virðismikil lærdómur at taka við mær í arbeiðinum sum forkvinna.

Fakta: Í 31 ár var Ingeborg forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag. Hon legði nógva orku í sítt arbeiði og legði eftir sær eitt nýmótans fakfelag, sum hevði lyft umstøðurnar hjá arbeiðarum í Føroyum við m.a. at tryggja starvsfólkunum grundleggjandi rættindi sum uppsagnartíð, anciennitet, trygging, pensjón og ikki minst líkaløn. Sum einasta land í heiminum er líkaløn fingin í lag við samráðingum heldur enn við lóggávu.

Um aldur …

Aldur er bert eitt tal. Eg havi eina góða heilsu, og eg kann gera, hvat eg vil. Eg hugsi als ikki um tað. Kanst tú gera tað, tú vilt, hevur tú einki at hugsa um. Vit vita, at aldurin kemur. At sita og stúra fyri tí, tað tími eg ikki.

Tá eg fylti 60, fór eg at hugsa um, nær eg skuldi gevast at arbeiða. Endin varð, at eg gavst, tá eg var knapt 66 ár. Tá hevði eg arbeitt, síðani eg var 14 ára gomul. Eg haldi, at tað skal vera frítt at velja, nær tú fert á pensjón.

Um avbjóðingar …

Eru altíð spennandi. Tú skalt ikki halda teg undan eini avbjóðing. Lívið verður tamt, um tú ongar avbjóðingar tekur.

Eg havi sjálv havt mótstøðu í spentum støðum, har eg havi staðið yvir fyri eini avbjóðing. Her í bygdini fekk eg stóra mótstøðu eftir at hava tikið kampin upp við størsta arbeiðsgevara og reiðara í bygdini, sum ikki høvdu síni viðurskifti í lagi. Tað var í eini tíð, tá samfelagið skuldi læra seg, at arbeiðarar eisini skuldu hava virðilig rættindi. Tekur tú eitt tílíkt starv á teg sum at vera forkvinna fyri Føroya størsta arbeiðarafelag, mást tú fyrireika teg uppá, at tað kostar stríð og strev. Og tú noyðist at taka tey stríð og tær avbjóðingar, ið fylgja við arbeiðinum.

Undir verkføllum leikaði mangan hart á, og tá var mangan ónøgd og mótstøða frá bæði limum og arbeiðsgevarum, men eg noyddist bara at gera meg harða. Eg eri úr familju, ið hevur verið virkin og hevur luttikið í arbeiðspolitikki, og tí hevði eg eitt gott bakland, sum altíð stuðlaði mær.

Um kærleika …

Eg havi verið gift í 54 ár. Andru og eg hava kent hvønn annan alt lívið, og hann hevur stuðlað mær allan vegin. Vit eiga eina dóttur og ein son, og hann helt hús ein stóran part av tíðini, tá eg var upptikin av arbeiðinum í Havn. Tað hevði nógv at siga, at eg visti, at hann var her, tá eg var upptikin við arbeiðinum norðuri í Havn. At hann er ein stuðul, hann er trúgvur og stabilur. Tað hevur alt at siga, at tú hevur ein stuðul. Tá tú ert mitt í lívinum, ert tú so upptikin av øllum møguligum, at tú kanska ikki gevur hesum so stóran ans. Men tá tú eldist og viknar, er umráðandi, at tann fríski kann stuðla hinum.

– Tað hevur nógv at siga at hava góðar vinir. Annars verður lívið fátækt. Vinir eru ofta eisini familja, teir eru innan fyri familjuna, ella tit gerast so mikið væl, at vinir verða sum familja.

Um menn …

Í tinginum lærdi eg, at menn ofta komu fullkomiliga ófyrireikaðir til arbeiðis fyri at viðgera týdningarmikil mál. Menn høvdu eina fatan av, at tað var natúrligt, at teir fingu tað, sum teir vildu hava tað. Teir bera orð fyri at vera tað sterkara kynið, men teir eru ikki sterkari. Tá tað kemur til tað sálarliga, eru kvinnurnar ofta nógv sterkari. Tær klára betur at halda fast um sína meining. Mínar royndir eru, at menninir eru skjótari at bakka.

