Tey, ið pynta tíðliga til jóla eru glaðari
Lívsstílur
Tey, ið pynta tíðliga til jóla eru glaðari
Nú hevur tú í øllum førum enn eina góða orsøk til at taka jólaprýðið fram
Eftir: Anniku Kunoy Im 21.10.2022

Summi fýlast á, at jólaprýði longu er at síggja á handilshillunum ymsa staðni í landinum, tí hvussu tíðliga er veruliga ov tíðliga at byrja fylla heimið við ljósketum, vættrum og jólahjørtum?

Nú eru góð tíðindi til tey, ið elska jólaprýði - og helst so tíðliga sum til ber... og kanska eisini góð argument til tey, ið fegin vilja pynta tíðliga, men líííka skulu sannføra makan.

Serfrøðingar hava nevniliga í longri tíð sagt, at tú verður eydnusamari av at prýða heimið tíðliga. Ein teirra er bretski sálarfrøðingurin, Steve McKeown, sum greiðir frá, at tey, ið byrja tíðliga at pynta til jóla, verða glaðari enn tey, ið bíða. Orsøkina sigur hann vera, at jólaprýði leiðir okkum aftur til og heldur fast í góðu barnaárunum og teimum siðvenjunum, ið vóru tá. Og tað hava vit brúk fyri í tuskanini og strongdini í gerandisdegnum.

Amerikanski sálarfrøðingurin, Deborah Serani, leggur aftrat, at jólaprýði eisini økir um dopamin í heilanum, sum ger, at vit verða glað. Tað er serliga litfagurt jólaprýði og dekoratiónir við jólaljósum, sum ávirka okkum positivt og sum kunnu økja bæði um orkumongdina og kensluna av eydnusemi.

Og so er tað sjálvsagt eisini nostalgiskt hjá vaksnum fólki at pynta til jóla, tí jólaprýði fyri mong vaksin er ein vegur aftur til serligu jólakensluna um jólini, og tí styrkjast positivu kenslunar, heldur Amy Morin, psykoterapeutur og rithøvundur.