Tí skalt tú renna: 3 góðar orsøkir
Lívsstílur
Tí skalt tú renna: 3 góðar orsøkir
Ágóðarnir við at lata seg í renniskógvarnar og fara ein túr eru fleiri: Her eru 3 teirra! 
Eftir: Anniku Kunoy Im 11.05.2022

Tað er gott at renna, hoyra vit ofta, men hvat er tað, sum er so gott við tí? Hvørjir eru ágóðarnir? Her eru í øllum førum tríggir teirra - hóast tað í veruleikanum eru nógv fleiri.

1. Renning minkar um strongd

Ein frískur og góður túrur úti í náttúrini við høgum pulsi minkar bæði um strongd og spenningar. Renningin kann nevniliga minka um strongdarhormonið kortisol, og tað  ger, at vit kenna okkum meir avslappaðar.

2. Tá tú rennur, brúkar tú orku

Renning er krevjandi fyri kroppin, og tá tú ert í gongd, brúkar hann nógvar kaloriur - tað er ikki nógvur ítróttur, ið brennur eins nógvar kaloriur per minutt, sum renning ger. So ynskir tú at lætna, kunnu rennitúrarnir heilt víst gera sítt til at hjálpa við tí.

3. Renning fær teg í gott lag

Ofta verður tosað um hesa vælveruna eftir eina góða venjing ella ein góðan rennitúr. Á enskum verður hon nevnd 'runner's high' - og tað er nakað um tað, tí eftir ein góðan rennitúr fær kroppurin endorfinir, sum betra um lagið. Eftir rennitúrin er sannlíkt, at tú verður stolt av tær sjálvari, kennir teg sterka og glaða. Og tað verður lættari at møta tí, sum gerandisdagurin hevur at bjóða av avbjóðandi støðum.

Vilt tú við til ársins hugnaligastu renning saman við fleiri hundrað øðrum kvinnum úr øllum landinum? Melda til Ársins Kvinnurenning her!

Vit gleða okkum!