Um talufrælsi ...

So leingi, tað eru menn, sum taka orðið, er alt skilagott. Men er tað ein kvinna, sum tekur til orðanna, verður hon hildin at vera framtúrandi og frek, og tað varð ikki dámt. Ein kvinna kann ikki loyva sær tað sama sum maðurin. Soleiðis var tað, tá eg gjørdist forkvinna í 1980. Tað var snerkt at, at ein kvinna skuldi sita sum forkvinna fyri Føroya størsta arbeiðarafelag, og vit eru ikki komin burtur úr tí enn.

Um kvinnur í politikki ...

Kvinnur eru ov afturhaldandi. Tær skulu halda seg meir framat. Næstseinasta val gekk væl við kvinnuumboðan, men á seinasta vali gekk bert afturá. Kvinnur í dag mugu halda seg framat, og menninir mugu taka eina hond við í familjulívinum. Um ein kvinna ætlar sær upp í politikk, skal tað ikki halda henni aftur, at hon hevur børn.

Heima hjá okkum hava vit ongantíð tosað um, hvat er mannfólka- og konufólkaarbeiði. Heldur ikki børnini, sum nú eru vaksin, gera mun á kvinnuligum og mannligum arbeiði heima við hús. Og tað má vera, tí at hugburðurin hjá teimum vaksnu til familjulívið ávirkar børnini. Skulu vit liva saman, skulu vit hjálpast.

Viðvíkjandi politikki yvirhøvur fari eg ongantíð at skilja, hví eingi andstøðuuppskot kunnu samtykkjast, tá tað er gott fyri Føroya land. Hví ber ikki til at gera breiðar semjur, sum eru til gagns fyri alt landið? Her standa vit í stað.

Um foreldur …

Tey eru til fyri børnini fyrst og fremst. Tú skalt vera tolin og bera yvir við nógvum. Tú skalt vera ein stuðul fyri tíni børn og royna at fáa teimum góða útbúgving osfr. Tey skulu vita, at tú altíð er har fyri tey.

Leikluturin sum foreldur er sum vera man nógv broyttur, so hvørt sum samfelagið er broytt. Fyrr fóru vit sum ung út at klára okkum sjálv við at fara til arbeiðis. Í dag fara tey ungu seinni út, og tey lesa kanska í nógv ár, áðrenn tey gerast veruliga sjálvstøðug.

Um lívið …

Lívið er deiligt og gott. At hava havt eitt starv, sum er gott og læruríkt, góða heilsu og eitt gott lív saman við teimum, tú ert góð við – so er ikki annað at gera enn at vera nøgd við lívið.

Um deyðan …

Hann kemur eina ferð. Tú missir nøkur av teimum, tú ert góð við gjøgnum lívið, foreldur og systkin. Eg havi sjálv mist tveir beiggjar til sjúku alt ov tíðliga. Tað, sum hevur týdning, er at hava síni viðurskifti í lagi, bæði uppeftir og við tey, sum eru rundan um teg. So nýtist tær ikki at ræðast deyðan. Deyðin er ein natúrligur partur av lívinum.

Um dagin í morgin …

Ongin kennir dagin í morgin. Vit fáa bara ein dag í senn. Tá tað er sagt, dámar mær væl at leggja ætlanir. Mær dámar væl at hava nøkur ting á skrá.

Um bygdalív …

Tað er eitt deiligt lív at liva. Her hava vit seyð og dunnur, og eg havi ovmikið av ítrivum at takast við. Eg kann altíð fáa eitt prát við fólk, t.d. tá eg fari ein túr ella arbeiði í garðinum, og tá fólk kemur inn á gólvið til ein kaffimunn. Eg keði meg ongantíð. Harumframt hava vit eina sera vakra náttúru kring okkum, sum vit njóta.

Eg vildi ongantíð flutt úr Suðuroynni, og als ikki nú eg havi fingið dóttrina og ommudóttrina heim aftur. Í 30 ár arbeiddi eg í Havn fimm dagar um vikuna, og eg gleddi meg altíð at sleppa suður aftur. Vágur er og verður mítt heim.






Viðkomandi greinar