Ingifer er ein rót, sum hevur verið brúkt í fleiri túsund ár, bæði sum krydd og sum náttúruheiluvágur. Í asiatiskari læknavísund og heimaráðum hevur ingifer leingi verið kent fyri sínar grøðandi eginleikar - og nútímans gransking stuðlar eisini fleiri av niðurstøðunum, sum leingi hava verið kendar millum fólk.
Ingifer inniheldur nógv virkin plantuevni, serliga evnið gingerol, sum eisini er tað, sum gevur ingiferinum sín sermerkta, sterka smakk og heilsuágóðar. Her eru tríggjar góðar og væl grundaðar orsøkir til at eta ingifer regluliga.
1. Ingiferrótin er kend fyri sínar sterku brunadempandi eginleikar. Gingerol virkar nevniliga ímóti teimum kemisku prosessunum, sum elva til bruna og pínu í kroppinum. Umframt at stuðla kroppinum í at halda ein sunnari javnvág, kann reglulig nýtsla av ingifer minka um pínu í liðum og vøddum og vera eitt stuðlandi ískoyti hjá fólki við gikt og øðrum sjúkum, ið elva til bruna.
2. Ingifer hjálpir móti kvalmu og trupulleikum í maga og tarmum. Tað er jú almenn vitan, at at ingifer kann minka um kvalmu. Kanningar vísa, at ingifer kann gera stóran mun, tá ið tú til dømis ert við barn og hevur morgunkvalmu, hevur ferða- ella sjóverk og ella hevur kvalmu ísamband við skurð ella kemoviðgerð. Ingifer stimbrar eisini sodningina og stuðlar arbeiðinum í maganum og tarmunum. Hetta kann minka um búkilsku og kensluna av tyngd í maganum.
Ein koppur av heitum ingiferte er tí ikki bara hugnaligur – hann kann eisini vera ein effektivur og mildur háttur at fáa magan í rætt lag.

3. Ingifer styrkir hjartað og bloðrenslið. Ingifer inniheldur nógv kalium og onnur virkin plantuevni, sum ávirka blóðrenslið á ein jaligan hátt. Hetta kann betra um renslið í kroppinum, stuðla lægri blóðtrýsti og minka um vandan fyri hjarta- og æðrasjúkum. Betri blóðrensl merkir eisini, at húðin fær meira súrevni og føðslu, sum kann geva friskari og sunnari útstráling.
Hvussu kanst tú brúka ingifer í gerandisdegnum?
Ingifer er lætt at brúka og kann leggjast afturat nógvum ymiskum rættum. Til dømis kanst tú nýta tað..
- Rivið í te, smoothies og heitt vatn við sitrón
- Í súpanir, grýturættir og wokrættir
- Í skot og heilsudrykkir
- Í bakstri og kryddblandingum
Bæði frískt ingifer, turkað pulvur og fryst ingifer kunnu brúkast – frískt riggar ofta best.
Minst tó til, at hóast ingifer er trygt at eta fyri tey flestu, kunnu stórar mongdir verða ov nógv. Serliga fyri tey, sum taka blóðtynnandi heilivág ella hava ávísar sjúkur ella heilsu.
Keldur: Healthline, Medical News Today og National Library of Medicine.